Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mai 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen P/F Jókin, sum átti systirskipini, Sjagaklett og Gullberg, hevur nú keypt annað skip fyri Gullberg, sum sakk á fiskileið í fjør summar. Bæði skipini vóru frystiskip, men keypið av skotska trolaranum Havilah merkir, at reiðaríið nú bæði hevur frysti-og kølimøguleikar. Hugsa eisini um makrel - Vit hava valt at gera tað soleiðis - at keypa eitt skip, sum hevur kølitangar og ikki frysting, sigur Tummas Christophersen. Spurdur, um reiðaríið hugsar um fleksibilitet, nú ísfiskatrolarar eisini eiga lut í makreltilfeinginum, ásannar reiðarin, at hetta hevur havt sín týdning fyri valið. - Jú, vit hugsa sjálvandi eisini um makrelin og fleksibilitetin, sigur hann. Hann sigur, at trolarin, sum nú er keyptur fyri Gullberg, er smíðaður í 1989, og skipið er nú skrásett í føroyska fiskiskipaflotanum. - Í løtuni liggur skipið í Skotlandi, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt, og skipið verður málað. Eg vænti, at skipið, sum fær navnið Fram, kemur til Føroya um einar tríggjar vikur ella so. Sjagaklettur til fiskiskap Sjagaklettur er til fiskiskap undir Føroyum. - Skipið partrolar ikki í løtuni, men trolar við lemmum og frystir veiðina umborð. Spurdur, um móttøka verður í Hvalba ella í Vestmanna, tá nýggi Fram kemur til Føroya, sigur reiðarin, at tað er ikki avgjørt enn. Tummas Christophersen hevur ikki avdúkað, hvussu nógv P/F Jókin hevur keypt Havilah fyri. Jókin kann nú bæði frysta og køla Havilah, sum P/F Jókin nú hevur keypt, hevur kølitangar og ikki frystiútgerð, sum Gullberg hevði. Mynd: Havilah - shipspotting.com Vilmund Jacobsen Í grein á in.fo hin 7. mei í ár verður bori­ð fram, at Vørn í fjør hevði niðurlagt tanga­ vaktina. - Talan má vera um eina misskiljing, sigur stjór­in í Vørn, Elmar Høj­gaard. Hin 30. apríl í ár boðaði Vørn starvs­ fólkunum frá, at fasta tilkallivaktin fyri trýsttangan veg­na sparingar bleiv niður­ løgd frá 1. august í 2014. - Landssjúkrahúsið fekk í hesum sambandi at vita, at Vørn ætlaði at skipa seg soleiðis, at menn kunnu verða tøkir innan rímiliga tíð, umframt at verða við til venjingar. Elmar Højgaard sig­ur, at seinastu við­ gerðir av sjúklingi í trýst­tanga hava verið tann 8. oktober í 2013 og tann 24. mars í ár. Tað er ein mis­ skiljing Vilmund Jacobsen Eitt føroyskt felag hevur saman við donskum og grønlendskum granskarum fingið fígging til eina verkætlan í samband við taraaling í Grønlandi. Tað veit Fiskaaling at siga. Talan er um føroyska felagið Tari-Faroe Seaweed við Agnes Mols-Mortensen, sum saman við Susse Wegeberg frá Aarhus Universitet og Ole Geertz-Hansen frá Grønlands Naturinstitut hevur fingið fígging frá norðurlendska Nordregio grunninum. Endamálið við verkætlanini er at kanna møguleikarnar fyri at ala tara í Grønlandi. Fiskaaling veit at siga, at ætlanin er at royndarala tvey brúntarasløg í Grønlandi. Um Agnes Mols- Mortensen er at siga, at hon er verkætlanarsett á Fiskaaling, har hon eitt nú arbeiðir við taraaling. Føroyskt felag í taraverkætlan í Grønlandi Eitt føroyskt felag - Tari-Faroe Seaweed - verður nú partur av eini taraverkætlan í Grønlandi Í samband við, at Endurmenningarstova let­ur upp á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, verður almenn mót­ tøka á heiminum í dag frá klokkan 15-17. Í samband við umhvørvisvikuna í Tórshavnar kommunu var eisini ruddingardagur í Nólsoy hin 10. mai. Jógvan Thomsen tók hesa felagsmynd av teimum, sum tóku lut - Vit hugsa eisini um makrelin og hava tí valt at gera tað soleiðis, sigur Tummas Christophersen, reiðari hjá P/F Jókin Ætlanin er at royndarala tvey brúntarasløg í Grønlandi, og tað er norðurlendski Nordregio-grunnurin, sum stuðlar verkætlanini