týsdagur 13. mai 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Tað er niðurstøðan í einari
stórari kanning, sum av
stralskir granskarar hava
gjørt. Granskararnir, sum
arbeiða á lærda háskúl
anum í Queensland, siga í
niðurstøðuni, at tað er alt,
sum bendir á, at um allar
kvinnur í 40'árunum og
eldri høvdu rørt seg reglu
liga, hevði tað bjargað
næstan 3.000 mannalívum
um árið. Og hetta talið
umfatar bara Avstralia.
Granskararnir
hava
hildið eygað við heilsuni
hjá
meiri
enn
30.000
kvinnum, sum eru føddar í
1930'unum, 1950'unum og í
1980'unum.
Í niðurstøðuni skriva
granskararnir millum ann
að, at hjá kvinnum niðan
fyri 30 ár er roykingin tann
størsti trupulleikin, men
so hvørt sum kvinnurnar
eldast, og fleiri leggja av at
roykja, er vantandi rørsla
tann stórsta orsøkin til, at
kvinnur fáa hjartasjúkur,
sigur BBC, sum hevur hugt
í frágreiðingina.
Fyri stuttum skrivaði danska
tíðarritið Ugeskrift for Læger,
at tey seinastu tjúgu árini er
talið á dønum, sum doyggja
av sjúku í hjartanum, minkað
heili 75 prosent.
Tíðarritið legði afturat,
at onga aðrastaðni í Evropa
er talið á fólki, ið doyggja av
hjartasjúku, minkað so nógv
sum í Danmark.
Tað sama her
Men tað er ikki bara í Dan
mark, at færri og færri
doyggja av sjúku í hjartan
um. Hagtølini hjá Lands
læknanum vísa, at gongdin
hevur verið tann sama í Før
oyum.
Tølini hjá Landslæknaum
vísa, at í 1998 doyðu 118 fólk
í Føroyum av hjartasjúkum.
13 ár seinni, í 2011, var talið 51
ella 57 prosent minni.
Í hagtølunum sæst eisini,
at minkingin er heldur størri
hjá kvinnum enn hjá mon
num. Í 1998 doyðu 63 menn og
55 kvinnur av hjartasjúkum,.
Í 2011 vóru tølini ávikavist 29
og 22 og minkingin ávikavist
54 og 60 prosent.
Gongdin
tey
seinnu
árini hevur havt við sær, at
ein munandi minni partur
av teimum, sum doyggja,
doyggja av hjartasjúkum. Av
teimum 363 føroyingunum,
sum doyðu í 1998, doyðu 118
ella 32,6 prosent av hjarta
sjúkum. Í 2011 doyðu 377 fólk
í Føroyum og 51 teirra av
hjartasjúkum. Tað svarar til
13,6 prosent.
Iskæmi
Tað eru serliga tilburðirnir av
iskæmiskum hjartasjúkum,
sum eru nógv fækkaðir. Hetta
eru
tær
hjartasjúkurnar,
sum standast av, at hjartað
fær ov lítið av blóði, tí at
hjartaæðrarnar eru vorðnar
ov trongar orsakað av ov
nógvum feitti, kolesteroli, í
blóðinum.
Tølini hjá Landslæknanum
vísa, at av teimum 118 føroy
ingunum, sum doyðu av
hjartasjúkum í 1998, doyðu
teir 92 av iskæmiskum hjarta
sjúkum. Men hetta er nógv
broytt síðani, tí av teimum
51, sum doyðu av hjarta
sjúkum 2011, doyðu 26 tey av
iskæmiskum hjartasjúkum
Hyggja vit at, hvussu
gongdin hevur verið hjá teim
um báðum kynunum, doyðu
51 menn og 41 kvinnur av
iskæmiskum hjartasjúkum
í 1998. Í 2011 vóru tey tilsvar
andi tølini 18 og 8. Hjá monn
unum var minkingin 65 pro
sent og hjá kvinnunum 80
prosent.
Hinvegin stendur talið
á teimum, sum doyggja av
øðrum hjartasjúkum í stað. Í
1998 var tað 26, og í 2011 var
tað 25. Býtið millum kynini er
heldur ikki broytt her. Í 1998
doyðu 12 menn og 14 kvinnur
av øðrum hjartasjúkum. Í
2011 vóru tey tilsvarandi
tølini 11 og 14.
Fleiri orsøkir
Í Danmark eru granskararnir
ikki heilt vísir í, hví so nógv
færri fólk doyggja av hjarta
sjúkum. Ein orsøk kann vera,
at rættiliga nógv fólk hava
lagt av at roykja í hesum
tíðarbilinum, og ein onnur
orsøk kann vera, at fólk eta
sunnari mat og røra seg
meiri.
Ein triðja orsøk, sum
granskararnir nevna sum ein
møguleika, er, at í 2003 setti
Danmark sum tað fyrsta
landið í heiminum forboð fyri
at brúka eftirgjørt transfeitt
í matvørum. Hetta feittslagið
er sera ósunt, og forboðið
kann hava havt seta stóran
týdning, siga granskararnir.
At enda er tað ein partur
av frágreiðingini hjá teimum
donsku granskarunum, at
læknavísindin er vorðin mun
andi betri til at viðgera fólk,
sum eru sjúk í hjartanum.
Við verandi gongd er tað ikki
óhugsandi, at um eini fimm
ár verður tað sjáldsamt, at
nakar dani um miðjan ald
ur fer at doyggja av hjarta
sjúku.
Ein sólskynssøga
Jenis av Rana, kommunu
lækni, ivast ikki í, at ein
meginorsøk til tey nógv
fækkaðu
deyðsføllini
av
hjartasjúkum
í
Danmark
og Føroyum eru úrslit av, at
danir avmarkaðu nýtsluna
av transfeittsýrum fyri 10
árum síðani.
Hann vísir á, at næstan
allur matur, sum vit eta,
kemur úr Danmark, og tí
hevur gongdin verið at kalla
tann sama her sum har, sigur
hann.
Transfeittsýrur eru ómett
aðar framleiddar sýrur, sum
verða koyrdar í matvørur,
fyri at tær skulu halda sær
betur.
- Men hesar transfeitt
sýrurnar økja vandan fyri
æðrakálking og harav kom
num blóðtøppum 10 ferðir,
um vit samanbera við van
ligar
mettaðar
feittsýrur.
Transfeittsýrurnar økja um
tað vandamikla kolesterolið
(LDL) og minka um tað
gagnliga kolesterolið (HDL).
Hendan marksetanin, sum í
2004 varð sett fyri nýtsluni
av transfeittsýrum, er ein
fantastisk sólskinssøga, sigur
Jenis av Rana.
Eins og teir donsku gransk
ararnir er Jenis av Rana
sannførdur um, heilivágur
og tey nógvu átøkini ímóti
feitti og yvirvekt eins og
meiri tilvitan um týdningin
av rørslu eiga teirra part av
æruni av, at tilburðirnir av
hjartatilburðum av iskæmi
eru so nógv fækkaðir.
Nógv færri doyggja av hjartasjúkum
Kvinnur
skulu út at renna
Ov lítil rørsla er høvuðsorsøkin til hjartasjúkur
hjá kvinnum oman fyri 30 ár
Mynd Dávur Winther
Tað er ikki bara í Danmark, at færri doyggja av hjartasjúkum. Soleiðis
er eisini í Føroyum, og orsøkirnar er helst tær somu
Avgerðin hjá dønum at avmarka
nýtsluna av transfeittsýrum
hevur havt sína sjónligu
ávirkan í Føroyum,
sigur kommunu
læknin Jenis
av Rana