hósdagur 27. mai 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Úr at
gera
Mynd: kez
Seinnu árini er ein støð-
ug útskifting av før-
oyska kappróðraflotan-
um farin fram, og sum
gongdin er í løtuni, so er
einki, sum bendir á, at
útskiftingin er um at
vera liðug.
Bátasmiðjurin, sum
hevur bygt flestu av
nýggju
bátunum,
er
Sámal Hansen, og hann
hevur í øllum førum úr
at gera.
– Báturin, sum eg í løt-
uni eri í ferð við at gera,
er nummar 36 í røðini,
og her og nú havi eg eini
10-12 bátar niðurfyri at
smíða, so hjá mær er
bara at arbeiða við full-
ari ferð, heldur hann.
Tað er annars ikki fyrr
enn seinastu fýra árini,
at bátasmíðið hjá Sám-
ali veruliga hevur fingið
ferð á. Fyrsti kappróðr-
arbáturin hjá honum var
Kjølur, sum varð bygdur
í 1996. Í 1998 var hann
so maðurin, sum stóð
aftan fyri Eysturoying-
in, og tá var tað, at fólk
veruliga fóru at tosa um
nýggju bátarnar. Ikki
minst eftir at gula 10-
mannafarið vant burtur
úr øllum í samfullar
róðrar tvey ár á rað.
– Í sambandi við at eg
smíðaði nýggjan Havn-
arbát og Nólsoying,
fekk eg mær so eina lítla
pausu frá arbeiðinum
sum smiðjur. Hetta var í
januar mánaði í 2000,
men tann pausan er so
bara longd. Eg havi so
ikki verið í gamla starv-
inum síðani, sigur Sám-
al.
Og við 10-12 afturat á
bíðilistanum tykjast út-
litini fyri hesum heldur
ikki at vera so øgilig.
Sámal smíðar framvegis
við fullari ferð, og sam-
stundis fækkast talið av
vælkendu bátunum, sum
Niklas í Koltri á sinni
smíðaði.
-jm
Kappróður hevur ongantíð
verið tryggari
Sámal Hansen úr
Runavík, sum hevur
smíðað flestu av
nýggju kappróðrar-
bátunum, dugir ikki
at síggja nakran sum
helst trupulleika við
trygdini á hesum
KAPPRÓÐUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í kjalarvørrinum á hendini
leygardagin, tá nýggi Hós-
víkingur fór í smildur, hava
røddir verið frammi, sum
ivast í tryggleikan á nýggju
kappróðrarbátunum. Fólk
hava hildið, at so smekrir,
sum bátarnir nú verða
gjørdir, er lítið og einki
hald í teimum, og tí er eis-
ini onkur, sum er farin at
ivast í trygdini hjá kapp-
róðrarfólkum.
Dimensiónirnar eru
óbroyttar
Tann bátasmiðjurin, sum
hesi seinnu árini hevur
smíðað nógv flestar kapp-
róðrarbátar, er Sámal Han-
sen í Runavík, og hann iv-
ast so ikki í trygdini hjá
róðrarfólkunum.
– Nú kann handan hend-
ingin við Hósvíkingi so
ikki sammetast við tað,
sum fyriferst á sjónum.
Báturin varð slongdur av
vogninum, og er farin bólt-
andi gjøgnum bøin við
kanska 80 km/t, og tað
sigur seg sjálvt, at slíka
viðferð tolir hann ikki.
Hvussu var og ikki, so
sóu myndirnar av sundur-
skrædda bátinum ógvus-
ligar út. Tunnu borðini á
bátinum tóktust mest álík
pinnabrenni, men heldur
ikki hetta tykist vera nakað,
sum fær nakran sum helst
ótta í bátabyggjaran.
– Sjálvandi er ein kapp-
róðrarbátur
eitt
sindur
smekrari, enn ein bátur,
sum verður nýttur til út-
róður, men heilt so stórur er
munurin kortini ikki. Borð-
ini, sum eg nýti, eru 10-12
mm, og tað er so somu di-
mensiónir, sum Niklas í
Koltri plagdi at brúka, tá
hann á sinni smiðaði størsta
partin av kappróðrarflotan-
um. Og so kann leggjast
afturat, at kjalarborðið og
flatborðið eru væl sverari.
Upp ímóti tumma tjúkk,
sigur bátabyggjarin. Øll
onnur mát – bond, stokkar,
bekkir v.m. – eru júst tey
somu, sum Niklas nýtti, so
har skuldi alt verið í lagi.
– Á einum vanligum út-
róðrarbáti eru borðini á leið
16 mm, so størri enn tað
sama er munurin so heldur
ikki. Og tá skal so eisini
minnast til, at tann báturin
er bygdur til heilt onnur
viðurskifti.
Er
veðrið
ófantaligt, so verður gjarna
slettis ikki róð við einum
kappróðrarbáti, tí róðrar-
fólki fær kortini einki burt-
urúr venjingini tá.
Ongantíð verð
tryggari
Soleiðis er tað á ongan so-
leiðis, at bátabyggjarin
sjálvur situr við kalda-
sveitta og lurtar, tá róð
verður kapp kring landið.
heldur ikki, um talan av og
á kann vera um heldur
keðilig veðurlíkindi.
– Nei, tað er tað so slettis
ikki. Hesir bátarnir eru so í
øllum førum eins tryggir,
og kappróðrarbátar hava
verið tey nógvu seinnu
árini. Styrkin á bátunum er
so ríkilig til brúkið, og
skuldi tað verið spurning-
urin, so kundu teir ivaleyst
væl verið smekrari, enn teir
eru. Í øllum førum, um tað
bert var trygdin, sum atlit
skuldu takast til.
– Og afturat tí, so er tað
jú eisini soleiðis, at tað nú
er kravt, at bátarnir skulu
hava bjargingarvestar um-
borð. Tíbetur er tað sera
sjáldan, at tørvur er á hes-
um, men tað bøtir so eisini
um trygdina, so alt í alt
haldi eg, at tað ongantíð
hevur verið tryggari at
rógva kapp, enn júst nú,
sigur bátasmiðjurin.
Flutningurin er
trupulleikin
Ein trupulleiki heldur Sám-
al tó vera, og tað var júst
tann
trupulleikin,
sum
gjørdi seg galdandi hjá
Hósvíkingi. Nevnliga flutn-
ingurin.
– Í dag eru tað fleiri av
feløgunum, sum hava fing-
ið sær serligar vognar til
flutning av bátunum. Hesir
vognarnir viga lítið og
einki, og báturin sjálvur
vigar enn minni. Tí kann
tað væl verða ein trupul-
leiki við trygdini hjá bátin-
um sjálvum, tá hann verður
fraktaður millum ymsu
støðini. Kemur ein hvirla,
so er báturin jú soleiðis av
skapi, at vindurin trýstur
hann uppeftir, og er ferðin
tá um einar 80 km/t ella har
á leið, so munar tað lítið,
hvussu handverkið og til-
farið eru. Tá fer báturin illa,
og í flestu førum somikið
illa, at hann verður vrak,
sigur Sámal Hansen at
enda.
Tað sá ógvusligt út, tá nýggi
hósvíkingur fór í knús
leygardagin, men tann
hendingin er lítið sigandi fyri
góðskuna av bátinum, sigur
bátasmiðjurin
Mynd: Jens Krisitan Vang
Nr. 99 • mikudagur • 27. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
19
18
Nr. 99 - 27. mai 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Felagsskapurin hjá
Osama bin Laden
hevur 18.000 virknar
limir, og kríggið í Irak
hevur givið felags-
skapinum vind í segl-
ini
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hóast
umfatandi
tiltøk
ímóti yvirgangsfelagsskap-
inum al-Qaeda bendir alt á,
at felagsskapurin hevur tað
so gott sum ongantíð fyrr.
Tað er í hvussu er niður-
støðan hjá kenda enska
granskingarstovninum
IISS.
Í einari frágreiðing um
al-Qaeda sigur IISS, at
fíggjarviðurskiftini hjá al-
Qaeda eru góð, at felags-
skapurin virkar væl, og at
leiðarin, Osama bin Laden,
hevur ongantíð verið fyri-
myndin hjá so nógvum sum
nú. Hetta seinasta kemst av
krígnum í Irak.
IISS sigur, at al-Qaeda
varð meint raktur, tá Tali-
ban-stýrið varð rikið frá í
Afghanistan, men at felags-
skapurin hevur megnað at
umskipað seg, soleiðis at
hann nú heldur til í meiri
enn 60 londum, men at
hann kortini er at kalla
ósjónligur allastaðni. IISS
heldur, at helmingurin av
teimum 30 ovastu leiðarun-
um í al-Qaeda og umleið
2.000 limir í felagsskap-
inum eru deyðir ella tiknir
til fanga tey seinastu árini.
Men tað hevur ikki
órógvað al-Qaeda stórveg-
is, skrivar IISS. Stovnurin
vil vera við, at felagsskap-
urin hevur framvegis nóg
mikið av pengum, og at
hann stuðlar smáum bólk-
um í londum sum Saudi-
arabia, Marokko, Indonesia
og Kenya.
Irak
Bretski stovnurin sigur, at
kríggið í Irak hevur givið
al-Qaeda vind í seglini, og
júst gongdin í Irak kann fáa
avgerandi týdning í fram-
tíðini. IISS skrivar í frá-
greiðingini, at miseydnast
royndin hjá amerikanarun-
um at demokratisera Irak,
verður landið ein sonn
marra hjá USA og Vestur-
heiminum í mong ár fram-
eftir. Eydnast tað haraftur-
ímóti at skipa Irak sum eitt
demokratiskt land, fer tað
at hava góða ávirkan á alt
Miðeystur, og tað fer eisini
at skerja møguleikarnar hjá
al-Qaeda.
Næstan øll limalond-
ini í einari ST-nevnd,
sum skal kanna og
forða píning, pína
sínar egnu fangar
PÍNING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
ST hevur sett eina nevnd
við umboðum úr tíggju
londum at kanna, hvørji
lond pína sínar fangar, og
hvussu
heimssamfelagið
kann steðga píningini.
Men sambært manna-
rættindafelagsskapinum
Amnesty International er
valið hjá ST sera óheppið,
tí níggju av teimum tíggju
londunum, sum manna
nevndina, pína sínar egnu
fangar.
Algeria hevur fingið for-
mansskapin í kanningar-
nevndini, sjálvt um Am-
nesty International í einari
frágreiðing herfyri stað-
festi, at teir algerisku
myndugleikarnir pína fang-
ar, sum sekir ella ósekir
verða settir í samband við
yvirgang.
Hini londini í nevndini
eru Kongo, Senegal, Kili,
Ekvador,
USA,
Aser-
bajdsjan,
Kekkia
og
Georgia. Amnesty Inter-
national sigur, at í Kongo
verða fangar ofta píndir við
elektriskum stoyti, og í
Senegal hava myndugleik-
arnir pínt fleiri limir í
einum
andstøðufelags-
skapi. Í Ekvador verða
politiskir
andstøðingar
tiknir og píndir í fongslun-
um, og Amnesty Inter-
national ákærir USA fyri at
pína fangar í Afghanistan
og Irak.
Í
Aserbajdsjan
hava
trygdardeildir hjá innan-
ríkisráðnum lagt ómenn-
iskjaligt trýst á andstøðu-
leiðarar, í Kekkia fara
myndugleikarnir illa við
fólki av romanskum upp-
runa, og tað finnast fleiri
frágreiðingar um píning í
fongslunum í Georgia, sig-
ur Amnesty International.
Holkeri fer frá
Fyrrverandi finski for-
sætisráðharrin,
Harri
Holkeri, leggur nú frá
sær sum serligur ST-
sendimaður í Kosovo.
Holkeri tók við starvin-
um í Kosovo í august í
fjør, og ætlanin var, at
hann skuldi røkja starvið
í eitt ár. Men týsdagin
boðaði hann frá, at hann
fer frá nú av heilsuávum.
Harri Holkeri var fyri
hvøssum atfinningum, tá
serbar og albanar brustu
saman í Kosovo fyri
tveimum mánaðum síð-
ani. 19 fólk doyðu í sam-
anbrestunum, áðrenn tað
eydnaðist ST-hermonn-
unum at sissa partarnar.
Serbisku myndugleikar-
nir funnust tá hvassliga at
Harri Holkeri og kravdu,
at hann bleiv koyrdur frá
sum serligur ST-sendi-
maður í Kosovo.
Harri Holkeri hevur
havt aðrar uppgávur utt-
an fyri Finnland. Eitt
skifti var hann formaður
á ST-aðalfundinum, og
hann hevur eisini verið
virkin í royndunum at fáa
frið í Norðurírlandi.
Oljan gevur
dýrar ferðir
Tann høgi oljuprísurin
hevur gjørt, at fleiri
reiðarí og flogfeløg um-
hugsa at leggja eitt ser-
ligt oljuavgjald á ferða-
seðlarnar, og summi fe-
løg hava longu gjørt tað.
Danska
reiðaríið
DFDS legði í gjár 20
krónur oman á hvønn
ferðaseðil við ferjunum,
sum sigla ímillum Dan-
mark og Bretland og
ímillum Danmark og
Noreg. Jes Svare, markn-
aðarleiðari hjá DFDS,
sigur við Jyllandspostin,
at
ferðaseðlaprísurin
varð ásettur fyri einum
ári síðani, men hesa tíð-
ina er oljan dýrkað so
nógv, at prísirnir halda
ikki longur. Tí er olju-
avgjaldið lagt omaná.
Stena Line, sum eisini
rekur fleiri ferjuleiðir,
hevur ikki gjørt av, um
eitt avgjald skal leggjast
á ferðaseðlarnar, men tað
verður helst gjørt, sigur
felagið.
Flogfelagið SAS boð-
aði í síðstu viku frá, at
tað fer at leggja ímillum
30 og 45 krónur oman á
hvønn ferðaseðil frá 1.
juni, og British Airways
og onnur evropeisk flog-
feløg hava sagt, at tey
fara eisini at leggja eitt
oljuavgjald
oman
á
ferðaseðlaprísirnar.
Vakurleiki í
politikki
Tá italiumenn næstu ferð
fara á tjóðartingsval, fáa
teir høvi at atkvøða fyri
flokkinum Partito della
Belezza ella Vakurleika-
flokkinum, sum fyrrver-
andi varamentamálaráð-
harrin Vittorio Sgarbi
hevur stovnað.
Í
teirri
politisku
stevnuskránni
sigur
Vakurleikaflokkurinm, at
hann fer at virka fyri at
varðveita
tað
italska
landslagið og teir vøkru
býirnar. Flokkurin sigur,
at alt ov stórt lendi verða
brúkt til skilaleysa bygg-
ing, og at alt ov nógvir
stórir bygningar mis-
prýða teir vøkru býirnar.
Sambært flokkinum eru
tað eirindaleysir byggi-
harrar og embætismenn,
sum oyðileggja bæði
náttúruna og býirnar.
Vittorio Sgarbi um-
boðar
stjórnarflokkin
Forza Italia hjá Silvio
Berlusconi, forsætisráð-
harra í tjóðartinginum.
Hann hevur kortini gjørt
av, at Vakurleikaflokkur-
in skal fara í valbólk
saman við einum øðrum
flokki, nú val verður til
Evropatingið.
Ágangandi
svanar
Fólk í enska býnum
Mansfield, sum hava
hund, verða nú ávarað
ímóti ágangandi svanum.
Myndugleikarnir í bý-
num siga, at ein svanur
leyp á ein hund, sum var
farin at svimja í einari
lund í býnum, og at svan-
urin var so ágangandi, at
hundurin druknaði. Tað
sama hendi einum øðrum
hundi, og í einum øðrum
føri kom ein hundur
rættiliga í neyð av einum
ágangandi svani.
Tey, sum hava kunn-
leika til svanar, siga, at
steðgin kann ofta vera
ágangandi, tí hann roynir
at verja bøguna og teirra
øki, men serfrøðingar
siga, at svanarnir í Mans-
field hava verið sjáld-
sama ágangandi í ár.
Eftirlitsnevnd hevur ikki
reint mjøl í posanum
Al-Qaeda líka sterkt enn
Kríggið í Irak hevur gjørt, at uppaftur fleiri síggja Osama bin Laden sum ta stóru fyrimyndina
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
18