Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 15. mai 2014 · Nr. 55 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Í juli 2013 datt 95 ára gamli Kristian Poulsen úr songini. Hann breyt lærhálsin og endaði í koyristóli. Eftir nakr­ ar mánaðir á sjúkra­húsi­num kom hann á akuttlistan og slapp inn á Boðanesheimið. Eftir stutta tíð fekk dótturin, Karin Jacob­sen, boð um, at hann ikki var egnaður til at búgva á Boðanesheiminum. - Tá tvær vikur vóru farn­ ar, bóðu tey meg koma til samrøðu. Hetta var ein týs­ dag, og hann varð koyrdur heim fríggjadag, sigur Karin Jacob­sen. Hon hevði tískil sera stutta tíð at finna hon­ um eitt nýtt stað at vera. Karin Jacobsen hevði havt trý eldri fólk búgvandi fyrr, og helt tí, at tað fór ikki at vera nakar stórur trupulleiki at hava pápan heima eina tíð. Men tað var ikki bara sum at siga tað. Karin Jacob­sen upplivdi, at nógv i um­sit­ing­ini í Almannaverkið ikki virkaði. Samskiftið var vánaligt, og arbeiðið hjá røktarunum var so illa lagt til rættis, at páp­ i­n fekk ikki tað røkt, hann hevði tørv á. Hann fekk onga uppvenjing bjóðað, og hevði Karin Jacobsen ikki fingið so nógva hjálp frá familju og vinum, hevði hon ikki kunnað røkt eitt full­tíðar­ starv samstundis. - Eg standi spyrjandi, tá politik­ar­ar siga, at teir gjarna vil hava, at fólk eru heima sum longst, tað ber ikki til í praks­is, sigur Karin í dag. Ógjørligt at leggja dagin til rættis Eitt nú vóru stórir trupul­ leik­ar við at brúka dag­til­ haldið. Tað bar ikki til at legg­ja koyringina til rættis á nøkt­andi hátt. - Pápi mín situr í koyri­ stóli, og hann slapp ikki av­ stað um ikki ein serligur buss­ur kom eftir honum. Men tað var ikki gjørligt at av­tala eitt ásvíst tíðspunkt mill­um 8 og 9, har bussurin skul­di koma, sigur Karin. Tí­ skil avgjørdi hon, at pápin skul­du fara avstað kl 9.30 um morgunin. Tá var eingin ann­ar, sum skuldi brúka bil­ in, og tí kundu tey avtala eitt ávíst tíðspunkt. Men hetta merk­ti, at onkur mátti vera heima intil klokkan 9.30 um morgunin og aftur klokkan 15 seinnapartin, tá pápin kom heim aftur. Hon undrast um hetta. - Eg haldi, at tá brúkarar skulu í dagtilhald, so eigur man eisini at leggja tað til rætt­is eftir tørvinum hjá brúkara­num, sigur hon. Men hetta var ikki tað ringasta, for­tel­ur Karin. Skuldi í song kl 20 Eftir eina tíð heima varð páp­ in koyrdur í song klokkan 20, og lá við somu blæðu til næs­ ta dag út á fyrrapartin. - Í fyrstani komu tær millum klokkan 21 og 22 um kvøld­ið, men so bleiv tað fyrr og fyrr, og at enda komu tær millum klokkan 19 og 20, sigur Karin. Tær komu ikki aftur fyrr enn seint út á fyrra­partin dagin eftir, og tí førdi hetta við sær, at pápi Karina lá við somu blæðu í nógvar tímar. - Tær gjørdu hann kláran, og so fingu vit hann í song, og so komu tær ikki aftur fyrr enn kl. 10 - 11 dagin eftir. Tá var hann ofta druknaður upp á nakkan, tá tær komu, sig­ur Karin Jacobsen. Hon vildi gjarna havt pápa sín heima, men við tí hjálp hon fekk, var tað ikki møgu­ligt. Slapp ikki í bað Pápi Karina var ongantíð í bað tær 11 vikurnar, hann búði heima hjá henni. Orsøk­ in var ein sera ósmidlig skip­ an, har hann bert slapp í bað miku­morgun. Um hann ikki var væl fyri mikumorgun, mátti hann bíða eina viku, áðr­enn hann slapp í bað. - Eg spurdi ofta, um hann ikki skuldi í bað. Eg segði, nú hev­ur hann ligið dýggjvátur, hann má í bað, men so fekk eg at vita, at hann bleiv líka væl vaskadur í seingini, sigur Kar­in og leggur aftrat. - Eisini fekk eg at vita, at hann skuldi í bað miku­morg­ un. Hetta passaði illa, tí hann var ofta illa fyri um morgun­ in, men tað kundi eftir øllum at døma ikki broyt­ast. Soleiðis gingu vikurnar, og hann kom aldrin í bað, með­ an hann búði heima hjá mær, fortelur Karin Jacobsen. Á einum fundi, sum hon hevur havt við heimarøktina, fekk Karin at vita, at tað passar ikki, at hann bara kundi fara í bað mikudagar, so tað mátti vera ein mis­skilj­ ing. Hon er serliga ørkymlað um, at tað ofta tóktiskt sum, at tær vóru nýggjar og óroynd­ar, sum komu til pápa henn­ara. - Eg haldi ikki, at man kann senda ungar óroyndar røkt­ar­ar til ein gamlan mann, sum er so illa fyri og dementur, sum pápi er, sig­ur Karin Jacobsen. Hon legg­ ur dent á, at tað ikki er sjálv starvsfólkini, sum hon finst at, men skipanini og máta­ num viðurskiftini eru løgd til rættis. Trygdin ikki í lagi Eftir eina tíð vísti tað seg, at pápin hevði brúkt eina song, sum ikki tryggjaði nóg væl ímóti, at hann datt á gólv. Hann hevði brotið seg sund­ ur tvær ferðir við at detta á gólv, og hann skuldi hava eina serliga song. Har­aftr­at var okkurt galið við lift­ini, og hann hevði mang­an sagt, at hann kendi seg ótrygg­an í henni. Karin Jacob­sen eftir­ lýsir at man frá heima­røkt­ini kann­aði um slíkt var í ordan. - Tað var nærmast av til­ vild at vit funnu útav, at song og lift ikki var í ordan. Í sambandi við at fleiri av heima­røktarunum vóru sjúk­ ar, kom ein avloysari, sum eftir øllum at døma hevði eina aðra fakligheit, enn tær, sum vanliga vóru har. Hon segði, at hetta líktist ong­um. Har var alt møguligt gal­ið, sigur Karin Jacobsen. Um­framt liftina og songina orðn­aði hendan tað soleiðis, at pápin fekk eina serliga dýnu – eina sokallaða kúlu­dýnu, sum liggur tyngri um kropp­in, og fekk hann at slap­pa av. Eftir hetta fekk hann tað munandi betur og svav alla náttina, sigur Kar­in Jacobsen. Hon var fegin um, at hesin avloysarin kom til pápan, so hesi viður­skif­t­ini komu í rættlag, men var eisini eitt sindur skelkað. - Eg var skelkað av, at tað var so lítið skil á. At eing­in hevði kannað, at viður­skift­ ini vóru í lagi, men at pápi fekk nýggja dýnu, lift og song, bara tí ein avloysari kem­ur, sum hevur skil fyri røkt­ini, sigur Karin Jacobsen. Vánaligt samskifti Eitt, sum Karin Jacobsen sigur seg sakna nógv, var nøkt­andi samskifti við Al­ manna­verkið. Hon kendi seg slepta upp á fjall. - Tað var eg, sum alla tíð­ ina skuldi seta meg í sam­ band við Almannaverkið, og man verður koyrdir niður sálar­liga av at alla tíðina skula ring­ja um hetta og hatta. Eing­in kemur út at spyr­ja, hvussu gongur, um tør­v­ur er á onkrum og so fram­vegis. Onkun­tíð mangl­ aðu blæður ella hjálpi­tól, so spurdu tær meg, hvar tað var. Eg visti einki um, at tað var eg, sum skuldi syrgja fyri tí, sigur Karin Jacobsen. Hon kendi seg fullkominliga niður­undirkomna eftir at páp­in hevði búð heima hjá hen­ni í nakrar vikur. Hetta hó­ast at Almannaverkið sig­ ur, at heimarøktin skal stan­ da fyri ráðgeving og upp­ venj­ing. - Eg haldi, at hetta er ein óvirði­l­ig viðferð fyri eitt menni­s­kja at fáa, sigur Karin Jacob­s­en. Hon fór á fund við Heimarøktina í februar, og spurdi um tey høvdu nakr­ar mannagongdir ella reglugerð, men tað høvdu tey ikki. - Eg spurdi eisini, hvussu nógv tíð er játtað til pleygu av pápa, men tað er onki fast, søgdu tær. Men tær lurt­aðu og søgdu, at tær skuldi brúka meg sum case - at hatta ikki skuldi henda aft­ur, sigur Karin Jacobsen. Hon sigur seg vóna, at um­ sit­ing­in hevur tikid hetta til eftirtektar, men hevur ilt við at trúgva, at pápin er eitt ein­ dømi. - Eg standi eftir við eini kens­lu av, at hetta bara var eitt óheppið dømi, har mest­ sum alt gekk galið, og tað er sjálvsagt harmiligt, men eg havi ilt við at trúgva, at alt hetta kann ganga so galið við pápa, og at hann er eitt ein­dømi, sigur hon. Í dag býr pápin á einum røktar­heimi í Eysturoynni. Slapp ikki í bað Almannamálaráðið hevur sum mál, at fólk skulu búgva heima sum longst, men hetta er snøgt sagt ikki gjørligt, sigur Karin Jacobsen. Pápi hennara búði heima hjá henni í 11 vikur, og eftir hetta var Karin Jacobsen niðurundirkomin, tí skipanin riggar ikki