týsdagur 13. mai 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Tróndur Arge
Í kvøld verður útsetta fjórð
ingsfinalan í kappingin um
Løgmanssteypið
millum
B68 og ÍF. Higartil eru EB/
Streymur og Víkingur ikki
óvæntað komin víðari. Tað
eru tey bæði liðini við stolt
astu steypasøguni í nýggj
ari tíð. Víkingur er í løtuni
tvífaldur vinnari av kapp
ingini um Løgmanssteypið,
meðan EB/Streymur hevur
verið í finaluni sjey ár upp í
slag. Av tí sama, so hava tey
eisini myndað finaluna tvey
tey seinnu árini – og tríggjar
ferðir síðani 2009. Við støði í
søguni, so er tað ikki undar
ligt at hesi bæði liðini eru at
síggja í hálvfinaluni.
Triðja liðið, sum er komið
í hálvfinaluna er HB. Tað
er mest vinnandi felagið í
steypakappingini, men tað
hevur gingið illa við at vinna
steypakappingina í nýggjari
tíð. Vit skulu heilt heilt aftur
til 2004 fyri at finna sigur
hjá HB í steypakappingini. Í
ár er liðið óhugnaligt sterkt á
papírinum og tað er ongin ivi
um at HB hevur ein hóp, sum
kann standa seg bæði í lands
kappingini og í steypakapp
ingini uttan at tað gongur út
yvir orkuna.
Nú skal so fjórða liðið
finnast. ÍF er favorittur at
kom í hálvfinaluna. Felagið
vann í fjør silvur í lands
kappingini. Koma teir víðari,
so eru tað steypafinalistarnir
frá í fjør og nummar eitt og
tvey í landskappigni, sum
eru eftir í steypakappingini.
Í so máta er B68 ein »out
sidari« í hesum samanhang
inum. Teir eru uppflytarar og
málið er heilt klárt at yvirliva
í bestu deildini. Spurningurin
er hvussu stóran týdning
steypakappingin hevur fyri
B68 í mun til at yvirliva í
bestu deildini. B68 tapti um
vikuskiftið heili 4-0 fyri HB
í landskappingini og Jógvan
Martin Olsen viðgekk eisini,
at tað var munurin á B68 og
HB. Vinnur B68 í kvøld á ÍF,
so skulu teir møta HB tvær
ferðir í hálvfinaluni.
ÍF
ÍF hevur ikki fingið eina
dreymabyrjan upp á kapp
ingarárið,
men
tvífaldu
silvurvinnarnir í landskapp
ingini eru við í miðbólkinum,
sum tykist taka stig frá
hvørjum øðrum. Liðið hevur
verið fyri atfinningum fyri
bara at gýppa og spæla við
longum avleveringum. Til
hendan dystin koma teir
nokk at verða meiri spæli
stýrandi, so er spurningurin
um teir megna tað uppgáv
una.
Albert Ellefsen, venjari
hjá ÍF, hevur fyrr víst á, hetta
er møguleikin hjá ÍF at steyp
í hesum kappingarárinum.
Lykilin: Clayton
Clayton Soares hevur bara
skotið eitt mál í landskapp
ingini í ár. Hann hevur verið
ein lyklaspælari fyri ÍF tvey
tey farnu árini, men í løtuni
avrikar hann ikki nóg gott.
Akkurát hvat orsøkin er
kann verða torført at seta or
á, men eitt orsøk kundi verið
mangulin av Øssuri Dalbúð,
sum ikki er á liðnum í ár. Teir
báðir funnu væl útav tí, men
í ár gongur ikki eins væl.
Møguleikarnir:
Umstilling
ÍF er favoritur at koma víð
ari. Teir hava á papírinum
ein væl sterkari hóp enn
B68. Fyri ÍF kemur at verða
týdningarmikið, at teir fáa
skjóta spælið at rigga. Ein
møguleiki er at lokka B68
langt niðana vøllin. Tað
tóktist rigga fyri HB, sum
um vikuskiftið megnaði at
vinna bóltin langt frammi á
vøllinum fyri síðani at finna
pláss aftanfyri verjuna.
ÍF hevur skjótar vengur,
men hevur ikki fingið kontra
spælið at rigga í ár. Heldur er
tað Bartal Eliasen, sum verð
ur sendur fram í álopið at
vinna bóltar.
ÍF skal helst stýra hesum
dystinum, men megna teir at
leggja eina umstillingarfellu
fyri B68, so kann tað blíva av
gerandi fyri útfallið av dyst
inum.
B68
B68 hevur fingið eina torføra
byrjan uppá kappingarárið,
men tað var væntað. Liðið er
uppflytari og hóast spælarar
sum Jann Ingi Petersen,
Evrard Ble, Mads Rosenberg
og Kristian Joensen eru
komnir til felagið, so knípur
tað við breiddini á liðnum.
Tað er blivið til ein ein
kultan sigur móti AB og so
tveir javnleikir móti EB/
Streymi og Skála. Liðið stríð
ist við at finna eina spæli
hátt, sum passar best til teir
spælararnar, sum eru í felag
num.
Lykilin: Jann
Ingi Petersen
Ein stórur partur av upp
gávuni hjá B68 verður at fáa
tamarhald á miðvøllin hjá
ÍF. Har er Jann Ingi Petersen
undangongdumaður. Avrik
ini hava verið svingandi í ár,
men til dystin í kvøld skal
hann helst hava ein av sín
um góðu døgum, um B68 skal
hava nakran møguleika.
Jann Ingi var í fjør dags
ins spælari, tá Víkingur vann
finaluna móti EB/Streymi.
Tað er eitt líknandi avrik,
sum skal til, um B68 skal
hava nakran møguleika at
koma víðari.
Møguleikarnir:
Miðvøllurin
Fyri B68 liggur lykilin at fáa
røttu samansetingina á mið
vøllinum. B68 hevur fleiri
góðar spælarar, men onkrir
av teimum líkjast ov nógv í
spælihátti. Tí er tað ein av
bjóðing hjá venjaranum, at
fáa sett teir rætt saman, so
teir kunnu fáa sum mest
burturúr móti ÍF.
Eitt sum ikki má henda er,
at liðið missur bóltin langt
frammi á vøllinum, so ÍF
sleppur í mótálop. Tað tykist
verða eitt av veiku punkt
inum hjá B68 í ár.
Vinnur B68 miðvøllin, so
fáa framrættaðu spælararnir
ikki nakað at arbeiða við. So
eru toftamenn hálvan vegin
í hálvfinaluna.
Tipping:
ÍF í hálvfinaluna
Higartil hava favorittarnir
greitt sín setning og eru
komnir víðari. ÍF er favoritt
ur at vinna hendan dystin
og tað ljóðar til, at Albert
Ellefsen raðfestur steypa
kappingina høgt. Tí verður
hetta óiva eitt tendrað ÍF lið,
sum kemur á vøllin í Svanga
skarði í kvøld.
Sosialurin tippar, at ÍF
verður omaná, tá dómarin
bríkslar fyri seinastu ferð.
Liðið
hevur
royndirnar,
sterkari lið á papírinum og
hevur meiri brúk fyri einum
steypasigri enn B68, sum
hevur yvirliving í landskapp
ingini sum høvðusmál.
trondur@sosialurin.fo
Seinasti hálv-
finalisturin
skal finnast
Clayton Soares hevur verið ein lyklaspælari fyri ÍF tvey
tey farnu árini, men í løtuni avrikar hann ikki nóg gott
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað verður B68 ella ÍF, sum verður fjórða liðið, sum sleppur í hálvfinaluna í
kappingini um Løgmanssteypið saman við Víkingi, EB/Streymi og HB