Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mai 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53 ítróttur Jákup Mørk Undan kappingarárinum vóru tað fáir av ser­frøð­ ingunum, ið mettu AaB hava nakran sum helst møguleika at gera seg galdandi í dystinum um danska fótbóltsgullið. Felagið, sum tá hevði Hall Hansson í hópinum, og sum í dag hevur Gilla Sørensen, var illa fyri fíggjarliga, og tí var spælarahópurin nakað nógv bíligari, enn hann ofta hevur verið. Fyrrverandi landsliðs­ kempan, Kent Nielsen, vildi tað tó øðrvísi. Hann hevur støðugt givið ungu monn­unum álit, og úrslitið hevur verið eitt AaB-lið, sum í nógvum førum hevur spælt skjótan og mests um óhugnaliga effektivan álops­fótbólt. Og hóast gummibeinini spakuliga gjørdu seg galdandi móti kapp­ingarenda, so snávaðu mótstøðuliðini eisini, tá tørvur var á tí, og so kom gullið heim á næst seinasta leikdegi, hóast AaB á útivølli mátti taka til takkar við 0-0 móti FC Vestsjælland. FC Midt­jylland tapti nevnliga 2-3 móti FCK, og so er lagt upp til gullveitslu, tá AaB á seinasta leikdegi tekur móti longu niðurflutta AGF. Undan hesum er tó eisini steypafinala á skránni. Hon verður sum vant spæld í Parkini Kristi Himmal­ ferðardag, og mót­støðu­liðið er FCK. Sama felag, sum um vikuskiftið serveraði DM- heitið á silvur­fatinum. Kent Nielsen heldur tó ikki, at AaB skyldar FCK nakra tænastu fyri tað. – Sjálvandi eri eg fegin um meistaraheitið, men eg verði enn fegnari, um vit eisini kunnu tryggja okkum steypið hós­dagin. Undir øllum um­støð­um bíða vit við heilt stóru gullveitsluni til sunnu­kvøldið, sigur Kent Nielsen við heimasíðuna, bold.dk. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Enn eiga vit til góðar síggja fyrstu før­oysku spæl­ar­ arnar í bólka­spælinum í Champions League og Europa League. Men úrs­ litini í Danmark og Skot­ landi bera við sær, at ikki minni enn tveir føroyskir spælarar nú standa heilt nær hesum møguleikanum. Í Danmark er framvegis eitt umfar eftir av kapp­ ingini. Men tað er longu greitt, at AaB, har Gilli Sørensen er millum spæl­arar­nar, er danskur meistari. Gilli hevur enn ikki spælt tað stóra fyri felagið, men hann var á vøll­inum í hálvfinaluni í steypa­ kappingini. Sum skilst, so hevur Kent Nielsen, ið er venjari hjá AaB, givið Gilla góð skoðsmál fyri tað, sum hann hevur avrikað higartil. Gilli hevur eisini ferðina, sum ofta vantar hjá føroyskum spælarum, og tí er als ikki óhugsandi, at hann fær ein leiklut í AaB komandi kappingarár. Sum danskur meistari er AaB í sterkasta styrkis­ bólkinum, tá lutakast verður til seinasta undan­ kapp­ingarumfarið, og so er spurningurin, hvør mót­ støðan tá verður. AaB hevur verið illa spert fíggjarliga, men megnar felagið at vinna seg í Champions League bólka­ spælið, eru hesir trupul­ leikar helst væl og virðiliga gloymdir. Silvur í yvirtíðini Í Skotlandi hevur Gunnar Nielsen fingið fitt av spælitíð fyri Motherwell, sum alt árið hevur verið partur av stríðnum um silvur- og bronsukrónur. Celtic vann gullið í stórum stíli, men fram til seinasta minuttin í seinasta dystinum var spenningur um plássið sum nummar tvey. Motherwell spældi her á útivølli móti Aberdeen, sum var nummar tvey undan dystinum. Tá 90 minuttir vóru spældir, stóð framvegis 0-0 á talvuni, men eftir frísparksinnlegg og trunkaspæl fekk Craig Reid skavað sigursmálið inn um strikuna. Eftir spælbýtið var talan ikki um rættvísan sigur, men tað munnu Gunnar og lið­felagarnir vera so full­ komuliga líkaglaðir við. Motherwell verður soleiðis í pottinum, tá spælast skal um rættin at koma í bólkaspælið í Europa League. Tað royndi felagið eisini í fjør, men tá mis­eydnaðist royndin akkurát. Gunnar kappast við Lee Hollis um plássið millum stólparnar. Her tykist Hollis hava munin, men skaðar argaðu hann í ár, og tí hevur Gunnar staðið ikki færr enn 23 dystir. Ofta hevur hann fingið rósandi orð fyri avrik síni, og hóast Hollis vardi málið í dystinum móti Aberdeen, so er tað ein opin spurn­ ing­ur, hvør teirra verður valdur framum, tá farið verður undir nýtt kapp­ ingarár. jakup@sosialurin.fo AaB vil hava greipuna Føroyingar millum tey stóru fótbóltur Venjarin hjá Gilla Sørensen er ikki mettur, hóast gullið kom til høldar um vikuskiftið Gilli Sørensen hevur møguleika at gerast fyrsti føroyingurin í Champions League, og Motherwell og Gunnar Nielsen skulu spæla Europa League