týsdagur 13. mai 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54
20
Sosialurin
Formaðurin í Fiskimannafelagnum ivast ikki
í, at Anita enn hevði verið til garnafiskiskap
undir Føroyum við ólógligari útlendskari
manning og uttan at halda veiðireglurnar,
um hann ikki hevði havt meldað skipið til
løgregluna í februar mánaði. Hann krevur,
at ábyrgdin fyri gøluni og øllum, ið henni
hoyrir til, verður staðfest og staðsett
Ingolf S. Olsen
11. februar í ár hendi syndarlig van
lukka umborð á garnaskipinum
Anitu, tá hin 34 ára gamli indones
iski sjómaðurin Saefudin sjólætst,
meðan skipið setti gørn í illveðri á
Skeivabanka einar 180 fjórðingar í
ein útsynning úr Suðuroynni.
Skipið helt tó áfram at fiska í
einar 10 dagar, áðrenn tað kom inn,
tí Sjóvinnustýrið helt tað ikki vera
neyðugt at krevja skipið til lands.
Og Jan Højgaard, formaður í
Føroya Fiskimannafelag, er sann
førdur um, at garnaskipið var
farið aftur til fiskiskap við somu
indonesisku manningini fáar dagar
seinni, um hann ikki meldaði skipið
til løgregluna hin 23. februar, dagin
fyri at sjóforhoyrið var í Føroya
Rætti í sambandi við vanlukkuna
11. februar.
Orsøkin til at fiskimannafelags
formaðurin meldaði Anitu til løg
regluna var, at hann hevði upp
spurt, at útlendska manningin var
í holtur við at landa skipið í Norð
havnini í Klaksvík. Tað hevði hon
ikki loyvi til, tí ongin av teimum
hevði arbeiðs- og uppihaldsloyvi
í Føroyum. Tað krevst fyri at gera
arbeiði á landi í Føroyum.
– Tað var onki, sum bendi á, at
nakrar nærri kanningar skuldu
gerast av nøkrum viðvíkjandi skipi
og manning. Sjóforhoyrið var bara
ein rutina, sum skuldi fáast frá
hondini. Skipið hevði eisini latið
øll gørnini staðið á Skeivabanka,
so teir roknaðu bestemt ikki við, at
teir skuldu steðga leingi inni, sigur
Jan Højgaard.
Onki var í lagi
Tað vísiti seg eisini skjótt, at viður
skiftini hjá manningini als ikki
vóru í lagi. Hinvegin var skilið so
ringt, at myndugleikarnir gjørdu
av, at øll tann útlendska manningin
– umleið 30 í tali – skuldi sendast
heim.
Og síðani rullaði kavabólturin,
tí støðugt meira kom undan kavi,
tá løgreglan av álvara fór at vísa
skipinum áhuga. Undir sjóforhoyr
inum var eisini nógv undrunarvert
og komið fram um arbeiðsviður
skiftini og ikki minni trygdar
viðurskiftini umborð, umframt at
tað var sera ógreitt, hvør í veru
leikanum hevði evsta ræðið umborð
– um tað var føroyski skiparin ella
spanski yvirstýrimaðurin.
Skipið slapp ikki út aftur, men
ongin tyktist leggja nakað í, at
gørnini hjá skipinum framhaldandi
stóðu og fiskaðu á Skeivabanka.
Lógin fyriskrivar annars, at gørn
ikki mugu standa í sjónum longri
enn 72 tímar.
Ikki fyrr enn Kjartan Hoydal,
pensjoneraður fiskivinnufrøðingur,
alment gjørdi vart við hetta, fór
onkur at ressast. Fyrst segði Vørn/
Fiskiveiðieftirlitið seg ikki hava
nakað mandat at gera nakað við
ólógliga fiskandi gørnini, men at
enda meldaði eftirlitið kortini
Anitu til løgregluna – eftir at
gørnini høvdu staðið á Skeivabanka
og fiskað í 35 dagar.
Grov lógarbrot
Tá skipið varð kravt at draga gørn
ini og fór út, fyri stórsta partin
mannað við íslendingum, vóru
eftirlitsfólk frá Vørn við, og tað
vísti seg, at skipið hevði sett meira
enn 4649 gørn, tó at tað bert hevði
loyvi til 1400. Eisini hevði skipið
sett svartkalvagørn inn ímillum
havtaskugørnini, sjálvt um tað er
bannað at royna við báðum garna
sløgunum í senn.
Til samans hevur løgreglan
ákært skipara og reiðarí fyri sjey
brot á lógina um vinnuligan fiski
skap, og hald er lagt á allan reið
skapin, eins og reiðaríið hevur
mugað veitt trygd fyri 2,4 millión
um krónum til millum annað bót og
sakarmálskostnað.
– Vit mugu ikki gloyma syrgi
ligu hendingina – at ein ungur
indonesiskur familumaður lat lív
– sum gjørdi, at henda gølan yvir
høvur varð avdúkað og framvegis
verður avdúkað. Men tað er ræð
andi og sera ørkymlandi at hava
fingið staðfest, at alt hetta óskilið
helst bara hevði sloppið at hildið
áfram, um ikki reiðaríið gjørdi
tann lutfalsliga lítla brølaran at
lata útlendsku manningina landa
skipið, so tað kundi meldast fyri
brot á reglurnar um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi, sigur Jan Højgaard.
Eisini Axel Hansen, nevndar
limur í Føroya Fiskimannafelag,
hevur í grein øtast um støðuna og
vánaliga eftirlitið.
Vánaligt eftirlit
Í døgunum beint eftir 11. apríl, tá
útvarpið visti at siga, at Vørn hevði
meldað reiðaríið, og stjórin har
tískil ikki vildi viðmerkja málið,
hevði Axel Hansen eina grein í
miðlunum undir heitinum »Vørn
fjalir seg«. Har skrivar hann millum
annað soleiðis:
»Tað má sigast at vera funnin
fressur hjá Vørn nú knappliga
at hava funnið sær hetta høvið
at sleppa sær undan, at almenni
ljóskastarin verður settur á teirra
óhepna leiklut í hesum máli.
Ein stórur partur av tí, sum
er staðfest í sjóforhoyri og eftir
fylgjandi løgregluavhoyring kundi
verið – og er partvíst – staðfest við
vanligum eftirliti. Og nógv, sum
eftir øllum at døma ikki er alment
staðfest nakrastaðir enn, kann
Fiskimannafelagið staðfesta.
Millum annað hevur Fiski
mannafelagið
fingið
avrit
av
mynstringarlistunum hjá Anitu
higartil í ár. Teir eru als ikki gjørdir
í samsvar við galdandi reglur, til
dømis eru á flestu mynstringar
listunum bert upplýsingar um
vinnubræv hjá skiparanum, meðan
ongir upplýsingar eru um hetta hjá
hinum yvirmonnunum. Og sjálvt
um skipið hevur skift skipara,
er manningin ikki mynstrað av
nýggjum, sum hon skal sambært
mynstringarreglunum.
Hetta eru greið brot, og føroyskir
fiskimenn vita, at bara tað minsta
er galið við mynstringarlistanum
ella pappírunum hjá teimum, tá
Fiskiveiðieftirlitið vitjar umborð, so
fær skiparin stóra bót, og í ringasta
føri verður skipið kravt til lands.
Men hóast Fiskiveiðieftirlitið
hevur verið umborð á Anitu í ár og
framt eftirlit, so hevur ongin talað
at mynstringarlistunum.«
Sum Fiskimannafelagið skilir,
verða kanningar enn gjørdar í
Tá tunn lóggáva og vánaligt
– Ábyrgdin má og skal plaserast, og yvirskipað eru tað sjálvsagt lands
stýrismenninir Jacob Vestergaard og Johan Dahl, ið vara av ávikavist Vørn
og Sjóvinnustýrinum, sum hava ábyrgdina. Men eisini í sjálvum ráðunum
við teirra aðalstjórum má kannast, hvør kann ábyrgdast, og ikki minni
á Vørn og í Sjóvinnustýrinum er tað alneyðugt at staðfesta, hvør hevur
ábyrgdina av hesi gøluni og øllum, ið hoyrir henni til, sigur Jan Højgaard,
formaður í Føroya Fiskimannafelag, ið er sannførdur um, at Anita enn var
til fiskiskap við indonesisku fiskimonnunum, um hann ikki hin 23. februar
hevði meldað reiðaríið fyri at nýta ólógliga arbeiðsmegi til at landa skipið.