hósdagur 27. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 99 - 27. mai 2004
Hølir í Tórshavn
til leigu
Hølir sum eru vælegnað til skrivstovu, ráðgevingar-
virksemi og annað.
Hølini er uml.100 m2 og er møguleiki fyri at víðka til
200 m2. Hølini hava egna inngongd og møguleika
til allar hentleikar sum t.d. toilet, køk. vm.
Eisini er høli 200 m2/1400 CBM, ið er vælegnað til
goymslu, ídnað og annað virksemi. Høli hevur 2
portur sum eru 4,0 x 4,5 metur til støddar hvørt.
Toilet og aðrir hentleikar eru í hølinum.
Sera gott útsýni og tætt við høvuðsveg.
Sosialurin
Box 76 · FO-110 Tórshavn
Bill.mrk. 609
Fráboðan um
loyvi til
aftursøkking
Við hesum verður gjørt
kunnugt,
at Heilsu-
frøðiliga starvsstovan
tann 25. mai 2004, við
heimild í kunngerð nr.
38 frá 8. mars 2001, um
aftursøkking av tilfari,
sum er tikið upp av
havbotninum,
hevur
givið
Klaksvíkar
kommunu
loyvi til
aftursøkking av tilfari
í Kalsoyarfirði,á
knattstøðu 62º15,0’N
og 06º39,1’W,
út fyri Syðradali
Avgerðin kann kærast
til landsstýrismannin
við umhvørvismálum.
Møgulig
kæra
skal
sendast Heilsufrøðiligu
starvsstovuni,
Falka-
vegur 6, 2. hædd, FO-
100 Tórshavn, í sein-
asta lagi fýra vikur frá
dags dato.
Loyvi liggur alment
frammi á Heilsufrøði-
ligu
starvsstovuni.
Loyvi kann somuleiðis
síggjast á heimasíðuni
hjá
Heilsufrøðiligu
starvsstovuni,
www.hfs.fo
Heilsufrøðiliga
starvsstovan
veitst tú ikki tað?
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
20
Nr. 99 - 27. mai 2004
21
Filadelfia
99 %
pdf.
21
Bulgarin skoraði fyri B68
Bulgarski álopsspælarin, sum roynir seg í B68 í hes-
um døgum, var við í einum steypadysti, sum varð
spældur á Skála sunnudagin.
Dysturin var ímillum Skála og B68 og var í sam-
bandi við Skálastevnuna. Dysturin endaði 2-2, og
annað av málunum hjá B68 skoraði Stanislav Stan-
kov. Sambært heimasíðuni hjá B68 stóð bulgarski
álopsspælarin seg væl í dystinum.
Dysturin endaði við brotssparkskapping, og hana
vann B68, so at teir fóru um fjørðin aftur við steypi í
viðførinum.
-ek
Jan Guttesen til ÍF
Árini 1997-2001 var
Jan Guttesen av týdn-
ingarmestu monnun-
um á miðvøllinum á
B36-liðnum,
sum
millum annað vann
tvey
gullmerki
í
landskappingini, um-
framt at talan eisini
gjørdist
um
fleiri
heiðursmerki av øðr-
um slag.
Seinnu árini hevur
miðvallarin tó verið í
lestrarørindum í Danmark, og nú tykist greitt, at
summarsteðgurin í ár skal nýtast til fótbólt í
Fuglafirði.
Enn eru ikki allir smálutir komnir upp á pláss, men
Jan sigur sjálvur, at hann roknar við at spæla í ÍF.
– Tað verður allarhelst soleiðis, at eg skal arbeiða í
Fuglafirði í summar, og so havi eg sjálvandi einki
ímóti at spæla fótbólt samstundis. Ikki minst tá upp-
gávurnar kunnu gerast so spennandi, sigur hann.
Og við hesum sipar hann helst til úrtøkuna í
steypakappingini higartil, har ÍF við einum sigri í
seinnu hálvfinaluni móti NSÍ kann tryggja sær sæti í
finaludystinum.
Ætlandi verður tað annars soleiðis, at Jan fær verið
við á ÍF-liðnum tey bæði seinastu umførini undan og
tey bæði fyrstu umførini eftir summarsteðgin. Og
hartil kemur so sjálvandi hálvfinala og møguliga
finala í steypakappingini.
-jm
Danmark kann vinna EM
Svenski venjarin hjá FC Keypmannahavn, Havn
Backe, heldur, at Danmark kann vinna EM. Hann
sigur við Jyllands-Postin, at hava danir ein góðan
dag, so hevur liðið styrki til at vinna europameistara-
heitið.
Venjarin hjá Toda Jónsson heldur tó, at liðið
stendur og fellur við góðum avrikum hjá einstøkum
spælarum, og hann heldur, at Jesper Grønkjær og
Martin Jørgensen skulu spæla væl, um liðið skal
standa seg væl. Eru teir ikki á toppinum, so verða
úrslitini meira misjøvn, heldur Hans Backe.
-ek
Fótbóltsskúlin fyri
framman
Aftur í ár skipar Fótbóltssamand Føroya fyri fótbólts-
skúlum kring landið. Hesaferð verður skúlarnir trígg-
ir í tali, og verða teir hildnir í Sandavági, í Vági og á
Toftum.
Skúlin í Sandavági er tann fyrsti av hesum, og verð-
ur hann hildin í døgunum 24.-25. juni. Høvuðsvenj-
arar her eru Atli Gregersen og Páll F. Joensen.
Í Vági verður lagt til brots 1. juli, og verður tað
Álvur Hansen, sum kemur at standa við ábyrgdini av
skúlanum teir báðar dagarnar.
Seinasti skúli verður á Toftum, og verður hetta
vikuskiftið 9. og 10. juli. Her verður tað Abraham
Løkin, sum fer at halda skil á.
Tilmeldingarbløð til fótbóltsskúlarnar verða løgd út
til feløgini og á posthús og fólkaskúlar kring landið,
og er seinasta freist at tekna seg mánadagin, 14. juni.
-jm