týsdagur 13. mai 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54
Lønin hækkar hjá arbeiðaranum
Fyri okkum er tað sera týdningarmikið, at vit hava skipaði
viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, og at vit gera sáttmálar fyri
ymisku serøkini. Í ár var nýggjur sersáttmáli gjørdur fyri alivinnuna,
og eg vænti at onnur øki eru fyri tørni komandi samráðingar, sigur
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Sjálvur fegnast
hann um, at til bar at hækka reallønina hjá arbeiðaranum, soleiðis
at limir hansara gerast betur fyri um tvey ár enn tey eru nú
Sonja J. Jógvansdóttir
Vit høvdu nakrar greiðar málsetn
ingar við hesum samráðingunum,
og sjálvandi er lønin altíð týdn
ingarmikil, sigur Georg F. Hansen,
formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Tey
fimm
arbeiðarafeløgini
hava seinastu nógvu árini verið til
samráðingar saman, og hevur hetta
rigga væl.
Um aldarskiftið vóru tvey drúgv
verkføll og tvey vóru seinast í
80’unum, annars hava ógvuliga fá
verkføll verið.
– Tað er ein mýta, at tað eru so
nógv verkføll í Føroyum, tí um tit
hyggja 40 ár aftur í tíðina hava tað
einans verið 4 verkføll, tað er onki
at tosa um. Tær allar flestu samráð
ingarnar enda við semju, og síðani
eg gjørdist formaður í Føroya
Arbeiðarafelag hava vit klárað sam
ráðingarnar uttan semingsfólk, og
tað haldi eg er gott, leggur Georg F.
Hansen dent á.
Reallønin hækkar
Til samráðingarnar hesaferð var
tað sera týdningarmikið fyri ar
beiðarafeløgini at fáa eina somikið
góða lønarhækkan, so at henda ikki
verður etin upp av prísvøkstri.
Hóast prístalið er lækkað sein
asta árið, so eru útlit fyri, at prís
talið fer at hækka komandi tíðina,
tískil var neyðugt at fáa eina muna
dygga lønarhækkan. Um hugt verð
ur at samráðingarúrslitinum, so
sæst, at henda lønarhækkan var
munandi størri enn lønarvøksturin
hevur verið seinastu tvær samráð
ingarnar. 4,80 kr hækkar lønin yvir
tvey ár, soleiðis at tímalønin 1. Mai
2015 verður grundlønin 120,44 kr +
10% í eftirløn og 12% í frítíðarløn.
– Vit eru ógvuliga fegin um, at
fáa eina lønarhækkan sum ger, at
vit fyrsta árið varðveita reallønina,
og tað næsta árið hækkar reallønin.
Hetta var sera týðningarmikið fyri
allar nevndirnar í arbeiðarafeløg
unum, vísur Georg F. Hansen á.
Sersáttmálar
týdningarmiklir
Arbeiðarafeløgini hava seinastu
samráðingarnar gjørt fleiri sersátt
málar, sum aloftast standa aftur
at høvuðssáttmálanum. Feløgini
hava í løtuni sersáttmála innan
alivinnuna, fyri bussførarar, fyri
matstovu- og hotellvirksemi, fyri
trygdarfeløg, fyri dagrøktarar um
framt aðrar sáttmálar fyri einstøk
arbeiðsøki og arbeiðspláss – t.d.
pelagisku virkini og landarasátt
málin í Fuglafirði.
– Tað skerst ikki burtur, at ar
beiðarafeløgini rúma sera nógvum
og ymiskum starvsbólkum, og tískil
er neyðugt at fleiri økjum at hava
serligar ásetingar um tað vinnu
virksemi. Hetta er nakað, sum
hevur vundið upp á seg seinastu
árini, og eg síggi fyri mær, at vit
framyvir fara at gera fleiri sersátt
málar.
Formaðurin í Føroya Arbeiðara
felag er fegin um sersáttmálan
fyri alarar, har tað m.a. er ásett, at
viðbótin fyri alarar er í minsta lagi
15%.
– Tað er týdningarmikið at fáa
skipaði viðurskifti, og øll vinna við
hesum sáttmálanum, tí hann ásetir
eisini løn, yvirtíð o.a., at formenn
kunnu vera limir í feløgunum, og
at tað verður hugt við vælvild eftir
umbønum um undantaksloyvi, um
so er at verkfall skuldi komi, sigur
Georg F. Hansen.
Nógvar batar
– Eg má siga at fyri mítt viðkom
andi, at so eri eg væl nøgdur við
semjuna vit gjørdu 6. mai, tí vit
hava fingið hópin av ymiskum
ábøtum á sáttmálan, sigur Georg F.
Hansen, og vísir á, at nevndarlimir
í arbeiðarafeløgunum fáa somu
verju sum álitisfólk, álitisfólka
skipanin er útbygd, ásett er, at
trivnaðarumboð verður á arbeiðs
plássunum, ein áseting er um betri
løn til fólk, sum røkja hægri starv
og arbeiðsfólk fáa rætt at fara
í farloyvi, um hetta ikki nervar
arbeiðsplássið.
Í
fastlønarsáttmálanum
eru
arbeiðsfólk vorðin betri tryggjað
undir
sjúku.
Ein
spildurnýggj
áseting um reingerð er eisini
komin inn í sáttmálan, sum verjir
arbeiðsfólk í vinnuni betri, har
ósemja er um tíðarkarmin fyri
reingerðina.
Áseting
er
hartil
komin um búna, sum ger sáttmálan
betri og greiðari.
Tímaløn 2014
117,84 kr
119,31 kr
120,79 kr
121,67 kr
122,55 kr
Ársløn 2014*
245.107,20 kr
248.171,04 kr
251.234,88 kr
253.073,18 kr
254.911,49 kr
Tímaløn 2015
120,44 kr
121,95 kr
123,45 kr
124,35 kr
125,26 kr
Ársløn 2015*
250.515,20 kr
253.646,64 kr
256.778,08 kr
258.656,94 kr
260.535,81 kr
Lønin hækkar í sáttmálaskeiðnum soleiðis:
1. mai 2014 hækkar lønin 2,20 kr. / 1. mai 2015 hækkar lønin 2,60 kr.
Lønin hækkar 4,80 kr í sáttmálaskeiðnum soleiðis at arbeiðara
feløgini vaksa um realløn sína. Hetta var eitt av høvuðskrøvunum
til sáttmálasamráðingarnar hesaferð. Eftirlønin hjá Arbeiðara
feløgunum er komin upp á 10%, so enn er góð tíð at náa tey lógar
kravdu 15%, sum skulu náast innan 2028. Feløgini raðfestu ikki eftirløn
frammarlaga til hesa ella seinastu sáttmálasamráðing, tí tað loysir
seg munandi verri at spara upp nú eftirlønin verður skattað forút
við 40%. Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag er væl
nøgdur við semjuna, og ætlar at brúka nógva orku til at førleikamenna
áltisfólk, so at hesi vera betri brynjaði at røkja áltisstarv sítt.
Sum løntakari, hevur tú lógar
tryggjað krav upp á frítíðarløn
av hvørjari útgoldnari løn, sum
tú fært.
Frítíðarlønin er antin 12%
omaná lønina, og so heldur tú frí
uttan løn ella er hon 1,5% omaná
lønina, og so hevur tú rætt til frí
við løn.
Øll hava rætt til fimm vikurs
summarfrítíð, sum skal haldast í
tíðarskeiðnum 1. mai – 1. oktober.
Nær tú heldur frítíð verður
ásett í samráð við arbeiðsgev
aran. Tú hevur ikki krav uppá
at halda frí eitt ávíst tíðarskeið,
men tú hevur rætt til fýra vikurs
samanhangandi frítíð í tíðar
skeiðnum mai-oktober.
Nær skalt tú halda frí?
Á flestu arbeiðsplássum er
ongin trupulleiki við frítíðini,
sum verður gjørt eftir avtalu,
men arbeiðsgevarin hevur rætt
til at nokta tær frí eitt ávíst
tíðarskeið, um hetta ikki letur
seg gera í mun til arbeiðsplássið.
Fleiri og fleiri arbeiðsgevarar
eru eisini byrjaðir at koyra alt
starvsfólkið í frí í tíðarskeiðnum,
har ídnaðarfrítíð er – hetta er
vanliga í seinnu helvt av juli til
í byrjanini av august. Hetta er
eisini tíðarskeiðið, har fólk flest
ynskja frítíð, tí børnini hava
feriu, og hetta passar væl saman
við nógvum summartiltøkum,
ólavsøku, hoygging og øðrum.
Arbeiðsgevarin skal boða frá
3 mánaðir áðrenn frítíðin skal
haldast.
Hvat við sjúku?
Gerst tú sjúkur beint áðrenn
tú skalt í summarfrítíð, og ert
sjúkur nakrar dagar inn í tína
frítíð, so telja sjúkradagarnir
ikki sum frídagar.
So mást tú gera avtalu við
arbeiðsgevaran nær tú heldur
teir dagarnar. Vanligt er, at
leggja teir afturat í endanum
av tí frammanundan avtalaðu
frídøgunum, so tú ert í frítíð,
tað skeiðið, sum tit hava avtalað.
Ert tú somikið óheppin at
gerast sjúkur eftir at frítíð
tín er byrjað, so hevur tú ikki
rætt til at fáa eyka frídagar í
tíðarskeiðnum tú ert sjúkur.
Sjúkudagarnir, sum eru byrjaðir
í frítíðini, heftir tú sjálvur fyri.
Skal eg hava frítíðarløn?
Øll skulu hava frítíðarløn – hetta
er ein lógarfestur rættur, sum
ongin kann taka frá tær.
Avtala um at siga frá sær
rættir til summarfrí og frítíðar
løn er ógildug og eisini avtala,
um at innrokna frítíðarlønina í
vanligu lønina.
Frítíðarlønin er 12 prosent
av lønini í innvinningarárinum
frammanundan. (1. apríl – 31.
mars)
Uppsagnir og frítíðarløn
Rætturin til frítíðarløn er vardur
móti úttøku og mótrokning.
Um løntakarin verður sagdur
úr starvi og uppsagnarfreistin
ikki er úti 1. mai, so skulu 4 vikur
leggjast
afturat
uppsagnar
freistini, tí sambært lógini skal
uppsagnarfreistin ikki styttast
við at frítíðin verður løgd í upp
sagnarfreistin.
Frítíðarlønina skal gjaldast á
frítíðarkonto samstundis, sum
lønin verður flutt. Løntakarin
fær frítíðarlønina útgoldna 2.
mai.
Um arbeiðsgevarin ikki rind
ar frítíðarlønina rættstundis,
so verður renta roknað við 1,5
prosent um mánaðin. Rætturin
til frítíðarløn og frítíðarískoyti
fyrnast, um kravið ikki er gjørt
galdandi inan 1 ár.
Tey fastløntu hava rætt til
feriu við løn og fáa so frítíðar
ískoyti 1,5 procent av lønini út
goldið 2. mai.
Øll hava rætt til frí og frítíðar
løn, eisini hóast tú bara arbeiðir
hálva tíð ella minnið, so hevur
tú framvegis rætt til 5 vikurs frí
í tíðarskeiðnum 1. mai – 1. okt,
herav skulu 4 vikur vera saman
hangandi. Somu reglur eru eisini
galdandi fyri fólk, sum arbeiða í
skiftivakt, t.d. aðru hvørja viku.
Tey skulu eisini hava í minsta
lagi fýra av fimm vikum saman
hangandi frítíð, og taka tískil
part av síni feriu í frívikunum,
men ongantíð meir enn helvtin
av frítíðini liggur í frívikunum.
Arbeiðsgevari skal ikki biðja teg
til arbeiðis í teimum vikunum,
sum tit hava avtalað, at tú hevur
frí í.
Øll hava rætt til
frí og frítíðarløn
Fyri tveimum vikum síðani var
frítíðarlønin útgoldin og skjótt fara
flest øll í summarfrítíð. Frítíðarlønin
er ásett í frítíðarlógini, har treytir
fyri frítíð eisini eru ásett