mikudagur 14. mai 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 15. mai 2014 · Nr. 55
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Føroyingar tíma og duga ikki
nóg væl at brúka sínar egnu
rávørur, og tað merkir, at
hvørt ár verður nógvur mat
ur burturbeintur, ið annars
er góður og bíligur. Tað er
serliga innan seyðaslaktið,
at vit blaka rávøru burtur –
rávøru sum vit síðani fara í
handlarnar at keypa frá út
landinum. Eitt nú eru seyðar
høvd, livur, nýru og hjørtu rá
vørur, sum nógvir føroyingar
burturbeina aftan á slaktið.
- Eg haldi ikki, at tað gev
ur meining, at vit brenna
tað, sum vit sjálvi hava her í
landinum, og so velja at inn
flyta júst somu rávørur. Av
roð eru nógvastaðni delika
tessumatur, men vit duga
ikki nóg væl at brúka avroð
og gera lekrar, annarleiðis
rættir við teimum. Læra
vit tað, so sleppa vit undan
at innflyta hesar vørurnar,
brúka okkara egna tilfeingið
og spara pening.
Tað
sigur
Richa
B.
Richardsdóttir úr Havn, ið er
útlærd føðsluatstøðingur, og
sum í meir enn 25 ár hevur
verið bóndakona. Í sambandi
við Umhvørvisvikuna, sum
var í farnu viku, helt hon
fyrilestur um føroyskar rá
vørur, avroð og partar av
slaktinum, ið verða burtur
beindir.
- Rákið er soleiðis, at meir
og meir verður burturbeint,
og møguliga verður tað um
fá ár vanligt, at vit bara eta
tjógvini, meðan alt hitt verð
ur blakað burtur. Hendir tað,
er talan um matoysl av ring
asta slag, og tað eigur avgjørt
ikki at fara fram, sigur Richa
B. Richardsdóttir.
Blaka góðan
mat burtur
Síðani fyrst í 90unum hava
bøndurnir kring landið havt
trupult við at sleppa av við
avroð so sum hjarta, liv
ur, høvd og nýru. Og henda
negativa gongdin er fram
vegis galdandi.
- Tað, sum eg ikki skilji, er,
at vit blaka hesar rávørurnar
burtur, men innflyta tað
úr útlondunum. Sum dømi
kann eg nevna, at í sambandi
við fyrilesturin ringdi eg til
eina stóra heilsølu í Føroyum,
sum kundi upplýsa mær, at í
fjør høvdu tey innflutt ikki
færri enn 44.000 seyðarhøvd.
Tað vísir, at hetta er matur,
sum okkum dámar, og vit
eta javnan. Tí gevur tað ikki
meinging, at vit burturbeina
hesar rávørurnar, sum vit
frammanundan hava í landi
num, sigur Richa B. Richards
dóttir.
Sjálv
hevur
Richa
B.
Richardsdóttir verið í sam
bandi við Bóndafelagið, yms
ar heilsølur og handlar fyri
at fáa eina hylling av, hvussu
svart tað sær út fyri føroysk
ar rávørur so sum avroð. Hon
vísir á, at umleið 60.000 lomb
verða flett um árið, men mett
verður, at einans 10 prosent
verður tikið til rættis. Tað
vil siga, at hvørt ár eru eini
54.000
avroð,
harímillum
høvd, sum verða blakað burt
ur.
- Ein av orsøkunum er
tann sokallaða dominoeffek
tin. Um ein sigur, at tað er
møtumikið og trupult at fá
ast við avroð, so smittar tað
av upp á onnur. Ikki tí, tað er
eitt sindur strævið at fáast
við, men hinvegin hví skal
alt vera so lætt? Sjálvandi
er tað trupult, um onkur ber
tær avroð, og tú ongantíð
hevur fingist við tey, men til
ber at læra seg at hagreiða og
brúka hesar rávørunar, sigur
Richa B. Richardsdóttir.
Vilja keypa í smáum
Richa B. Richardsdóttir held
ur, at ein onnur orsøk til, at
alsamt fleiri fólk ikki brúka
stóran part av slaktinum, er,
at tey flestu eru von við at
keypa inn til tað, mann hev
ur brúk fyri í dag og í morgin.
- Nógv hava ikki møgu
leika til at frysta eina rúgvu
av mati og tíma tað kanska
heldur ikki, og tað er jú ikki í
samsvari við eina rávøru sum
avroð. Avroðini fært tú um
heystið, og so mást tú keypa
rættiliga nógv av teimum.
Trupulleikin har er tann, at
bøndurnir kunnu ikki koyra
tað til eitt flettingarstað og
so fáa kjøtið heimaftur til
dømis til at ræsa, og so tekur
virkið sær annars av rávøru
Føroyingar
blaka mat
og mentan
burtur
- Tað er eingin logikkur í, at vit burturbeina okkara egnu rávørur so sum livur og nýru fyri
síðani at innflyta somu vørur frá útlandinum. Eg eri bangin fyri, at vit ikki bara blaka matin
burtur men í seinasta enda eisini ein part av føroyskari mentan. Soleiðis sigur Richa B.
Richardsdóttir, sum finst at, at ein stórur partur av seyðaslakti verður burturbeindur