Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mai 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kur festivalur sínari framførslu, var multikunstn­ arin Laila av Reyni. Meðan hon sang sínar vøkru tónar, vísti hon eisi­ni síni evni sum sniðgevi, við ta at hon hevði modellir á pall­ inum, ið vóru ílatnar hennara sera vøkru og sjáldsamu kjólum. Henn­ara framførsla var sum eitt livandi listaverk, ið var ein sonn fragd fyri eygað, og hugtók alla mannamúgvuna. Medina ein sonn poppdrotning Tað kendasta danska navnið á festivalinum, var heilt klárt Medina, og tá hon framførdi vóru tað serliga ungdómar ið vóru savnaði. Medina var, saman við sínum tónleikarum, klødd í sera avslappaðum hvítum treningsklæðum, ið klæddi henni sera væl. Tó var hon eisini í høg­ um glitruttum stilettum, og pall­ urin glitraði ljósareytt allur sum hann var. Hon var ein sonn popp­ drotning, ið livdi upp til flest allar forvæntningar. Hóast tað, ímóti endanum av hennara framførslu, byrjaði at regna av tí allar ringasta, var mannamúgvan í góðum lag, og sungu við av øllum alvi, undir regnskjólunum. Grønland og Ísland eisini væl umtøkt Nanook, ið er tann grønlendski tónleikabólkur, ið er mest frammi í løtuni, framførdi eisini á Frigg fríggjakvøldið. At hesin indie-rock- pop bólkurin er kendur í Grønlandi sást sera væl, tí meðan teir spældu var tað serliga nógvir grønlendarar ímillum áskoðararnar. Úr Íslandi framførdi bólkarnir Vok og Kaleo, men tað best um­ tókta navnið, var allarhelst Bubbi Mortens, ið umframt at verða kendur í Íslandi, eisini er kendur í Føroyum. Nógv fólk vóru savnaði, og meðan Bubbi Mortens framførdi síni løg hugnaðu fólk sær óført. Hóast fólk søgdu seg at verða væl nøgd við framførsluna, vóru fleiri skuffaði yvir at Bubbi ikki fram­ førdi lagið Tað er gott at elska, ið er eitt av hansara kendastu løgum í Føroyum. Nógv annað enn tónleikur Hóast Frigg fyrst og fremst er ein tónleikafestivalur, so var ikki bert tónleikur á skránni. Á økinum vóru fleiri básar, við umboðum frá øllum fýra londunum, ið høvdu alt frá vøkrum prýðislutum, til góðan mat at bjóða. Gutti Winter hevði fyrireika eina matkurv við leskiligum mati, ið umboðaði bæði Føroyar, Danmark og Grønland, og eisini kundi ein keypa góða suppu og turran fisk í básinum hjá Húsa- og Syðradals kommunu. Steinum Fosaa og Erla-perla vóru ímillum teir føroyski sniðgevarnir, ið seldu sínar vørur, og eisini vóru bæði Tórshavnar kommuna, Bank Nordik og Javnaðarflokkurin, sam­an við grønlendsku flokkunum Siu­mut og IA, umboða við hvør sínum bási. Frigg eitt afturvendandi tiltak Samanumtikið var Frigg ein frálíkur festivalur. Fyriskipararnir hava stórar ætlanir við festivalinum kom­andi ár, og hava ringt við at seta fingurin á nakað ið ikki riggaði, burtursæð frá veðrinum. – Mítt fyrsta inntrykk nú, sunnu­ dagin aftaná Frigg, er at alt koyrdi øgiliga væl, og vit kunnu ikki annað enn at verða væl nøgd. Sjálvandi fer man at fáa nýggj hugskot til hvat hevði verið stuttligt at havt afturat næsta ár, og ætlanin er heilt sikkurt at Frigg festivalur skal verða ein enn størri success komandi ár, sigur Barbara Holm.