týsdagur 13. mai 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54
20
Sosialurin
24
Vilmund Jacobsen
Óli Johannessen hevur verið fo
rmaður í Fuglafjarðar Arbeiðs
mannafelag í 12 ár.
Fyri eini tíð síðan stóð felagið
yvirfyri eini stórari avgerð, tá
heitt varð á felagið um at vera við
í verkætlanini at byggja stórt upp
sjóvarvirki í Fuglafirði.
- Vit lýstu til eykaaðalfundar,
sum gerast skal í slíkum føri, tá av
gerðir av hesum slag skulu takast.
Tíbetur eru reglurnar greiðar á
hesum øki. Okkara felag hevur
umleið 160-170 aktivar limir. Sam
bært reglunum skulu í minsta lagi
60 limir møta á eykaaðalfundi - og
í minsta lagi 2/3 av møttu limunum
skulu taka undir við avgerðini.
Óli Johannessen sigur, at á um
rødda eykaaðalfundi møttu stívliga
60 limir, og tá atkvøtt varð, vóru
allir limirnir fyri - undantikið ein
atkvøða, sum var ímóti og tvær,
sum vóru blankar.
- Soleiðis var stórur meiriluti
fyri at seta pengar í P/F Pelagos,
sum nú byggir stórt uppsjóvarvirki
úti á havnalagnum í Fuglafirði.
700.000 krónur
Spurdur, hvussu nógvan pening
felagið hevur sett í hesa verkætlan,
er Óli Johannessen eitt lítið sind
ur trekur, men viðgongur, at tá
limirnir, sum eru so nógvir í tali,
kenna upphæddina, er eingin or
søk at halda talið dult fyri almenn
inginum.
- Jú, vit hava sett 700.000 krónur
í P/F Pelagos, er stutta svarið.
Formaðurin
í
Fuglafjarðar
Arbeiðsmannafelag sigur, at øll
nevndin stóð saman um at rætta
hesi verkætlan eina hjálpandi
hond.
- Tá vit vórðu spurdir um lut
tøku, gjørdu vit beinanvegin greitt,
at vit avvístu einki, men at tað
fóru at vera limirnir, sum tóku av
gerðina.
Óli vísir á, at tá P/F Pelagos
skuldi út at finna sær fígging til
stóru verkætlanina, hevði tað
eftir øllum at døma stóran týdn
ing, hvussu hugurin hjá arbeiðara
felagnum var at luttaka.
- Hetta er ein verkætlan, sum
leingi hevur verið í umbúna í
Fuglafirði, her vit í mong Harrans
ár hava havt Havsbrún. Vit fegnast
stórliga um, at uppsjóvarvirkið nú
er komið ”heim”, har tað eftir okkara
tykki altíð hevur hoyrt heima -
um eg so kann siga. Vit fegnast
sjálvsagt saman við teimum, sum
arbeiða á virkinum hjá Kollafjord
Pelagic og Varðanum Pelagic, men
vit hava altíð hildið, at eitt slíkt
virki liggur best í Fuglafirði.
”Luksustrupulleiki”
Í Fuglafirði er rættiliga nógv virk
semi, og nógv skip eru knýtt at
økinum. Tí væntar Óli ikki, at tað
verða limirnir hjá honum, sum
í stóran mun koma at arbeiða á
nýggja uppsjóvarvirkinum.
- Vit kunnu siga, at vit her hava
ein ”luksustrupulleika” - um eg so
kann siga. Hinvegin er eink at ivast
í, at nýggja og stóra arbeiðsplássið,
sum væntandi fer at hava eini 90-
100 fólk í starvi, tá vertíðin er, fer
at koma væl við hjá mongum, sum
koma úr øðrum økjum og til Fugla
fjarðar at arbeiða.
Óli Johannessen vísir á, at tá
Bakkafrost, sum rekur góðsking
arvirki í Fuglafirði, fyri ikki so
langari tíð hevði brúk fyri umleið
30 fólkum, søkt fleiri enn 100.
- So, hóast vit her í Fuglafirði
hava nógv arbeiði, er líkt til, at
minni er at gera í øðrum økjum, og
vit taka gleðiliga móti fólki aðra
staðni - eisini, um tey ynskja at bú
seta seg her í Fuglafirði.
Formaðurin
í
Fuglafjarðar
Arbeiðsmannafelag
vísir
á,
at
tey, sum koma úr øðrum økjum
til Fuglafjarðar at arbeiða, vera
verandi limir í feløgunum, har
tey búgva, men tey koma at rinda
prosentgjald til arbeiðarafelagið í
Fuglafirði.
- Vit eru sera spent og fegin um,
at P/F Pelagos sambært ætlan
ini letur upp í Fuglafirði fyrst í
juli. Hetta verður ein stórur dag
ur hjá okkum øllum, sigur Óli
Johannessen, sum fegnast um, at
vinnulív saman við góðum stuðlum
hava megnað at reist hesa veldugu
verkætlan á føtur.
Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag
sett 700.000 krónur í P/F Pelagos
Í Fuglafirði er rættiliga nógv virksemi, og nógv skip eru knýtt at økinum. - Eg vænti tí
ikki, tað verða limirnir hjá okkum, sum í stóran mun koma at arbeiða á nýggja virkinum.
Hinvegin fer virkið at koma mongum øðrum til góðar, sum so koma at rinda okkum
prosentgjald, sigur Óli Johannessen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag
Uppsjóvarvirkið hjá P/F Pelagos tekur seg væl út uttarlaga á havnarlagnum í Fuglafirði.
Mynd: Vilmund Jacobsen