Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mai 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ann Kristina Svabo Simonsen Fyrireikararnir aftan fyri Frigg eru øgiliga væl nøgdir við úrslitið. – Stemningurin var ótrúliga góð­ ur allan festivalin, og konsertirnar vóru allar so góðar. Bólkarnir hava gjørt nógv burturúr, og kon­ sert­irnar hava allar verið ótrú­liga flottar eisini, so vit eru fan­tast­iska væl nøgd sigur Barbara Holm, ið er partaeigari, og ein av fyri­skip­ arunum av Frigg. Yvir 3000 festivalgestir Hetta er fyrstu fer at Frigg hevur verið á skránni, og eisini er tað fyrstu fer at fyriskipararnir hava staðið fyri einum festivali uttanfyri Føroyar. Yvir 3000 fólk hava verið á Frigg, og hetta eru tey glað fyri. – Í Keypmannahavn er tað so­ leiðis at tá man skipar fyri einum festivali, má man hava eina lang­ tíðarætlan í huga. Um ein nevnir Copenhell sum eitt dømi, so vóru bert 1.500 fólk á tí fyrsta festi­ valinum, men nú, fýra ár seinni, vænta tey 12.000 fólk. So tað at tað vóru 3.000 fólk á fyrsta Frigg festi­ valinum, er heilt ótrúliga positivt, og tað eri eg virkuliga glað fyri, sigur Barbara Holm. Norðurlendskur festivalur Frigg festivalurin er ein Norður­ lendskur festivalur, ið hevur góða umboðan frá bæði Føroyum, Dan­ mark, Íslandi og Grønlandi. Hóast festivalurin hevði kend nøvn úr øllum londunum, merktist tað væl, at tað vóru føroyingar, ið stóðu aftanfyri festivalin, og tað vóru eisini serliga nógvir før­ oysk­ir festivalgestir. Av teimum 24 tónleika nøvnunum, vóru heili 16 úr Føroyum, og tað vóru eisini hesar framførslurnar, ið høvdu flest áskoðarar. – Eg haldi at man skal byrja onku­staðni, og hóast tað vóru flest bólkar úr Føroyum, so haldi eg at teir bólkarnir sum vóru frá Danmark, Íslandi og Grønlandi vóru heilt fantastiska góðir. Eg haldi at ímillum festivalgestirnar var undirtøkan frá Grønlandi, Íslandi og Danmark góð, men sjálvandi merkti man væl, at tað vóru flest føroyingar, nú tá hetta er eitt føroyskt initiativ, við føroyskum fyrireikarunum. Føroysku bólkanir gjørdi nógv burturúr Tey kendastu nøvnini úr Føroyum vóru allarhelst Eivør og Týr, ið bæði høvdu góða undirtøku til sínar konsertir. Eivør var á pallinum kl. 19 fríggjakvøldið, og meðan hon sang, fall tøgn yvir alla fjøldina. Seinasti bólkurin á Frigg leygarkvøldið var Týr, ið endaðu festivalin við einum rimmar brakið. Rapbólkurin Swanga, ið var síðsta navnið á pallinum fríggjakvøldið, gjørdi serliga nógv burturúr sínari framførslu. Umframt at syngja allar sínar kendastu sangir, høvdu teir bæði Finnur Koba, Onnu Faroe og Mpiri við sær á pallinum, ið eydnaðist sera væl. Eitt annað føroyskt tónleika­ navn, ið serliga skaraði framúr við Friggin' frálík Frigg festivalurin, ið var í Kongens Have um vikuskiftið, var ein brakandi success. Hóast veðrið ikki altíð var til vildar, gekk alt sum tað skuldi, og fólk vóru í góðum lag.