mikudagur 14. mai 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Hósdagur 15. mai 2014 · Nr. 55
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ni, sum er eftir, og fær hana
tilvirkaða, greiðir Richa B.
Richardsdóttir
og
heldur
fram:
- Um so var, so høvdu
fólk kunna farið inn í ein
matvøruhandil og keypt til
dømis fýra flísar av livur ella
fimm nýru. Tað er jú soleiðis,
vit liva í dag, men tað er líka
sum, at bóndasamfelagið ikki
er komið hartil, sum býar
samfelagið er, sigur Richa B.
Richardsdóttir.
Hon vísir eisini á, at burt
urbeinanin av avroðum ikki
er í tráð við tað sunnheits
rákið, sum er í dag.
- Vit ganga jú so høgt upp í
frískar rávørur, eta tað rætta,
røra okkum nóg mikið og so
framvegis, soleiðis at vit og
ikki minst okkara umhvørvi
hevur tað gott. Vit hava eitt
reint umhvørvi, so okkara rá
vøra hevur vaksið seg stóra í
einum reinum umhvørvi, og
tí skilji eg ikki, at vit fara so
illa við okkara egna tilfeingi,
sigur Richa B. Richardsdóttir.
Tørvur á nýhugsan
Um keðiliga gongdin skal
vendast er alneyðugt at
broytingar fara fram í okkara
hugsanarhátti og hugburði
til tað tilfeingið, sum er í
landinum.
- Hyggja vit eftir fiskinum,
so er ein stór menning hend
har, tí vit keypa feskan
fisk, sum vit síðani brúka í
nógvum ymiskum rættum.
Ta broytingina eiga serliga
føroysku matstovurnar og
kokkarnir tøkk fyri, tí tey
fólkini hava gjørt nógv burt
ur úr nýhugsan, hvat fiski
viðvíkur, og hava veruliga
megnað at seta fokus á júst
tað tilfeingið, sigur Richa
B. Richardsdóttir og heldur
fram:
- Men avroð og annað frá
seyðaslakti er líkasum dragn
að burturúr. Eg haldi eisini,
at eitt, sum fólk gloyma, er
fíggjarligi vinningurin, um
vit gera meira burturúr av
roðum, heldur enn at blaka
tey burtur. Um mann til
dømis flettir 300 seyðir um
árið, og hvørt avroð kostar
eini 150 krónur, so hevði tað
ivaleyst ikki verið nakað,
sum
mann
bara
blakar
burtur. Men áhugin fyri
vøruni má sjálvandi vera til
staðar, staðfestir Richa B.
Richardsdóttir.
Hon vísir á, at serliga
yngra ættarliðið sær avroð
sum nakað gamaldags og
keðiligt, og tí tíma tey ungu
ikki at brúka tað í síni mat
gerð.
- Tey hava partvís rætt í,
at tað kann vera ein gomul
siðvenja og keðiligur matur,
men júst tí haldi eg, at vit eiga
at fara frá teimum siðbundu
rættunum, har avroð verða
brúkt,
og
heldur
hugsa
nýggjar rættir, har vit brúka
partar av avroðnum ístaðin
fyri eitt nú høsnarunga ella
neytakjøt. Set føroysku rá
vørurnar saman við øðrum
vørum, tú annars ikki hevur
roynt, og prøva teg fram, og
so ivist eg ikki í, at vit fáa
nýggjar rættir, har avroð eru
ein týdningarmikil partur av
innihaldinum í rættunum,
sigur Richa B. Richardsdóttir.
Mentanin fer til spillis
Í og við at yngra ættarliðið
ikki tímir at brúka avroð og
aðrar partar av seyðaslakti
og ístaðin keypir somu men
innfluttu rávørurnar, er ikki
bara talan um matoysl, held
ur Richa B. Richardsdóttir.
- Tað er ikki bara góður
matur, sum fer til spillis,
men eisini dýrabar mentan,
og tað, haldi eg, er ógvuliga
harmiligt, sigur Richa B.
Richardsdóttir
og
heldur
fram:
- Eg skilji væl, at tey ungu
ikki vilja eta tað sum fyrr,
men um mann blakar hesa
rávøruna burtur, so blak
ar mann samstundis eitt
petti av mentan burtur.
Men fyri at gera tey ungu
meira tilvitað um henda
matin, er fyrst og fremst
neyðugt, at tað fæst til keyps
í matvøruhandlunum, so
leiðis at mann ikki skal út til
bóndan eftir rávøruni. Har
næst hevði tað ivaleyst økt
áhugan, um vit fingu onkrar
modernaðar kókibøkur, har
føroyskar
rávørur
blivu
brúktar. Tað kundi ivaleyst
havt eina ávirkan, sigur
Richa B. Richardsdóttir.
Hon er tó sannførd um,
at keðiliga gongdin, har før
oyingar blaka góðar rávørur
burtur, kann vendast.
- Tað góða er, at í fleiri
skúlum verður alsamt meir
gjørt burtur úr slaktinum, og
børnini hava temavikur um
heystið, har tey millum ann
að sjálv eru við í slaktinum
og so framvegis. Harafturat
eru eisini ymsir kokkar og
matstovur so smátt byrjað
at seta fokus á rávørurnar
frá seyði, sum vit hava
her heima, sigur Richa B.
Richardsdóttir
og
leggur
afturat:
- Alt tekur tíð, og soleiðis
er eisini við hesum, tí at
broyta
hugsunarhátt
og
hugburð hjá fólki tekur tíð.
Men gera vit einki, so hendur
als eingin broyting, og tað
ber ikki til, sigur Richa B.
Richardsdóttir.
rannva@sosialurin
- Meir og meir verður
burturbeint, og møguliga
verður tað um fá ár
vanligt, at vit bara eta
tjógvini, meðan alt hitt
verður blakað burtur.
Hendir tað, er talan um
matoysl av ringasta slag,
og tað eigur avgjørt ikki
at fara framm, sigur
Richa B. Richardsdóttir