Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 var). Ein kritisk viðgerð av teim ótamdu Mao-istisku og albansku samsintu o.s.fr. lesandi ungu, sum erpnir hóreiggjaðu sær á “politiska vígvøllinum” - eina mest sum allodnir og ófólkaligir – men sum “sonnu vinir fæloysinga” – (!) Málkærur André hevði eitt framúr mál­ oyra. Mamma hevði málans, og pápi kundi við milt rósandi orðum – glósa sera beinrakið (!). Heimið var sum so sosialt/ tjóðskaparsinnað. Pápi førdi sluppina “Thor” heim undan Íslandi, sum fyrsta skipið við navninum “Føroyar” á og við tveimum føroyskum fløggum málað á skansaklædningin, hetta í september 1939 – meiri enn eitt hálvt ár undan at Merkið varð góðkent tann 25. apríl 1940. Sýslumaðurin í Vágum legðist á dagbókina, tí skipið var ólógligt, segði hann. Men pápi legði bara inn á Havnina á veg til Klaksvíkar og keypti har eina nýggja dagbók, sum hann so brúkti. Táið teir seinni komu til Aberdeen, fekk hann eina nýggja autori­seraða dagbók harfrá, sum hann síðani brúkti, til kríggið var av. Táið André eitt nú sum smádrongur las eina biograf­ plakat á el-steyrunum í bygd­ ini við stavivillum í, ja, so rætt­ aði hann hetta bara við blýanti, og fór so víðari. Hann týddi týskar tekstir í realskúlanum beinleiðis til føroyskt, sum ikki var vanligt tá. Bók hansara: “Føroya mál á mannatungu” er helst tann mest merkisverda í øllum málstríðnum – so ella so – vælskrivað, øðrvísi, glósut við humori, men við málkønari tyngd. Tílíkar bøkur verða ikki fagnaðar av “hoffinum”, hesi hoff sum tú finnur alsamt á almennum rókum og í látrum, hesi sum halda seg eiga eitt nú tað føroyska málið framum øll onnur. Hesi eiga harafturímóti ikki sjálvspeisemi og gerast tey tí ofta sorgarbundin og/ella fornermað. Og summi taka til revsingarátøk mótvegis øðrum -. Lærari og tolkur André hevði tekniskt innlit, sum kom honum til góðar, bæði sum tolkur fyri eitt nú Dansk Industrisyndikat (DISA) og føroyskar og russ­ iskar myndugleikar á mill­ um­landastøði. Hann var vird­ur sum tolkur. Var virði­ ligur vinur við eitt nú undan­ gongu­menn sum Erlend Patursson (1913-1986) og Atla Dam (1932-2005). Hann bar orð fyri at vera ein góður lærari og vekjandi at skifta orð við. Men tað sosiala lá honum altíð framm­arlaga í huganum. André gleddi seg til eftir hvørja summarferiu at møta teim ungu í skúlanum: “Hugsa tær” segði hann “At eini 50 ung eygu stara at tær, sum vilja hava nakað nýtt at vita. Tey eru moyr. Eru júst komin frá mammu síni. Merkja tey, at tú góður við tey og hevur nakað gott at borðreiða við. So er alt í lagi. Um onkur er, sum hevur hug til at órógva har afturi, so er tað hesi, sum hava at teimum – og tá er stuttligt at fara undir konjunktiv (hugshátt) á týskum!”. Kanska Jóannes Eides­ gaard, fyrrv. løgmaður og lærari, og sum hevur havt André sum lærara í týskum, rakti plettin, tá hann í sam­ røðu við meg fyri nakað síð­ani segði: ”André var ein typ­iskur intellektuellur, hann segði sína meining lág­ mæltur, gjørdi ongan vørr fyri egið gagn at fremja. Tað sum sagt var, stóð hann við, og tað var so tað!” Hansara heldur smædna lyndi bar við sær, at André annars ikki dámdi rós. “Alt verður róst nú á døgum, eisini tað, sum ikki eigur rós uppiborið”, segði hann. Hann plagdi, sum tann eldri av okkum, at formana mær um ikki at vera ov ótolnan og bersøgnan - og eg haldi, satt at siga, at honum hevði helst ikki dámt hesa greinina heldur – tó um bókina “Fólkini Úti á Bø”, sum hann setti navn á, og eg skrivaði, segði hann tó: “Hetta er ein góð bók, fá hana út - !”. Gráa temur - Tað stendur: “Tann vegin, ið træið fellur, verður tað liggjandi” (Præd.11). Men øll verða vit tó brýnd av lívinum. Elisabeth, omma í Sørvági plagdi at taka til um rokaligar dreingir: ”Bíða bara – Gráa (verðin) temur” - um lívsins lemjandi leik. Eftir eitt “sturm-und- drang” tíðarskeið sum yngri gjørdist André aftur hóv­ samur sum fyrr. Dámdi ikki órógv ella hernaðarlig herðindi. Hann vildi ongan stoyta frontalt. Men hugurin til mál og mentan viknaði als ikki. Hann las nógv og fylgdi við á øllum leiðum og á mongum málum. Hann segði við meg : “Táið eg av og á lesi í Bíbliuni, so er tað Victor Danielsens týðing frá 1949. Hon er tann besta. Victor var framúr“. Tí var tað gott, at teologurin Theodor Olsen vildi lesa 1. Kor. 13. kap. “Kærleikans kapittul” við jarðarferðina í kapellinum eftir týðing Victor’s. “Málið er livandi ein vera – ein urtagarður, sum ikki skal røktast við gravimaskinu, men við varsemi”, plagdi André at minna á. Vinstrahallur var hann fyri lívið. Og hansara politiska sannføring var kend av øllum, men hon kom ikki upp á tal í skúlanum. Hinvegin var hann rúmligur og opin fyri øðrum meiningum. Hann hevði okkurt vinnuligt evni fyri í skúlanum, og tá bað hann Óla Breckman koma í tíman fyri at greiða frá bókini um Hans Paula Johanne­sen, vinnulívsmann og rok­skipara. Hesa bók, sum André metti týdningarmikla, ja, tað var sum at hoyra høv­ uðspersónin sjálvan - beint úr “hestsins múla”. Vit vóru jú frá barni vaks­nir upp í einari fiski­ vinnubygd, og vóru tí vanir við í Salinum í Klaksvík at lýða á hendinga oratorar sum m.a. brøðurnar Hans Paula og Kaj Johannesen úr Hvannasundi. Loksins Vit bæði Annelena og Marni vóru stødd í Jyllandi og fóru vituliga at vitja André á brádliga íkomnu sjúkraleguni á Ríkishospitalinum. Lítið samband fekst við hann - har mitt í tí tunga og evsta andróðrinum. Har fóru mangir tankar framvið hesa løtuna. Tað definitiva og skilmark­ andi er so mergsúgvandi. Eg vildi so gjarna fingið eina samrøðu afturat við hann – og eina afturat og ..... Tó, Dikka og tær tríggjar tokkaligu døturnar, Sunneva, Marjun og Katrin, vóru trú­ liga, støðugt og loksins um hann. Og tað var gott. Arnstein Niclasen