Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mai 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 27. mai 2004 15 Saab 9-3 tjóvarí- tryggur Saab 9-3 er einasti bilur sum er góðkendur av "Svensk brand & sikkerhedscertificering " fyri trygt lásasystem. Teknikarar hjá Saab Automobile í Trollhätt- an hava gjørt ein bil, ið er ómøguligur at stjala Kelda: Tíðindaskriv frá Saab Framleiðslan av Octavia økjast Sum úrslit av stóra á- huganum fyri nýggja Skoda Octavia, er ætl- anin hjá Skoda Auto at økja upprunaliga fram- leiðslukapasitetin, sum er upp á 40.000 bilar árliga. Í løtuni verður arbeitt við eini ætlan um, hvussu skjótt framleiðslan kann økj- ast Kelda: www.semler.dk Mazda3 diesel Mazda3 er komin á danska marknaðin við einum nýggjum kvik- um 1,6 litur common- rail turbodiesel motori við 109 hk. Toppferðin er 185 km/t, og hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 11,3 sek Kelda: Mazda Motor Danmark Porsche 911 hevur verið á marknaðinum í meira enn 40 ár. Nú eru tvær nýggjar útgávur komnar á marknaðin. Porsche 911 Carrera og 911 Carrera S. Báðir eru teir tveir super sportsbilar við eini toppferð upp á næstan 300 km/t BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Porsche 911 hevur meira enn 40 ár á baki, og hetta er fyrstu ferð síðan 1977, at Porsche koma á marknaðin við tveimum nýggjum 911 samstundis. Talan er um Porsche 911 Carrera við 3,6 litur boxermotori við 325 hk og 911 Carrera S við 3,8 litur boxermotori við 355 hk. Teir koyra frá 0- 100 km/t upp á ávikavist 4,8 og 5,0 sek og toppferðin er 285 og 293 km/t. Porsche 911 Carrera hev- ur 18" hjól og brúkar dekk- støddina: 235/40ZR-18 framman og 265/40ZR-18 aftan. Carrera S hevur 19" hjól og brúkar dekkstødd- ina 235/35ZR-19 framman og 295/30ZR-19 aftan. Báðir bilarnir eru sera framkomnir við einum heilt nýggja 6-tirns girkassa, aktivari fjaðraskipan og koyrieginleikum á sera høgum støði. Í Danmark kostar 911 Carrera 1,6 mill. krónur og 911 Carrera S 1,8 mill. krónur. Eftir aðalfundin hjá Landsfelag Sløkkiliðs- manna seinasta leyg- ardag vórðu fleiri brandbilar sýndir fram. Í dag handaði Kartni Jacobsen, brandmeistari í Tórs- havnar Kommunu, ein nýggjan brandbil til Sløkkiliðið í Kolla- firði BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Talan er um ein Mercedes- Benz Atego 1325F, sum er uppbygdur hjá Ringe Karrosseri A/S í Danmark. Bilurin hevur 300 hk motor og er uppbygdur úr glas- fibur og aluminium. Pláss er til 6 fólk í bilin- um við haldarum til royk- kavaraútgerð. Tangin tekur 2000 litrar, og pumpan gevur 2400 litrar við 10 bar og 250 litrar um minuttin við ein- um trýsti upp á 40 bar. Tvær 60 m langar hátrýst- slangur eru í bilinum. Landsfelag Sløkkiliðs- manna hevði leygardagin 22. mai 2004 aðalfund í Havn, og eftir aðalfundin vístu Kvívíkar, Vestmanna, Miðvágs/Sandavágs, Kolla- fjarðar og Tórshavnar Sløkkilið fram nýggjar sløkkiliðsbilar: Síðani bjó- ðaði danska fyritøkan Ringe Karrosseri A/S ein bita, fyritøkan fæst burtur- av við av byggja sløkkiliðs- bilar. Bilurin sum Tórshavnar Sløkkilið fekk kostaði 1,2 mill. krónur. Nýggjur brandbilur til Kollafjarðar Porsche 911 í tveimum nýggjum útgávum Eftir aðalfundin hjá Landsfelag Sløkkiliðsmanna seinasta leygardag vístu Kvívíkar, Vestmanna, Miðvágs/Sandavágs, Kollafjarðar og Tórshavnar Sløkkilið fram nýggjar sløkkiliðsbilar Mynd: Álvur Haraldsen Hesin Mercedes-Benz Atego 1325F hjá Tórshavnar Sløkkiliði í Kollafirði hevur 300 hk motor og er bygdur upp hjá Ringe Karrosseri A/S Mynd: Álvur Haraldsen Porsche 911 Carrera S Soleiðis sær ein Porsche 911 Carrera út innan. Bilførarin má sita væl í einum bili, sum kann koyra næst- an 300 km/t 15 Nr. 99 • hósdagur • 27. mai 2004 • 78. árg. Fleiri av nýggju bilunum sum eru á veg á marknaðin, eru merktir av at bil- designararnir veru- liga tora at royna nakað nýtt við spenn- andi og avbjóðandi designum. Sum t.d. Audi, Peugeot og Alfa Romeo BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað er altíð nakað av eini satsing, tá bildesignarar bróta burtur úr nýggjum og geva bilunum "persónlig- heit", so teir veruliga síggj- ast aftur í gøtumyndini og ikki líkjast øllum øðrum bilum. Designið kann av- gera lagnuna hjá einum bil- modelli, alt eftir hvussu bilurin verður móttikin av kundunum. Sum til dømis nú vit síggja at Audi fáa trapez- formað kølaragittar, sum klæðir bilunum sera væl, og teir síggja annarleiðis og elegantir út. Tað er dugna- ligi designstjórin hjá Audi, Walter da Silva, sum teknar bilarnar. Áðrenn hann kom til Audi, var hann design- stjóri hjá Alfa Romeo, sum eisini hava sítt egna smarta design. Peugeot eru eisini við at geva sínum bilum "persón- ligheit", við tað at bilarnir nú fáa stórt Peugeot-logo við stórum opnum kølara- gittari í kúfangaranum niðan fyri forlyktirnar. Bú- merkið hjá Peugeot er ein leyva, og onkur nevnir køl- aragittarið "løvens hule". Peugeot 407 verður fyrsti bilur við hesum nýggja de- signinum, og hann verður als ikki anonymur í gøtu- myndini. Tað er italski bil- designarin Pininfarina, sum eisini teknar italsku Ferrari sportvognarnar, ið hevur designað Peugeot 407. Tað sæst aftur í avbera vøkru og smartu linjunum. Nýggir bilar vísa sítt sanna »andlit« Audi A6 við trapez-formaðum kølaragittari sum klæðir bilunum sera væl. Bilurin sær annarleiðis og elegantur út A8 var tann fyrsti Audi við nýggja designinum framman Mynd:Álvur Haraldsen Peugeot 407 við stórum Peugeot-logo og stórum opnum kølaragittari í kúfangaranum. Búmerkið hjá Peugeot er ein leyva, og onkur nevnir kølaragittarið "løvens hule" Mynd.: Álvur Haraldsen Alfa Romeo GT - ein nýggjur coupé við sínum egna smarta designi C M Y K 14