Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54 20 Sosialurin 22 Vilmund Jacobsen Fríðhild Winther er forkvinna í Arbeiðs­kvinnufelagnum Vónini í Skopun. Hon er ikki gomul í nevnd­ ini, men hevur verið limur í felag­ num síðan stovnanina fyri stívliga 40 árum síðan. Fríðhild var á ung­ um árum eisini við til at stovna arbeiðs­kvinnufelagið. - Eg havi arbeitt á fiskavirkinum í Skopun, síðan eg var 14 ára gomul, og nú eri eg 57. Tá børnini vóru smá, skiftust eg og ein onnur um at arbeiða hálva tíð, og so ansaðu vit børnunum hjá hvørji aðrari. Sein­ ni um kvøldið vaskaði eg eisini á virki­n­um, og tað havi eg gjørt í til­ samans 37 ár. Stóran týdning Fríðhild Winther sigur, at tað vinnu­liga var deydligt í Sandoynni, tá virkini lógu still kreppuárini fyrst í nítiárunum. - Eg eri sannførd um, at vit høvdu ver­ið væl færri fólk í Sandoynni í dag, um Delta-menninir tá ikki høvdu reist virkini í oynni á føtur aft­ur. Tað vóru so nógv fólk, sum vóru knýtt at fiskaframleiðslu í Sand­oynni, og kom henda tá ikki á føtur aftur, hevði verið lítið hjá mongum at verið her til. Teir, sum hava staðið aftan fyri virksemið hesi árini síðan, hava verið ógvuliga góð­ir fyri okkara oyggj. Fríðhild Winther sigur, at tá virk­ini lótu uppaftur, blomstraði alt aftur, og tey sóu upp á stutta tíð, hvussu lív kom aftur í oynna. - Fólk fóru at trívast, og fólk kun­ du aftur keypa. Tað var ótrúligt at síggja, hvørja ávirkan hetta hevði, sigur hon. Aftur time-out Síðan tíðliga í vetur hevur aftur verið steðgur í fiskaframleiðsluni í Sand­oynni. Lítið útboð hevur verið av fiski seinnu árini, og leiðslan aftan fyri virkið í Skopun hevur tik­ið eitt time-out fyri at finna út av, hvønn veg best er at fara. Sum skilst, verður arbeitt við ymisk­um møguleikum, men málið er at lata virkið í Skopun upp aftur so skjótt, sum grundarlag vísir seg at vera fyri framleiðslu. - Aftur nú hava vit sæð, hvønn týdn­ing fiskavirkið í Skopun hevur - ikki bara fyri bygdina í Skopun, men fyri alla oynna. Tey umleið seksti fólkini, sum hava verið knýtt at virkinum, eru úr meginpartinum av Sandoynni og slett ikki bara úr Skopun. Eg vil siga, at kanska eru tey fæstu úr Skopun og fleiri úr øðr­um bygdum í oynni. Haraftrat hava nakrar kvinnur, sum búgva inni á meginlandinum - kanska ein­ar fimm í tali, tá tær vóru flestar - ferð­ast um Skopunarfjørð til a­r­ beið­is á virkinum í Skopun. Fríðhild Winther sigur, at fiska­ virkið í Skopun hevur verið eitt gott arbeiðspláss og hevur havt ómeta­liga stóran týdning fyri fólkið í oynni. Álit á Delta Forkvinnan í Arbeiðs­kvinnu­felag­ num Vónini sigur seg hava fult álit á, at Delta-menninir fara at lata fiska­v­irkið í Skopun upp aftur, tá heyst­ið fer at nærkast. - Vit vita, at teir arbeiða við einari loysn, og vit vita eisini, at teir áður hava tikið stór tøk fyri at skapa vinnu í Sandoynni. Fríðhild sigur, at væl av fiska­ arbeiði hevur verið í Skopun í nógv ár, men seinasta hálva árið fyri steðgin í vetur var arbeiðið ikki so støðugt. Spurd um arbeiðarafeløgini í Sandoynni eru sinnað at veita virk­seminum í oynni eitt pen­inga­ ligt íkast, um hetta skal til fyri at reisa virksemið á føtur aftur, sigur hon, at tað er nakað, sum feløgini fara at taka støðu til, um tað verður aktuelt. - Vit hava áður stuðlað undir vinnu­virksemið í oynni -ikki fyri at hjálpa vinnulívsfólki - men fyri at hjálpa okkara egnu limum. Tað eru vinnu­lívsfólk, sum leggja rygg til at reisa vinnuna á føtur aftur, ið taka tað stóra takið, og í hesum førinum hava Delta-menninir verið nógv fyri Sandoynna, sigur forkvinnan í Arbeiðs­kvinnufelagnum Vónini í Skopun, Fríðhild Winther. Fremja ábøtur Flestu, sum vóru í starvi hjá Sandoy Seafood í Skopun, vóru tímalønt, men nøkur fá vóru eisini fastlønt. Síðan time-out kom í fiska­fram­ leiðsluna í bygdini, hava nøkur fólk arbeitt við at fremja ymiskar ábøt­ ur á virkið, og ikki minst hetta gev­ ur sandoyingum vónir um, at tað ikki fer at ganga so long tíð, til virk­ ið letur uppaftur. Fiskavirkið altavgerandi fyri trivnaðin í Sandoynni Forkvinnan í Arbeiðskvinnufelagnum Vónini ivast onga løtu í, at færri fólk høvdu búð í Sandoynni í dag, um fiskavirkini ikki vórðu reist á føtur aftur eftir lemjandi kreppuna í nítiárunum. - Nú er aftur time-out, men eg havi fult álit á, at virksemið kemur í gongd aftur, sigur Fríðhild Winther - Aftur nú hava vit sæð, hvønn týdning fiskavirkið í Skopun hevur - ikki bara fyri bygdina í Skopun, men fyri alla oynna, sigur Fríðhild Winther - Vit hava áður stuðlað undir vinnuvirksemið í oynni -ikki fyri at hjálpa vinnulívsfólki - men fyri at hjálpa okkara egnu limum, sigur Fríðhild Winther, forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum Vónini