Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54 Anitu-málinum, og støðugt meira kemur fram. Ábyrgd staðfestast Jan Højgaard tekur eisini fult undir við atfinningunum hjá Axeli Hansen: – Hetta vísir bara, hvussu til­ vildar­liga okkara fiskivinna verður um­sitin. Vit vita, at Fiski­veiði­ eftir­litið fleiri ferðir hevur framt eftirlit umborð á Anitu. Hvat teir hava kannað og hugt eftir, skulu gud­arnir vita, tí alt er vorðið blá­ stemplað, hóast tað nú vísir seg, at skipari og reiðarí hava framt at kalla øll tey brot, ið fremjast kunnu um­borð á føroyskum fiskiskipum, sigur hann. Fiskimannafelagsformaðurin vónar, at Anitu-málið fær av­leið­ ingar, so slíkt ongantíð hendir aftur. – Ábyrgdin má og skal plaser­ ast, og í fyrsta lagi eru tað lands­ stýris­menninir Jacob Vestergaard og Johan Dahl, ið vara av ávikavist Vørn og Sjóvinnustýrinum. Men eis­ini á hesum stovnunum skal stað­festast, hvør hevur ábyrgdina av hesi gøluni og øllum, ið hoyrir henni til, leggur hann dent á. Kenna ábyrgd fyri útlendingunum eftirlit ganga hond í hond Manningarfeløgini ætla ikki, at óseka indonesiska manningin á Anitu bara skal sleppa at sigla sín egna sjógv, eftir at hon varð heimsend, tí formligu viðurskiftini hjá teimum ikki vóru í lagi. Annfinnur Garðalíð, næstformaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, hevur alla tíðinda havt samband við manningina og familjuna hjá tí sjólætna manninum Ingolf S. Olsen Deyðsvanlukkan umborð á Anitu 11. februar, tá 34 ára gamli indonesin Saefudin sló út, er frá­ boðað Van­lukku­tryggingar­ráð­ num, so vónir eru um, at einkjan eftir hann fer at fáa fíggjar­ liga hjálp. Og tó at mann­ingin valla formáddi sær nógv mót­ vegis dýru flogvallar­prís­unum við smá­pengunum, hon fekk at ferðast fyri, so hevur hon fingið hýruna, hon átti til góðar, tá hon var heimsend 12. mars. Men annars tykist manningin og familjan hjá tí sjólætna vera slept upp á fjall. – Eg havi samband við onkrar av manningini av Anitu, og eitt tað síðsta eg frætti í einum smsi var, at teir fingu 50 dollarar at eta fyri á ferðini úr Føroyum til Indonesia. Ferðin tók umleið tveir og ein hálvan dag. Síðan tá havi eg frætt aftur, at teir hava fingið lønina, teir áttu til góðar, sigur Annfinnur Garðalíð, næst­ formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Hann hevur víst málinum stóran ans og alla tíðina havt sam­band við manningina. Seinni hevur hann eisini fingið samband við einkjuna eftir hin 34 ára gamla, sjó­lætna Saefudin. Skelkað einkja Einkjan er 26 ár, arbeiðir sum sølu­konsulentur, og tey bæði áttu ein son saman, sum er tvey ár. – Hon er skelkað yvir viðferð­ ina, hon fær. Tað einasta, hon fekk at vita, var, at ein vannlukka var hend umborð á Anitu, og at maður henn­ara var burtur. Onki meira enn tað. Hon hevur onga frágreiðing fingið hvørki frá reið­ aranum ella nøkrum agenti, sigur Annfinnur Garðalíð. Hann hevur sókt um og fingið innlit í sjálva sjófrágreiðingina, og saman við Fiskimannafelagnum er arbeiði sett í gongd at umseta sjó­frá­greiðingina til indones­- iskt. – Eg havi roynt at greitt henni frá tí, eg veit, men sjálvandi, hon tosar og skrivar á indonesiskum, og eg royni meg við enskum. Google translate er tulkur, og tað vísir seg at ganga hampuliga væl. Men tað verður gott at fáa sjófrágreiðingina umsetta, so hon kann fáa eina nágreiniligari frá­ greiðing um vann­lukkuna, sum kostaði manni hennara og pápa at soninum lívið, sigur Annfinnur Garðalíð. – Tá tað kemur til tryggingar­ spurningin, so havi eg tosa við Vannlukkutryggingina, sum er ein lógarásett trygging. Tey hava verði sera jalig har við at geva mær upplýsingar í málinum. Men sjálvandi, tey skula hava ymiskar váttanir, at hann veruliga var giftur, og at hann er pápin at barn­inum o.s.fr. Eg vóni so sann­ iliga, at hon kemur at fáa fulla tryggingar­upphædd, sigur hann. – Tað, sum eisini er áhugavert, er, at beiggi Saefudin og onnur í hennara familju hava kontaktað meg, so eg vóni, at vit kunnu sum fag­feløg gerða eitt munagott ar­ beiði, so at eftirsitararnir kunna fáa sín rætt, sum tey hava uppi­ borið, sigur Annfinnur Garðalíð. Øtast um handfaring Hann øtast um handfaringina av málininum frá reiðarans síðu og av føroysku myndugleikunum. – Eg øtist, at slíkt kann henda her í okkara landið, og ongin gerð nakað. Hesir menn hava ar­beitt 112 tíma viku ella 470 tímar um mánaðin fyri 550 dollarar í mánaðar­løn. ILO- sátt­málin (ILO – Inter­national Labour Organization – er altjóða arbeiðara­felags­skap­urin, red.) sigur annars, at minimum­lønin er 1028 dollarar fyri 302 tímar um mán­aðin, so vit koma ikki uttan­ um, at her er talan um sosiala dump­ing. Saefudin var báts­ maður, og hann fekk 850 dollarar um mánaðin. – At ongin mynduleiki vaknar og reagerðar uppá hetta er einfalt so ófatuligt. Ongin heldur seg varða av hesum máli, hvørki so ella so, sigur næstformaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum og leggur afturat: – Øll vaska hendur í avvar­andi ráðum og stovnum, og lands­ tyrismaðurin í fiskivinnu­málum sigur seg ongan mynduleika hava at gerða nakað sum helst. Nei saman­umtikið so er enn einaferð onki at vænta sær, tá tað snýr seg um rættindi hjá sjófólkinum. At kalla onkir var í lagi umborð á Anitu, tá myndugleikarnir av álvara fóru at kanna skip, manning og reiðarí. Manningin varð heimsend, hald varð lagt á reiðskapin, og reiðaríið hevur mugað veitt trygd fyri 2,4 milliónum krónum fyri millum annað bót og sakarmálskostnað, eftir at løgreglan hevur reist eina røð av ákærum Annfinnur Garðalíð, næstformaður í Føroya Skipara- og Navigatør­ felag, hevur havt samband við indonesisku manningina á Anitu og familjuna hjá tí sjólætna Saefudin, síðani manningin var send av landinum 12. mars. Hann øtast um handfaringina av málinum frá reiðarans síðu og av føroysku myndugleikunum Axel Hansen, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum, hevur eisini alment funnist hvassliga at vantandi eftirlitinum hjá føroysku sjómyndugleikunum