Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mai 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 99 - 27. mai 2004 Nr. 99 - 27. mai 2004 11 Í útvarpinum týskvøldið hoyrdu vit um ætlanirnar hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, at fáa ein skipaðan íbúðarpolitikk. Tað er at fegnast um, at landsstýrismaðurin stingur út í kortið broytingar, og so er at vóna, at tað ber ávøkst, tí higartil hevur slíkt bara verið tos. Hóast føroyingar hava hildið, at tað at seta føtur undir egið borð var at byggja sær síni egnu hús, so er veruleikin meira fjølbroyttur. Men í Føroyum hevur alternativið verið privati leigumarknaðurin, sum ikki hevur verið serliga væl skipaður. Ætlanirnar nú eru at gera lóg um lutaíbúðir, at fólk, kommunur, felagsskapir o. o. kunnu taka seg saman og í felag byggja lutaíbúðir, sum fólk so kunnu keypa sær brúksrætt til. Hesa skipan kenna vit væl eitt nú úr Danmark, men hetta hevur ikki borið til í Føroyum. Ymsar tekniskar broytingar skulu til, eitt nú skal lógin um MVG broytast og lógin um rentustuðul, so slíkar ætlanir fáa somu sømdir, sum fólk fáa til privatar íbúðir. Hetta er eitt gott politiskt signal, sum vit heilsa væl- komnum, tí okkum tørvar ein meira fjølbroyttan íbúðarmarknað, tí í dag einki alternativ til privata sethúsabygging uttan privati, óskipaði leigumarkn- aðurin. Landsstýrismaðurin ætlar eisini at nútímansgera leigulógina, sum er frá 1940. Vert er at geva gætur, at tað einans er í Havn, at vit hava eina leigunevnd, hóast hon fyri tey flestu leigumálini ongan týdning hevur, tí fá leigumál verða send nevndini. Borgarstjórin í Havn ávaraði landsstýrið ímóti at gera broytingar, sum fóru at gera tað truplari hjá útleigarum. Hetta eigur landsstýrið sjálvandi at hava í huga, men marghátligur ótti, kortini. Um skipað viðurskifti skerja møguleikarnir fyri at leiga út íbúðir, so er tað besta tekini um, at vit skjótast gjør- ligt fáa eina brúkiliga leigulóg. Hetta skal kortini ikki skiljast so, at útleigarar hava tað alt ov gott og gera sær dælt av støðuni. Tað er hugsandi, at onkur ger tað, men vit skulu ikki skera øll yvir ein kamb. Tað eru nógvir seriøsir útleigarar, og teir eiga so avgjørt at verða tiknir upp á ráð. Men ein leigulóg er sjálvandi bæði fyri leigara og útleig- ara – hon skal ganga báðar vegir. Men tað týdningar- mesta er tó, at vit fáa skipað viðurskifti. Megnar landsstýrismaðurin hesini málini, so røkist fyri, at vit veruliga kunnu rokna við einum fjøl- broyttari íbúðarmynstri í Føroyum. DAGSINS MEINING Sosialurin Alneyðugar broytingar á íbúðarøkinum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hergeir Nielsen Enn eina ferð síggja vit Jacob Vestergaaard planta eitt prógv í bløðunum. Hesuferð verið eg lagdur undir at verja eina niður- gerð móti kommununum í Suðuroynni. Prógvið hjá ákæranum er eitt skjal, sum landsbókavørðurin hevur skrivað, og sum ákærin ger alment. Skjalið havi eg ongantíð sæð, orðingarnar havi eg ongantíð lisið, og lands- bókavørðin havi eg ongan- tíð havt nakað samband við um hetta mál. Havi einans verið á ein- um felags fundi í Øravík, hagar tingmenn vóru bodn- ir, og har Jacob Vestergaard boðaði frá, at hann var ímóti at fremja málið um meginbókasavnið. Nakrar orðingar hjá landsbókavørðinum verða nú gjørdar til mínar og sagt verður, at eg átti at átala henda ágang móti komm- ununum. Til hetta er stutt at siga, at torført er at átala ein ágang, sum tú einki kennir til. Orðingarnar hjá triðja- persóni eru mær ikki kunn- ugar. Tær eru mær óvið- komandi, og eg havi ongan- tíð sæð tær fyrr enn nú, tær standa á prenti í bløðunum. Skuldsetingarnar eru tí at javnmeta við høpisleysu skuldsetingarnar móti lær- araráðanum við miðnáms- skúlan, sum Jacob Vester- gaard segði hava samtykt at vera ímóti savninum. Jacob Vestergaard man hava sæð ov nógvar bíligar kriminalfilmar, og setur seg ov lítið inn í veruligu viður- skiftini. Hann plantar prógv her og har, og slotar síðani eftir møguleikum fyri at fella dóm upp á falskar fortreyt- ir. Nær hann gevst við hes- um virksemi sínum er ikki gott at vita, men tað er við at gerast leiðiligt at svara fleiri álopum av hesum slag. Bill Justinussen løgtingsmaður Hevur samgongan so ilt av sínum lyftum um sparingar í miðfyrisitingini, at løg- maður beinleiðis verður noyddur at lúgva fyri at fáa myndina at síggja betri út? Á tíðindafundinum varð upplýst, at kostnaðurin fyri Almanna- og heilsumála- ráðið var lækkaður úr 27 mió. niður í 20 mió. krónur, síðani hendan samgongan hevur tikið við. Sum tíðind- ini í Úrvarpi Føroya bóru hetta fram, so var ikki eitt orð sagt um, hvussu komið varð fram til hetta úrslitið. Men tað kann eg so gera, fyri at fáa hetta mistakið rættað. Elektronisk heilsuskipan Undanfarna samgonga setti 5 mió. av til útvegan av elektroniskari heilsuskipan. Hetta er ein skipan, sum umfatar alt heilsuverkið og partar av almannaverkin- um, og var tað tí náttúrligt, at hendan útreiðslan varð løgd beinleiðis undir lands- stýrismannin heldur enn undir eitt nú landssjúkra- húsið ella landsapotekaran. Sostatt var hendan útreiðsl- an ein partur av útreiðsl- unum til miðfyrisiting. Men hetta er ein útreiðsla, sum onki hevur við mið- fyrisitingina at gera, men sum av praktiskum orsøk- um varð løgd til miðfyrisit- ingina at umsita. Útreiðslan snýr seg ikki um fleiri al- menn størv ella útbygging av nøkrum almennum kongaríki, men um eina ítøkiliga menningarætlan, sum alt ov leingi hevur ver- ið bíðað eftir. Hesa út- reiðslu hevur núsitandi samgonga skotið út til komandi ár og komandi árini, og tí er als ikki talan um sparing. Útreiðslan kemur, og tað hevur tingið enntá eftir uppskoti frá núsitandi landsstýrismanni samtykt. Í ár er bert ein góð hálv millión sett av til hetta endamálið. Lygnin Har vóru altso slakar 5 mió, sum ikki eru spardar, og sum heldur ikki hava nakað við miðfyrisitingina at gera, so sum vit vanliga uppfata útreiðslur til mið- fyrisiting. Um aðrar lygnir eru í sparipakkanum hjá løgmanni, veit eg ikki enn, men tað fari eg at kanna. SO LÆTT KANN EIN LØGMAÐUR IKKI FARA UM SANNLEIKAN! Sparingin Tó skal sigast, at ein ítøki- lig sparing er: nú eru bert 7 landsstýrismenn í mun til 9. Men framvegis verða gold- nar 9 aðalstjóralønir, tí teir uppsøgdu aðalstjórarnir fáa mær vitandi framvegis aðalstjóraløn, so har varð lítið spart. Enntá vórðu 2 spildurnýggj størv stovnað til hesar báðar aðalstjórar- nar. Hvar er Fólkaflokkurin? Eg havi áður spurt og fari framvegis at spyrja; hvar er Fólkaflokkurin í øllum hesum kritikkinum av áður førda politikkinum. Fólka- flokkurin sat við landsins leiðslu í 6 ár, og tykist tað tí sera løgið, at hesin flokkur nú brádliga skal sita hinu- megin borðið og ferð eftir ferð fílast á sín egna politikk. Men soleiðis er so mangt forborgið í politikki. Illvøkstur Hví lýgur løgmaður á sínum fyrsta tíðindafundi Birgir W Høgnesen Tað kann tykjast eitt sindur undrunarsamt fyri vanliga borgaran, tá ið politiska skipanin nú er farin at viðgera útlendingar, tí tað er ikki dagur frá Gudi, at vit ikki møta útlendingum, sum passa sera væl inn í okkara »serføroyska« ar- beiðsmarknað. Vil av góðum grundum ikki koma inn á skipanina við ítróttarfólkum á hesum sinni, tí á mangan hátt er júst tað orðaskiftið fara av kós. Ongin ivi er um, at Jógvan við Keldu avgreiðir hatta við smidligheit, um eg kenni hann rætt. Flesum kunnugt er skip- anin soleiðis háttað, at norðurlendingar hava frítt at ferðast og arbeiða í lond- unum hjá hvørjum øðrum. Aðrir útlendingar mugu hava innferðarloyvi og arbeiðs- og uppihaldaloyvi fyri í heila tikið at vera í Føroyum. Á ymsan hátt eru vit í føroyingar nær tengd at útlendingum, um enn onkur innast inni hevur eina meining, um at hesi heldur átti at hildið seg í sínum egna heimalandi. Men um vit vilja tað ella ei, so umgangast vit útlend- ingar hvønn dag. Eg haldi ikki, at teir eru so nógv annarleiðis enn vit føroy- ingar og so slettis ikki nøk- ur hóttan í gerandisdeg- num. Her í Vestmnanna livir bygdarfólkið við útlending- um sum um einki var hent, ikki tí vit ikki geva okkum far um teir, men heldur er tað tí, at teir eru vorðnir ein vanlig gerandismynd. Í Vestmanna búgva í løt- uni fólk úr Australia, Ný Sælandi, Tailandi, Japan, Rumenia, Danmark, Mexi- co, Keynia, Russlandi, Týsklandi og so harum- framt okkara kendu ítrótt- arfólk úr Romenia. Hvør í Vestmanna vildi sent australiu-kvinnuna í ferðavinnuni ella tailensku mammuna, sum arbeiðir á Fiskavirking, ella japanan sum í áratíggir hevur arbeitt á mjólkarvirkinum av land- inum. Nei, eg meini so við, hasar tankarnar hava vit ikki. Hesi fólkini skapa sína tilveru á egnan mátt og megi, og á sín egna hátt og genera ongan. Tey klára seg og síni, uttan at tey síggjast nevnivert í samfelagnum. Tá ið foreldur í Vest- manna avlevera síni børn á dagstovn í Miðalsbrekku í Vestmanna, møta tey eini myrkari fittari Australskari kvinnu, sum tekur ímóti teirra børnum, men tað er so eiðasørt at foreldrini hugsa um, at hon ikki er føroysk. Eg haldi, at orðatakið at vit síggja flísini í annara eygum, men ikki bjálkan í okkara egnu, er farin at hóska til føroyingar, tí vit eru ov erkvisnir í útlend- ingamálum. Hvussu nógvir føroyingar fóru ikki burtur í lond í 90-unum og vórðu væl móttikin har tey komu. Nú havi eg bara skrivað um Vestmanna omanfyri, men hvussu eru Føroyar fyri, tá vit hugsa um út- lendingar. Vit kundu leys- liga farið í gjøgnum al- mennar og hálvalmennar stovnar og aðalaráðini. Tað almenna Longu á Løgmansskriv- stovuni finna vit australsku Kate Sanderson, fulltrúa. Í Vinnumálaráðnum finna vit landsdjóralæknan, danan Bjørn Harlou, og í Oljumálaráðnum finna vit teir báðar, danan Tommy Petersen, sum er ráðgevi, og norðmannin Alex Buvik, sum er trygdarleiðari. Øll minnast vit setanina av dananinum Steffan Stumman Hansen, lands- fornfrøðingi, sum er settur av Mentamálaráðnum, og í Mentamálaráðnum er eisini ein annar dani, Claus Reistrup, sum er Undirvís- ingarleiðari; ein av deildar- leiðarunum á Toll & Skatt er danin Kurt Madsen. Í Landsbanka Føroya arbeiða tveir útlendingar, um eg ikki minnist skeivt, í tí almenna Føroya Tele situr ein dani, Tage Iversen, í nevndini. Á skrivstovuni hjá At- lantic Airways er sølu- og marknaðarleiðarin danin Kent Kristensen og í nevndini situr íslendingurin Petur J. Eiriksson. Í beinleiðis framhaldi av Fíggjarmálastýrinum hevur Fíggingargrunnurin frá 92 sett danan Jørn Astrup Hansen, sum stjóra í Før- oya Banka, sum eisini er nevndarformaður í Elek- tron. Privata o.a. Á tí privata arbeiðsmarkn- aðinum kunnu vit eisini fara í landbúnaðin, t. d. MBM, har situr Íslend-ing- urin Eirikur Thorvaldson sum stjóri, og marknaðar- leiðarin sølufólk eru og har er danir. Bara fyri at nevna nøkur sum vit kenna heilt væl í almennum samanhangi, so kunnnu vit fara í Norður- landahúsið, har er íslend- ingurin Helga Hjørvar stjóri. Smyril Line setti fyri kortum nýggjan marknað- arstjóra, hann er dani, og ein nevndarlimur er het- lendingurin Morgan Good- lad. Í nevndini hjá telefonfe- lagnum Kalli sita tveir íslendingar, Halvor S. Snar- vold og Oskar Magnusson. Hvør kennir ikki útlend- ingarnar Arne Nørrevang og Dorete Block, restau- ranteigararnar Mouldi og Nordin Manai, alt vanligir borgarar, sum vit ikki geva okkum far um, men sum eru útlendingar. Á øðrum økjum hava vit valt at hava »leysar« út- lendingar í starvi t. d. Hendrik Larsen venjara á fótbóltslandsliðnum og seinasta árið Lars Neder- gaard á hondbóltslandslið- num. Eg kundi nevnt fleiri sjálvandi, men í tónleika- verðini eru nógv fólk, sum koma úr londum uttan fyri norðanlond. Hesi fólk, sum so nógv er brúk fyri, tí tey ríka okkara tónleikamentan eru Anette Nielsen úr Týskalandi, Claire Lydon Thomsen úr Onglandi, Katja Volovelskaja úr Ruslandi, Kenneth Jones úr Wales, Kenneth Mcleod úr Skotlandi, Ljudmila Bere- zina úr Ruslandi, Martin Pollard úr Onglandi, Monika Stauss Joensen úr Sveis, Nikos Kapnas úr Grikkalandi, Sharon Weiss úr Amerika, Steven Foggin úr Onglandi og helst eru tað fleiri, sum ríka tónleikin, men sum vit ikki geva okkum far um í dagliga degnum. Men eitt er vist, vóru tey send av landinum, so vóru tey ein mangul í føroyska samfelagnum. Hava vit føroyingar nakr- ar trupulleika við útlend- ingum, kundi ein spurt? Sum tað sæst omanfyri, so liva vit í tí saligu trúgv, at vit hava ongar útlending- ingar búgvandi. Men myndin sær annar- leiðis út, tí staðfest er, at Føroyar hava helst heims- met í útlendingum í mun fólkatalið, og so kann ein spyrja, hevur hetta gjørt Føroyar til eitt verri land, nei so avgjørt ikki, heldur tvørturímóti. Tá eg vaks upp í Klaks- vík vóru nøkur serlig tón- leikafólk í býnum. Hesi vóru Alex Sólstein, Sámal Petersen og ikki at gloyma Jógvan við Keldu. Eg minnist hvussu Jógvan rík- aði tónleikalívið á so mang- an hátt við klaverspæli og sum kórleiðari. Myndin omanfyri vísur, at útlendingar í tónleika- vinnuni rúgva mest upp í útlendingamálum og so eru tey enntá ikki norðurlend- ingar. Góði Jógvan, minst nú til, at tónleikalívið tekur hesi fólkini, tí tey liggja inni við eini vitan, sum kann menna føroyska tónleikalívið. Tað sær út til, at vit hava brúkt nógv útlendsk fólk í almennu umsitingini, í tón- leikalívinum og í almenn- um og hálvalmennum nevndum og ráðum, so tað almenna gongur undan í so máta. Bert spell, at ítrótt- arfeløgini ikki fáa sama møguleika sum tað almenna. Eg skal í hvussu so er bjóða øllum, sum eru nevnd omanfyri hjartaliga vælkomin, vit vita at tit ikki skaða Føroyar á nakran hátt, heldur tvørturímóti. Fyribyrgingarráðið www.fyribyrg.fo Spurnarkapping 7. At roykja sigarettir, sigarir og pípu økir um vandan fyri krabba á vørrum, í munni og niðri í hálsi. _ rætt _ rangt 8. Hvussu leingi skal ein ungur roykja aðrenn hann sýnir eyðkenni til at verða bundin til tubbak: _ A) Nakrar fáar vikur _ B) Fleiri mánaðar _ C) Fleiri ár 9. Hvussu nógv hevur ein fjúrtan ára gamal/gomul, sum roykir 10 sigarettir um dagin, brúkt, tá ið hann/hon er 20 ára gamal/gomul (eftir 6 árum)? . _ A) 5.670 kr. _ B) 11.910 kr. _ C) 25.700 kr. _ D) 38.325 kr 10. Skal sleppast undan vandanum, umvegisroykjarum verður fyri, ber til at: _ A) lata vindeygað upp _ B) gera serligt øki til roykjarar _ C) roykja á einari skrivstovu og lata hurðina vera afturlatna _ D) útihýsa allari royking innandura 13. At anda djúpan og gera venjingar kann hjálpa tær at gevast við at roykja. _ rætt _ rangt 14. Helvtin av øllum roykjarum vóru longu byrjaði at roykja, tá ið tey vóru: _ A) 14 ár _ B) 18 ár _ C) 20 ár _ D) 25 ár VIÐMERKINGAR Eru útlendingar í Føroyum? Nú tosað verður um at broyta útlendingalógina Spurningar um tubbak Klipp spurnablaðið úr blaðnum. Skriva rætta svarið í spurnarblaðið, skriva navn og bústað og send spurnarblaðið til: Fyribyrgingarráðið Postsmoga 135 FO-110 Tórshavn Spurnablaðið skal vera Fyribyrgingarráðnum í hendi í seinasta lagi 28. mai. Hvør luttakari kann bara senda eitt spurnarblað til kappingina, og er aldursmarkið 18 ár. Drigið verður millum spurnarbløðini, ið eru rætt svarað, á Torginum í SMS á Altjóða Roykfría degnum, leygardagin 29. mai kl. 13.00. Harumframt hava tey, ið vitja básin hjá Fyribyrgingarráðnum altjóða roykfría dagin, eisini møguleika fyri at luttaka í kappingini. Spurnarblød eru at fáa í básinum hjá Fyribyrgingarráðnum 29. mai í SMS, men tey mugu verða útfylt og leverað til kappingina í seinasta lagi kl. 12.30. Fyrsta spurnarblaðið, ið verður drigið og sum er rætt svarað, vinnur eina viku- skiftisferð fyri tvey til Reykjavíkar ella Aberdeen og aftur við Atlantic Airways annar vinningur verður ein gáva frá Almanna - og heilsumálaráðnum og triði vinningur verður eitt gávukort á 1000 kr. frá SMS. C M Y K 11 10