týsdagur 13. mai 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 7. mai 2014 · Nr. 51
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartans takk til tykkum øll, ið vóru
við til at gera hjúnabandsdag okkara,
16. november 2013, so hugnaligan og
minnisríkan.
Takk fyri gávur, heilsanir, og ikki minst
alla hjálp, ið vit fingu til dagin!
Karin og Torkil
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum gjørdu diamantbrúdleypsdag
okkara so hugnaligan og ógloymandi.
Ein serlig tøkk til Betesda kórið
sum komu at syngja fyri okkum.
Takk øll somul
Heilsan
Selma og Byrger
Prógv
Heiðrikur Bergsson hevur 7.
mars 2014 lokið prógv sum
Master of Science in Biology
frá Københavns Universitet
og er við hesum cand. scient.
Vit skulu giftast :)
Leygardagin 5. juli 2014 fara Annika Meena Martinsdóttir
úr Funningi og Vilmund Djurhuus av Argjum at giftast.
Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 14:00, og kalt borð verður í
Róðrarnestinum á Argjum kl. 18:00. Tey sum vilja gleðast um
dagin saman við okkum, eru vælkomin at melda seg til, hjá Alis
Højsted tlf. 268419 ella hjá Harriet Djurhuus tlf. 254432/319126
áðrenn 1. juni. Vit gleða okkum at síggja tykkum!
Meena og Vilmund
70 ára føðingardagur
17. mai verður Sonja
Hammer, Syðrugøtu, 70
ár. Dagurin verður hildin
í kirkjukjallaranum í
Gøtugjógv 17. mai kl. 17. Øll
eru vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 14. juni giftast Annié
Holm, Havn, og Laurits Hansen,
Havn. Víglsan verður í Ebenezer kl.
13. Veitslan verður í B36-húsinum
kl. 19. Tey, ið ynskja at halda
dagin saman við okkum, kunnu
tekna seg við at ringja ella senda
eini boð til 507618 (Annié), ella
mail: annieholm01@gmail.com /
lauritshansen98@gmail.com innan
1. juni.
Brúdleyp
Leygardagin 24. mai giftast Sólrun
Abrahamsen, Strendur og Jógvan
Andersen, Skála. Vígslan verður
í Kelduni í Skálafirði kl. 12.00.
Døgurði verður fyri innbodnum í
bygdarhúsinum í Leirvík kl. 17.00.
Opið hús verður kl 21.00, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin tann 24. mai gift
ast Poulina Poulsen og Chris
Chung. Vígslan verður í Sjóvar
kirkju kl. 14.00. Tey ið ynskja at
hátíðarhalda dagin saman við
okkum eru vælkomin til opið hús
í bygdarhúsinum á Strondum kl
17.00.
Gudstænastur Dýra biðidag 16. mai
Havnar kirkja: kl.11, lestur
Havnar kirkja: kl.20, forbønargudstænasta, Ann D. Hansen
Hoyvík: kl.11, Sonja Klein
Vesturkirkjan: kl. 11, Derhard Jógvansson. Altargongd
Argir: Vegna umvæling er eingin gudstænasta í Argja kirkju.
Víst verður til Vesturkirkjuna
Kvívík: kl. 12, konfirmatión, Theodor E. D. Olsen
Miðvágur: kl 11, Inga Poulsen Dam
Hósvík: kl. 11, Bergtórur H. Bjarkhamar
Haldarsvík: kl. 11, Marjun í Kálvalíð
Tjørnuvík: kl. 12.15, Marjun í Kálvalíð
Funningur: kl. 11, messa Emil Olsen.
Gjógv: kl. 12.30, messa Emil Olsen
Skálafirði: kl. 11, Símun Persson Jacobsen, altargongd
Leirvík: Kl. 11, Havstein Klein, dópur
Kunoy: kl.12, Hanus á Gørðum altarg.
Hvannasund: kl.12, Maria J Niclasen útvarpað
Christianskirkjan: kl. 11, Magnus Brahé Jørgensen.
Christianskirkjan kl.18, Hanus á Gørðum Djúphugsni og kvirra
Sandur: kl. 12: Jákup R. Hansen
Hvalba: 12.30, Jens Mortan Mortensen
Tvøroyrar: kl. 11, konfirmatión, Jónsvein Bech
merkisdagar
www.sosialurin.fo