Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mai 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Alivinnan skal rinda eitt rímiligt gjald fyri at fáa rættin at brúka firðir og sund til aling. Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum í for­ mans­røðu síni, nú flokkurin hevur landsfund í Hósvík leygardagin. Men hann staðfestir somuleiðis, at hetta gjaldið skal beinleiðis markast til at lækka skattin hjá fólki við lágum inntøkum og miðal inntøkum. Hann fegnast um at tað gongst alivinnuni so mikið væl, at hon hevði eina heila milliard í yvirskotið í fjør. - Talan er um fýra ali­ fyritøkur. Meira enn helvt­ in av eigaraskaranum er útlendskur, staðfestir Aksel V. Johannesen. – Hesar fyritøkurnar hava ein framíhjárætt til allar firðir í Føroyum og onnur sleppa tískil ikki framat, hvørki at ala laks, tara ella annað, hóast áhugi skuldi verið tað. Formaðurin í Javnaðar­ flokkinum sigur, at undir hesum umstøðum er tað rímiligt, at alivinnan rindar nøkur fá prosent í leigu fyri sín framíhjárætt til okkara firðir – Vit hava skotið upp, at eitt rímiligt gjald er eitt tøkugjald á 5 prosent. Tøkugjaldið er virðið á laks­ inum, tá hann verður tikin úr aliringunum. Verður tøkugjaldið er fimm prosent, merkir tað eina inntøku á onkustaðni ímillum 80 og 100 milliónir krónur. – Hesi fimm prosentini skulu koma teimum lág­ løntu beinleiðis til góðar, sigur Aksel V. Johannesen. – Tí skal helvtin av tøkugjaldinum býtast javnt ímillum allar komm­un­ urnar. Hetta hevði gjørt tað møguligt hjá kommunum at hækka botnfrádráttin og harvið at lækkað skattin hjá lág- og miðalinntøkum, sigur Aksel V. Johannesen. – Harvið fáa allir før­ oyingar, sum jú eiga firð­ irnar, gagn av hesi sámu­ ligu leiguinntøkuni, sum alivinnan rindar fyri sín framíhjárætt, sigur for­ maðurin í Javnaðar­flokk­ in­um. landsfundur Áki Bertholdsen Fiskirættindini hjá Føroyum skulu seljast á einum frí­um marknaði. Og ein part­ur av inntøkunum skal brúk­ast til at lyfta børn úr fá­tækra­ døminum. Tað sigur Aksel V. Jo­ hanne­sen, formaður í Javn­ aðarflokkinum nú flokkurin hevur landsfund í morgun. Hann fegnast um, at tað gongur væl í uppisjóvar­vinn­ uni, har kvoturnar eru nógv hækkaðar – Kvotan av uppsjóvarfiski er vaksin eini 250.000 tons. Samanbera vit við tosk­in, avreiða føroysk skip bara 10.000 - 15.000 tons av toski um árið. Skipini avreiða altso 15.000 tons av toski og 500.000 tons av upp­sjóvar­ fiski. Avreiðingarvirðið av nýggja tilfeinginum er um­ leið 1,5 milliardir krónur og tær kundu komið ógvuliga nógvum føroyingum væl við. Hesi ovurstóru virði verða politiskt útlutað, tí føroyingar hava ikki javnbjóðis atgongd til til­feingið, staðfestir Aksel V. Johannesen. Men summir føroyingar, sum fáa atgongd til tilfeingið, gera sær dælt av tí og selja útlendingum tað. - Ein, sum vit hava hoyrt nógv um, er gamli reiðarin á Anitu, sum seldi spainólum tað fiskioyvið, hann hevði fingið púra ókeypis frá land­ inum. – Hann fekk 9 milliónir fyri tað og Jacob Vestergaard vardi hetta við at siga, at tað er best fyri meiniga før­ oyingin, at peningurin liggur í lummanum hjá reiðar­an­ um. – Lat meg spyrja, hvat fekk fólkapensjónisturin á Viðareiði burturúr hes­ ari sølu? Hvat fekk flaka­ kvinnan í Vestmanna burtur úr hesari sølu? Hvat fekk sjúkrasysturin á Argjum burtur úr hesari sølu, spyr for­maðurin í Javn­aðar­lokk­ inum. – Tey fingu einki burt­ ur úr. Tað einasta, vit fingu burturúr, er, at ein ein­ staklingur afturat gjørdist milli­óningur, leggur hann afturat. – Javnaðarflokkurin vil, at vit øll skulu hava javn­ bjóðis møguleika og javn­ bjóðis atgongd til náttúru­ til­feingið. Tí mæla vit til, at stórur partur av nýggja tilfeinginum verður seldur á einum fríum marknaði, har allir føroyingar kunnu keypa sær atgongd til fiskivinnuna í einari javnbjóðis kapping. – Í 2011 gjørdi minni­luta­ sam­gongan, sum Javnaðar­ flokk­urin var partur av, eina roynd at selja ein part av teimum nývunnu makrel­ rættindunum á einari upp­ boðsølu. Vit seldu 20.000 tons fyri tilsamans 72 mió. krónur. – Tá vit kunnu selja 20.000 tons fyri 72 mió., hvussu nógv kunnu vit so ikki selja umleið 250.000 tons fyri? Tey sum fáa minst Aksel V. Johannesen sigur, at inntøkurnar frá søluni av fiskirættindum skulu koma øllum føroyskum heimum og húsarhaldum til góðar. Ein uppgerð staðfestir, at 1.555 føroyingar liva undir fátækramarkinum og 5000 í fátækraváða. Ein stórur partur av hesum eru stakir uppihaldarar og teirra børn. – Tí skal ein partur av inntøkunum brúkast til at hækka serliga barnaískoytið, so vit kunnu lyfta hesi børn úr fátækradøminum. – Fólkapensjónistar, ið bara hava fólkapensjónina og Samhaldsfasta at liva fyri, liggja tætt niður ímóti fátækramarkinum. Tí skal ein partur av inntøkunum nýtast til at hækka viðbótina í fólkapensjónini. - Tey við lágum inntøkum hava tað eisini trupult, og tí skulu inntøkurnar ann­ ars brúkast til at lækka lønarskattin, so lág- og miðal­ inntøkurnar eisini kunnu fáa ein lætta í lands­skatt­inum, eins væl sum í komm­unu­ skattinum. – Soleiðis kunnu vit fíggja ein skattalætta, har tey, sum hava minst, fáa mest, sigur Aksel V. Johannesen. Fingu ein millióning afturat í Føroyum Soleiðis fíggja vit ein skattalættar, har tey, sum hava minst, fáa mest Alivinnan gjalda fyri skattalætta til láglønt Kommmunur skulu fáa gjald frá alivinnuni fyri at lækka skattin Frá landsfundinum Frá landsfundinum