Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Niclasen (1938-2013) nøkur orð um hann – André andaðist tann 1. nov. 2013, og hann hevði verið 76, 4. januar í ár. Tríggir menn, sum kendu hann væl, hava – tó so ymiskir í hugi og hami - skrivað virðilig minningarorð um André. Hesir eru: Rolf Guttesen, Virgar Dalsgaard og Høgni Hoydal. Onnur hava borið honum alt gott á teim sosialu miðlunum, sum ein framúr mállærara á studenta- og handilsskúlum. Og tøkk fái tey øll fyri tað. Rolf lýsir hann sum polit­ iskt vinstrahallan. Virgar sum orðkringan sosial­ demo­krat, og Høgni sum ein kultur­radikalan. Nakað er vituliga um tað, ið teir bera fram. Men kanska er har ein feril av liðhalli í teirra eygleiðingum, hetta at gera eina dygd úr teim virðum, ið ein sjálvur hámetir. Hetta sum vit - so ella so - helst øll hava lyndi til. Tú livir í tíðini og metir út frá henni. So kanska er einki forgjørt í, at eg leggi nøkur orð afturat, og uttan at skáka omanfyri nevndu áskoðanir. Úr Sørvági til Klaksvíkar Vit fluttu úr Sørvági til Klaks­víkar í apríl 1942. Tí Vág­oyggin var hernaðarliga mestsum avbyrgd. Pápi førdi haðani norðuri fyrst “Thor” og síðani “Polarstjørnuna” und­ir øllum krígnum við ís­ fiski til bretska markedið. Vit vóru sjey systkin, og tætt var millum André og meg og tí so nær tengdir í uppvøkstrinum. André var stillur, tolin og inntonktur, sum tó tók orðið við fynd longu sum barn millum tey vaksnu. Gamal í ondini, varð sagt. Vit lósu alt, sum fyri var av bløðum og bókum, og vitjaðu støðugt á bókasavnið í bygdini, sum John Reid Bjartalíð tók stig til fyrst í 1950unum. André var tíðliga polit­ iskt vaktur. Sera tjóðskapar­ sinnaður og seinni at finna ytst á vinstravonginum. Eft­ir realprógv í 1954 tókst hann við fyrifallandi arbeiði, so sum lossing, á tunnuvirki, í handli og hevði handil sjálv­ur saman við øðrum eitt skifti. Í 1958 fór hann á stu­ denta­skúla í Havn og leyk prógv 2 ár seinni. Hesa tíðina var hann virkin á blaðnum 14. September. Hann var eitt ár vikarur á Giljanesi, og fór síðani niður at lesa. Fyrst eitt skifti søgu, men bleiv í 1960 cand. mag. í russiskum (hann las tvey ár í Moskva) og týskum við Københavns Universitet - bæði heimsmál. Tíðarinnar spor Tíðirnar í 50unum vóru høp­ is­leysar. Skuggin frá seinna heimskríggi hekk enn ófrættakendur. Um dansk­ ir politiskir myndug­leik­ar onk­ursvegna vóru lotir og/ ella høvdu sam­vitsku­bit yvir tann førda sam­starvs­poli­ tikkin við týska her­set­ingar­ valdið und­ir kríg­num - tað ber til at hugsa sær. So kanska tí hekk har ein innibyrgd langtan í huga teirra eftir at seta nøk­ur rættarlig stig í verk – ja, hví so ikki ímóti teim minni mentu – tí at revsa fólka­vald­ ar politikarar - og tað betra slagið annars – tað er altíð verri at svølgja. Føroyingar høvdu tá í 5-6 ár verið leysir av danskari yvirvøld og stevndu við áræði móti sjálvræði. Og, alt annað líka, so varð uppdragið á sjálvstýrisleiðini ikki nóg væl fyrireikað, og úrslitið bleiv hareftir. Ísland var endaliga gloppið dønum av hondum undir krígnum, so onnur politisk afturstig á norðurleiðum var ikki nakar ynskidreymur fyri danir. Læknastríðið Ein tjóðskaparsinnað og lækna­liga illa hagreidd fiski­ vinnubygd – eins og eystur­ síðan av Eysturoy og hinar Norðuroyggjar við – blivu onkursvegna til eitt hent høvi fyri revsingarhugi makt­ar­manna. Høvið kom sum í tørvi frá “Den almindelige danske Lægeforening”. Ein fámæltur og avhildin danskur lækni, sum læknamyndugleikar landsins sjálvir høvdu beint til bygdar úr Havn í 1951 (hann var lækni í Føroyum frá 1948-1955), hann skuldi nú dáttliga revsast fyri okkurt hissini bekl í ungdóminum. Læknin Olaf Halvorsen (1913-1993) bleiv sum ungur lesandi limur í Danmarks Na t i o n a l s o c i a l i s t i s k e Arbejderparti (DNSAP) og hevði - sum so mangur annar - í millumkrígsárunum havt samhug við týskum áræði frá 1938 og fram til Danmark varð hersett í 1940. Átøkur so mongum øðrum, sum t.d. frá Th. Stauning, sjálvum (1873- 1943), E. Scavenius (1877-1962) og líka til heiðursmannin Kaj Munk (1998-1944). Og Halvorsen skuldi nú fyri henda limaskap rinda í bót eina upphædd til støddar, ja heilar: 601 krónur og 50 oyru til læknafelagið (!). Læknar og meginreglur Fleiri buðu sær til at gjalda bótina, men Halvorsen nokt­ aði prinsippfastur fyri hes­ um, tí hetta kundi vituliga tolk­ast til, at hann hevði gjørt onkra misgerð. Hann var vanur at taka við lívinum, so­leiðis sum tað varð. Hann misti pápan sum 2 ára gamal, mammuna 3 ár seinni og abban 14 ára gamal. Hann visti sum øll onnur, at rættarskipan landsins mól á kúluni, har ið øll tey ráðandi lógu væl í lívd. Hetta annars virda danska læknafelagið “steig her í karakter” sum dømandi myndugleiki í ørsmáum skóm. Og rendi Halvorsen úr læknafelagnum. Meðan allir aðrir myndugleikar dansaðu við eftir teirra lótum. Ríkisins politisku makt­ ar­menn sendu fyrst “Hunda­ skipið” “Parkeston” við 50 harðvandum politistum og glepsandi sjefarhundum á revsingarferð higar til lands. Hetta bleiv ein total fiasko. Men síðani komu næsta herðnaðarherðindi og við enn sterkari lúti - eitt al­ vápnað herskip “Rolf Krake” stevndi við villum veipandi, løddum kanónum inn eftir vágni í sept. 1955 – danskar kanónir høvdu tá ikki verið avdúkaðar síðani danir taptu í slagnum við Helgoland í 1864 – (!). Alt fyri hesar sekshundrað og eina krónu og hálvtrýss oyru í bót (!). Ei undur í, at vit ungu tá spurdu: “Jamen, hvat hendir her?” Rættarlig stig Nakað frammanundan, at her­skipið rundaði Klakkin, hevði tann komandi forsætis­ ráðharrin Viggo Kampmann (1910-1976) verið beittur til bygdar sum ein hóskandi, hóttandi “diplomatur”, og fekk hann hol á manngarðin og avbyrgingina av vágni. Kampman var helst tann rætti maðurin til hesa at­ gerð. Rættiliga begávaður og javnaðarmaður, men psyk­iskt sjúkur (manio- depressivur) av og á øll tey 20 árini - bæði sum fíggjar­ mála­ráðharri (1953-60) og forsætismálaráðharri (1960- 62). Hesi árini kundi hann í dagar og vikur túra man­iskur runt í náttarlívi høvuðs­stað­ arins til sorg og skomm fyri familju sína og svik móti tí stjórnarleysa “- det yndige land, som er Frejas sal”. Tí táið hetta lagi var á honum, varð hann: “Heimsmeistarin - sum kundi, náddi, toldi og visti alt!” (Sí m.a. Helge Hjortdal: Tre Røde Konger, s.162-171). Læknar uttan mørk -? At ein lógliga settur “aka­ dem­iskur handverkari” - tí flestu læknar eru væl ikki annað enn tað í sínum bestu hvítu kitlum og við sínum menniskjaligu dygdum, feil­ um og føllum – skuldi við afturvirkandi gildi verða orsøk til tílíkt láturligt ragna­ rok. Var tað ikki eitt himmal­ rópandi talentloysi? Jú, gamaní, og satt er tað. Feilir vórðu gjørdir frá báðum síðum (og søgan vísir ferð eftir ferð, at eingin kann stýra einum fólksligum uppreistri, m.a. Spartacus, Vinegar Hill og Paramatta, men alramestu feilirnir her komu frá teim ráðandi em­ bætismonnunum og politik­ arunum. Hetta var í seinnu helvt av 20indu øld. Frá hesum tænarum fólksins - sum teimum eyðmjúkliga dámar at nevna seg upp undir val, hesir, sum her hildu so svíðandi hánt um fólk­sins lívshóttandi tørv. Lokabrøgd rættarins Sigursæla krígsskipið lá bund­ið við bryggju. Her mátti David, lítli tapa fyri Goliat. Og úrslitið – móti fólksins ærliga og einfalda ynski um hjálp – varð, at Olaf Halvorsen mátti fara av bygdini - við alla. Tann vitugi friðarmaðurin Fischer Heinesen fór í Skans­ an, og eitt tilvildarligt úrval av monnum (14 stk.) fóru í styttri tíðarskeið sama veg. Alt eftir eina rættar­við­ gerð, sum úr enda í annan var ein glantrileikur. (So sum at avhoyra ómyndug, utt­an at fedrarnir vistu av.) Hesir sjálvklóku um­boðs­ menn rættarins, ið enn ikki ána, hvørjir teir vóru, sum sprongdi eitt nú: Havnar­ skrivstovuna, Bankan og gomlu Innistovu – hóast vit (ið ikki vóru við til hetta) vistu frá hesum at siga - helst sama kvøldið - ja, go’morin!!! Helst tey gløggastu orð­ini um læknastríðið eru eftir­ síðan søgd av Jón­gerð Purk­ hús, fyrrv. lands­stýris­kvinnu í einari útvarps­samrøðu, táið hon varð spurd um sína meining um málið - og hon visti, hvat ið hon talaði um - sáttliga svar hennara var hetta: ” Har dugdu teir ráðandi myndugleikarnir illa at finna loysnir!” Tey ungu í 60’unum Meginskald viðinga Chr. Matras lýsir í einari yrking hvørjar “halgidómar”, sum tey ung fingu við sær úr heim­bygdini - og víðari út í lívið - og út í heim. Lesandi ungdómur tá á døgum kom at vaksa upp og liva undir sperdum polit­isk­ um korum. Sjóvinnubankin rillaði í 50unum. Hundrað­ tals kvinnur og menn fóru til Íslands í vinnu. Fremstu politikararnir á fræl­sis­veing­ inum: Thorstein Petersen og Erlendur Patursson blivu dømdir í geglið. USA – sum tvær ferðir í somu øld mátti roynast upp­ ruddarin í vitleysu ment­ anarborgini Europa – bleiv til høvuðsbeistið í Vietnam og Miðeystri. Sovjet knasaði hvørja frælsisvón í Mið- Europa. Og ikki nokk við tí - . Seinni fylgdu meldurin við naivum krav- og friðar­gong­ um fyri politiskum totali­ terum utopi (ella bara idioti?), sveiggjandi, syngjandi mót­ mælis- og blomsturbørn, alra­handa rúsevni og fjar­ eysturlendskur Guru-religi­ øsur rúsur (Make Love, Not Children!) o.s.fr. - eitt díki har mong ung og eldri smokkaðu í. (Tó, tann sum er reinur .....). Málkønur og einspennari Sum 14 ára gamal skrivaði André ein feilfrían frístíl upp á uml. 10 síður undir heitinum: “Befolkningens kranke skæbne med ego­is­t­ iske statsoverhoveder i høj­ sædet”, og sum hann fekk nógv rós fyri. Men - merkiligt - sum hetta temaið kom at forfylgja lívsleið hansara? André helti til ta áskoð­ anina, at meirilutin hevur altíð órætt – mótvegis teim minni mentu. Ja, nakað soleiðis. Tí táið hann var í Russlandi og las, spurdi hann tey politiskt korrektu har mangar kritiskar spurningar. Og tí vakti tað undran, táið tað stóð í Isvestia ella Pravda, at nú hevði enn eitt land afturat: Føroyar fingið tað “Kommunistiska Manifestið” eftir Marx og Engels á prenti, og týtt til føroyskt av André Niclasen. Tí har hildu tey hann vera ið so politiskt and­ sagnarligan. Eisini var André á gátt hjá teirri “Felags kristnu registreraðu samkomuni” í Moskva, sum eg heitti á hann at vitja. Og hann læt væl at. Har var góður sangur og talur, og frá teim uttan fyri fekk hann at vita, at hesi kristnu vóru góðir og friðarligir samfelagsborgarar. Ein kemur her beinanvegin at hugsa um Aljosjka, tann kristna mannin í fangaleguni Gulag, í “En dag i Ivan Denisovits liv” eftir Alexandr Solsjenitsyn. André kundi vera hvass­ orðaður politiskt mótvegis teim kristnu um lond og her heima við, men eisini mót­ vegis teimum, ið hann metti, sum sínar grunnu “parta­ menn”. Sum t.d. kemur til kennar í tí argandi greinini: “Loðin atsókn”, sum stóð í Dimmalætting (haldi eg tað