Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54 18 Sosialurin Samtak Stoffalág 17 FO-100 Tórshavn Tlf. 210013 samtak@samtak.fo www.samtak.fo   Føroya Arbeiðarafelag Stoffalág 17 FO-100 Tórshavn Tlf. 312101 Formaðurin 212419 fafelag@fafelag.fo www.fafelag.fo   Føroya Fiskimannafelag Bryggjubakki 14-16 Postboks 58 FO-110 Tórshavn Tlf. 31 15 69  Formaðurin 281569 fo-fisk@olivant.fo www.fiskimannafelag.fo Havnar Arbeiðsmannafelag   Postsmoga 305                FO-110 Tórshavn      Tlf. 59 09 30 Formaðurin 517103 haf@haf.fo                   Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Kirkjubrekka 1  FO-700 Klaksvík  Tlf. 45 50 90   Formaðurin 215090  kamf@olivant.fo Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Kirkjubrekka 1 Boks 325 FO-700 Klaksvík Tlf. 455218  Forkvinnan 223864  kl-arbkv@olivant.fo Vit fara restina av árinum at vera ein regluligur táttur í Sosialinum. Á hesum síðum er ætlanin at taka upp evni, sum eru viðkomandi fyri limirnar í feløgunum í Samtak, at kunna um sáttmálarættindi og skyldur, at lýsa tey rættindi og limafyrimunir tú hevur við at vera limur í fakfelag, at lýsa feløgini í Samtak og annars at taka upp evni, sum hava samfelagsligan áhuga. Eisini er meiningin at lýsa arbeiðslív runt um í Føroyum bæði á sjógvi og landi. Virksemi og leikluturin hjá fakfeløgunum í dag er munandi meir enn bara at samráðast um ein sátt­mála annað hvørt ár, og at ansa eftir, at sáttmálin verður hildin. At tryggja grundleggjandi vælferðarrættindi, tala søk ar­beiðar­anna og fiskimanna hjá myndug­ leikum og at gera hoyrings­skriv er eisini ein týðandi partur, sum fer við nógvari ar­beiðs­ orku. Feløgini í Samtak hava tryggingar og eftirlønar­skipanir, vit bjóða ókeypis løg­ frøð­iliga ráðgeving har til ber at spyrja um viðurskifti á arbeiðnum, um keyp og sølu av húsum, bili, jørð, um arv, foreldra­myndug­ leika, sosial viðurskifti o.s.fr. Feløgini taka eisini óteljandi mál upp við myndugleikar, har fólk eru vorðin sjúk ella fingið skaða bæði á ella uttan­fyri arbeiðið. Dyrnar eru altíð opnar hjá Samtak og feløgunum í Samtak, á hesum síðunum og í komandi bløðunum kunna vit um tykkara rættindi, og hví tað loysir seg at vera limur í feløgunum í Samtak. Samtak var stovnað fyri 7 árum síðani av Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiski­manna­ felag og Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hildu, at nú var stundin komin, at fáa yvir­ skipað fakfelagsligt samstarv. Seinni komu so bæði Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag við í Samtak, og umboðar felagið umleið 1/3 av løntakarunum. Orsøkin hjá feløgunum til at stovna Samtak var at fáa ein sterka savnandi rødd fyri fakfeløgini. Samtak skal kunna limirnar um rættindi teirra og arbeiðsmarknaðar viðurskifti sum heild, og at økja tilvitskuna um arbeiðsmarknaðin úr sjónarhorni løntakaranna. Viðurskifti hjá limunum í Samtak skulu hava størri rúmd í almenna rúminum. Samtak skal hjálpa fakfeløgunum at betra um korini hjá limum sínum, og ber javnan tíðindi og sjónarmið frá fakfeløgunum. Samtak fer at fylgja væl við í tí sum fyriferst í almenna rúminum, og ger tilmæli til politiska landslagi um ymiskar lógir, ið eru viðkomandi fyri limirnar. Tey fimm feløgini handan Samtak vóna við tíðini at kunna savna fleiri fakfeløg í Samtak. Um Samtak Vælkomin á Samtakblaðið Góðan lesihug Sonja J. Jógvansdóttir Ókeypis Løgfrøðilig ráðgeving Mikudagar kl 18 - 19, kunna limir hjá Samtak ringja beinleiðis til advokatin á tlf 597978. Til ber t.d. at spyrja um viðurskifti á arbeiðnum, um keyp og sølu av húsum, bili, jørð, um arv, foreldramyndugleika, sosial viðurskifti o.s.fr.  Tú ert tryggjaður Sum limur í einum av feløgunum í Samtak ert tú tryggjaður um illa vil til, eisini hava øll feløgini lokagjald, sum tú fært útgoldið, tá ið tú gerst pensjónistur, um tú lýkur limatreytirnar. Set teg í samband við títt felag um trygginarnar og samsýningarnar. Eftirsitisløn hjá arbeiðarafeløgunum Tá arbeiðsfólk, sum hevur verið í minsta lagi 1 ár í starvi hjá verandi arbeiðsgevara, doyr, meðan hann/hon er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/sambúgvi ella børn undir 18 ár, sum arbeiðsfólk hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsitiløn fyri tann mánaðin, tá viðkomandi doyr, og 3 mánaðir fram