Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54 23 Vilmund Jacobsen Tvær skipsmanningar - ella 64 mans tilsamans - eru knýttir at verk­smiðju­skipinum Gadusi hjá JFK-Troli. - Vit eru 32 mans við hvønn túrin og eru við skipinum annan hvønn túr. Hetta er triðja árið, at vit koyra eftir hesari skiftiskipan við Gadusi, og eg haldi, at menn sum heild eru glað­ir fyri hesa skipan. Tíðin heima kann viðhvørt kennast eitt sindur long, men tað er eisini deiligt at vera heima og hava frí. Tað sigur Markus Hansen, sum hevur siglt hjá JFK-Troli í 11 ár og sum eisini var á seinasta túri við Gadusi, sum kom heim úr Barents­ havinum við fullari last - umleið 760 tonsum - mánakvøldið. Markus var annars við Skála­ bergi í nøkur ár, áðrenn hann fór um­borð á Gadus. - Eg fór við Skálabergi, tá hann kom sum nýbygningur í 2003, og síðan havi eg verið við Gadusi. Í dag eru tað Gadus og Sjúrðar­ berg, sum fiska kvoturnar, ið Sunda­berg og Skálaberg áttu í Barents­havi­num. - Eg eri ov gamal at fara í skúla, og tí sigli eg sum ”apa”, sigur 50 ára gamli, Markus Hansen, brosandi. Gott sjólív Markusi dámar væl at arbeiða á verk­smiðjuni umborð á Gadusi. - Vit arbeiða vanliga í seks tímar á vaktini og hava so frívakt í aðrar seks. Er góður fiskiskapur yvir eina longri tíð, er vanligt at bróta vakt annan ella triðja hvønn dag, soleiðis at vaktin tá gerst einar tveir tímar longri - og kanska einar tríggjar tím­ar longri tilsamans, tá mattíðin verð­ur roknað uppí. Jú, eg haldi, at hetta er gott sjólív. Hann vísir á, at fýra dekkarar eru á hvørji deksvakt, og tá einki trol­arbeiði er, koma dekkararnir nið­ur á verksmiðjuna at hjálpa til. - Vit hava eitt gott motiónsrúm um­borð, og hetta kemur væl við á frívaktini hjá teimum, sum hava hug at íðka, og her er eisini renni­ band. Annars hava vit net mest sum alla tíðina, meðan vit eru á fiski­leið í Barentshavinum, og iva­ leyst fyllur teldan nógv hjá fleiri av manningini. Vit kunnu so­leiðis bæði hoyra og lesa tíðindi heimaní­ frá, og tað er deiligt, tá tú ert so langt burtur. Góður túrur Tað hevur sum heild gingið væl at fiska hjá Gadusi, síðan skipið kom í føroyska fiskiskipaflotan, og henda seinasta túrin mynstraðu teir 22. mars - og vóru longu aftur á Klaks­ v­ík mánakvøldið við fullum skipi. - Jú, hesin seinasti túrurin var góður. Tá vit komu eystur, var fult av fiski at fáa og heilt inn í seinnu hálvu av apríl. Síðan mink­ aði fiskiskapurin nakað, og sein­ astu tvær vikurnar á túrinum var munandi minni at fáa, tó at fiski­ skap­ur­in kortini var væl brúkiligur. Markus Hansen sigur, at av teim­um umleið 760 tonsunum, eru um­leið 100 tons av kruvdum og av­høvdaðum frystum fiski - og øll rest­in er flak. - Vit hava soleiðis eini 650 tons av flaki henda túrin, har megin­part­ ur­in er góður toskur. Nú Føroyar aftur hava gjørt avtalu við Noreg og ES um makrelin, sleppa føroysku flaka­ trol­arar­nir aftur at royna í norskum sjógvi í Barentshavinum. - Ofta hevur verið sagt, at tosk­ urin í norska partinum av Barents­ havi­num sum heild er størri enn tosk­urin í russiska partinum. Iva­ leyst kann nakað vera um tað, og tað veit onkur betri enn eg, men fisk­ur­in, sum vit fingu á hesum túrin­um, var góður, eins og støddin eisi­ni var góð, sigur hann. Í øllum aldri Tá Gadus loysir aftur, verður Mark­ us ikki við. - Eg veit ikki í løtuni, nær skipið loysir aftur. Í løtuni arbeiða vit um­borð. Fiskurin skal leggjast upp, og sum eg havi skilt fer Gadus á beding á skipasmiðjuni Mest í Havn. Eg meti, at Gadus loysir aftur við nýggjari manning um einar 14 dag­ar ella so, og sum eg havi skilt, verð­ur aftur farið í norskan sjógv í Barents­havinum henda túrin. Markus Hansen sigur, at á sein­ asta túri var yngsti maður umborð um 18 ára aldur, og hin elsti var 72. - Flestu eru tó í 30-40 ára aldri, sig­ur hann. 50 ára gamli Markus Hansen hevur verið við Gadusi, síðan skipið kom í føroyska fiskiskipaflotan Fiskimenn í øllum aldri við verksmiðjuskipinum Gadusi - Vit arbeiða vanliga í seks tímar á vaktini og hava so frívakt í aðrar seks. Er góður fiskiskapur yvir eina longri tíð, er vanligt at bróta vakt annan ella triðja hvønn dag. Jú, eg haldi, at hetta er gott sjólív, sigur Markus Hansen, sum hevur siglt hjá JFK-Troli í 11 ár Teir eru 32 mans við Gadusi á hvørjum túri - og soleiðis eru 64 mans knýttir at skipinum