mánadagur 12. mai 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Tað er meiningskeyst, at
Javnaðarflokkurin fer í sam
gongu við Fólkaflokkin.
Tað endurtók Aksel V.
Johannesen,
formaður
í
Javnaðarflokkinum
enn
einaferð á landsfundinum
hjá flokkinum leygardagin.
- Politikkur snýr seg um
virðir - eitt stríð millum
grundleggjandi virðir, um
hvussu vit skilja menniskju
og tørvin hjá menniskjum.
staðfesti hann.
Hann sigur, at hugsjónin
hjá Javnaðarflokkinum er, at
frælsi fyri øll skal tryggjast
gjøgnum felagsskapin, sum
hann málber seg.
- Fólkaflokkurin hevur
í hesari samgongu víst, at
hann vil tað øvugta og tí
hevur
Javnaðarflokkurin
við mær sum formanni gjørt
upp við Fólkaflokkin.
- Eg vil fremja javnaðar
hugsjónina í verki, og tá
gevur tað ikki nakra mein
ing at fara í samgongu við
ein flokk, sum ynskir okkara
hugsjón hagar piparið grør,
sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vísir á, at ein stór
ur
hugsjónarligur
sam
anbrestur
var
ímillum
flokkarnar, tá ið tað kom
undan kavi, at samgongan
ætlaði at avtaka fólkapen
sjónina fyri at lata tað upp
í hendurnar á tí einstaka at
tryggja ellisárini.
- Eftir okkara tykki er
eingin ivi. Samfaldsfasta
fólkapensjónin
eigur
at
tryggja øllum borgarum
virðilig fíggjarkor á ellis
árum.
Vit halda, at øll eiga rætt
til eina virðiliga, samhalds
fasta pensjón, har øll rinda
inn og øll fáa út – uttan mun
til inntøku ella uppsparing,
sigur Aksel V. Johannesen.
Ein
av
veteranunum
í flokkinum, Johan Sam
uelsen, er samdur í, at
Javnaðarflokkurin eigur at
gera alt, sum til ber, fyri at
útihýsa Fólkaflokkinum frá
valdinum.
Besta
samgongan
er
ein samgonga ímillum ein
sterkan Javnaðarflokk, ein
veikan sambandsflokk og
ein av smærru flokkunum.
Tað hevur javnaðarflokk
urin roynt áður við góðum
úrsliti, leggur hann afturat.
Men at fara undir okk
urt eksperiment við Tjóð
veldisflokkinum, sum fer
at krevja kostnasðarmiklar
yvirtøkur,
heldur
Johan
Samuelsen, er vágaverk fyri
Javnaðarflokkin.
Áki Bertholdsen
Samgongan hevur økt mun
andi um stættamunin í Før
oyum.
Tað staðfestir Javnaðar
flokkurin
á
landsfundi
leygardagin.
Og tað átalar flokkurin í
eini yvirlýsing eftir fundin.
- Tveir triðingar av fólkin
um fekk ikki lut í flatskatt
inum, og talið á fólki, sum
liva í fátækraváða er vaksið
munandi síðani samgongan
tók við.
– Landsfundurin stað
festir, at tann ójavni, ið sam
gongan hevur skapt, forðar
búskaparvøkstri og skapar
spjaðing millum bólkar og
øki í samfelagnum.
Javnaðarfólk halda, at
tískil er tørvur á einum
politikki, sum minkar um
ójavnan og savnar okkum
sum fólk, og sum endurreisir
álitið á politisku skipanina.
– Vit vilja skapa eitt sam
felag, har menniskju eru
fræls og javnlík og hava
møguleikan at fylgja sínum
egnu dreymum.
Fyri at lætta um ger
andisdegnum hjá fólki við
lág- og miðalinntøkum, fer
Javnaðarflokkurin at lata
kommununum
burturav
leigugjaldinum frá alivinn
uni, so tær kunnu hækka
botnfrádráttin.
– Inntøkur frá tilfeingis
gjaldi skulu tryggja fólka
pensjónistum,
støkum
uppihaldarum og lægri inn
tøkubólkunum ein fíggjar
ligan lætta.
Ætlanin er eisini at rað
festa íløgur í útbúgving og
læru, sum er fortreytin fyri
at fólk og vinna trívast og
støðast í Føroyum.
– Kennskapur og politiskt
tilknýti skulu ikki gera av,
hvussu tilfeingisvinnurnar
verða skipaðar og ríkidømið
verður býtt.
Tvørtur ímóti skal vinnu
politikkurin tryggja, at allir
føroyingar hava javnbjóðis
rætt at bjóða seg fram í
einari sunnari og javnari
kapping.
– Javnaðarflokkurin vil
tryggja, at landsins ríkidømi
kemur út í hvørt heim í
landinum, hevur flokkurin
samtykt á landsfundi leygar
dagin.
landsfundur
Ríkidømi út í hvørt
heim í landinum
Javnaðarflokkurin átalar, at hendan samgongan hevur økt um stættamunin í Føroyum
Avnokta Fólkaflokkin enn eina ferð
Tað er eingin meining í at fara í samgongu við ein flokk, sum ynskir okkara
hugsjón hagar piparið grør, sigur Aksel V. Johannesen
Aksel Johannesen, formaður Javnaðarfloksins