mikudagur 14. mai 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hósdagur 15. mai 2014 · Nr. 55
Fyrsta bátastevnan, sum var á Toftum, er farin
aftur um bak. Næsta bátastevnan, sum verður í
Vestmanna, stendur fyri tørni komandi vikuskiftið.
Fyri framman liggja summarstevnurnar og
Ólavsøka.
Ein annar mentunartáttur, sum hevur stungið
seg upp hjá okkum eru tónleikafestivalarnir. Hesir
verða eisini hildnir uttandura í summarveðrinum.
Fyrsti tónleikafestivalurin i ár var tó hildin í
Kongens Have í Keypmannahavn í vikuni, sum fór,
saman við frændunum úr Grønlandi og úr Íslandi.
Komandi mánaðirnar verður Country Festivalurin
í Sørvági, Voxpop í Havn, G í Gøtu og Summar
festivalurin í Klaksvík. Festivalarnir venda sær til
allar føroyingar, hóast teir í hvør sínum lagi hava
síni tónleikaligu eyðkenni.
Leygardagin í hesi vikuni skipar Røktarheimið í
Runavik fyri einum “seniorfestivali” á røktarheims
økinum frá kl. 15.00 til umleið kl. 22.00, har 10 – 12
væl umtóktir tónleikabólkar koma at luttaka.
Tey ætla at seta upp pall og tvey telt á
parkeringsøkinum oman fyri heimið. Men, sagt
verður, at Røktarheimið eisini verður “opið” fyri
festivalgestum. Festivalurin er ætlaður “seniorum”.
Aldursmark er tó ikki ásett. Tey, ið “føla” seg at vera
“seniorar” eru vælkomin, men festivalurin er ikki
ætlaður børnum og ungum.
Teir fyrstu tónleikafestivalarnir og
bátastevnurnar, sum sóu dagsins ljós fyri góðum
10 árum síðan, tykjast at vera komnir fyri at vera.
Fólkið hevur tikið væl ímóti teimum, og eru teir tí
vorðnir ein partur av føroysku mentanini.
Føroyingar dáma væl at syngja, og sjógvin
og havið hava vit liggjandi beint framman fyri
okkum allan dagin. Tað er tí sjálvsagt, at vit savnast
um tónleik og bátar, tá vit saman hugna okkum
uttandura um summarið.
Vit, sum enn hava vanligan likamligan og
mentalan førleika, hava møguleika fyri at fara
á tónleikafestival ella bátastevnu líka mikið,
hvar i landinum, tiltakið er. Slíkt er ein partur av
gerandisdegnum.
Fráboðaði seniorfestivalurin ger sjónligt, at tað
eru medborgarar, sum vegna aldur ella brek ikki
hava henda sjálvsagda førleika at taka lut í tí sosiala
samanhaldinum, sum ein tónleikafestivalur er.
Fyrireikararnir av seniorfestivalinum hava sítt
dagliga virki millum eldri og óhjálpnar medborgarar
og vita tí sera væl, hvussu trupult tað kann vera
hjá búfólkunum at vera saman við øðrum á einum
tónleikafestivali.
Eg haldi tí, at fyrireikarnir av seniorfestivalinum
á ein framúrskarandi hátt hava víst, hvussu til
ber at geva gomlum og óhjálpnum medborgarum
møguleikan fyri eisini vera partur av
samanhaldinum.
Fyrireikararnir hava víst hugflog og vilja, sum
tey eiga stóra tøkk fyri. Vónandi hava tey eisini víst
vegin fram, tá tað um onnur tiltøk ræður til frama
fyri minni mentar medborgarar.
Eyðfinnur Jacobsen
advokatur
EYGA
MÁLIÐ
Senior-
festivalurin
kjak
Veljarakanning reisir
áhugaverdar spurningar
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Seinasta fríggjadag kunn
gjørdi “Ting.fo” eina veljara
kanning, sum Gallup hevði
gjørt. Ikki kann sigast ann
að enn at kanningin gevur
báðum teimum stóru sam
gonguflokkum
nakað
at
hugsa um, tí báðir ganga
nógv aftur.
Veljarakanningar
skulu
sjálvsagt takast við fyrivarni,
tí tað er alment kent, at
summir veljarar brúka kann
ingar til at vísa sína misnøgd,
hóast fleiri av somu veljarum
ikki høvdu funnið uppá at
skift flokk á einum vali. Eisini
vísti kanningin, at stórt tal
av teimum sum valdu stóru
samgonguflokkarnar á sein
asta
løgtingsvali,
høvdu
framvegis ikki tikið støðu til,
hvønn tey høvdu valt, um val
var nú..
Men hóast tølini kunnu
broytast nógv frá eini kann
ing til eitt val, so geva kann
ingar eina greiða ábending
um, hvønn veg rákið fer.
Samgongumøguleikar
Ein spurningur sum altíð
er áhugaverdur aftaná eitt
løgtingsval (og tí eisini átti
at havt áhuga aftaná eina
veljarakanning) er spurn
ingurin um, hvørjir flokkar
kunnu hugsast at fara í
samgongu.
Stóri vinnarin í veljara
kanningini
er
Javnaðar
flokkurin, sum fer úr 17,8
prosentum uppí 25,1 prosent
av atkvøðunum.
Ein orsøk til hesa stóru
framgongdina
sigst
vera,
at formaðurin í flokkinum
hevur meldað greitt út, at
hann fer ikki í samgongu við
Fólkaflokkin aftaná komandi
val.
Uttan iva er ein tílík út
melding ein styrki á valin
um. Spurningurin er so,
um hon ikki kann vera ein
veikleiki aftaná valið. Tí
fyri at fáa meiriluta, mugu
í minsta lagið tveir stórir
flokkar vera í samgongu,
og tá Fólkaflokkurin er av
skrivaður,
og
Sambands
flokkurin sambært kanning
ini verður ov lítil, so er bara
Tjóðveldi eftir. Hetta kann
blíva ein trupulleiki hjá ein
um floksformanni, sum eisini
hevur boðað alment frá, at
undir hansara leiðslu verður
Javnaðarflokkurin ein sam
ríkisflokkur.
Má melda greitt út
Aksel Johannesen segði í
sjónvarpinum fríggjakvøldið,
at
Javnaðarflokkurin
og
Tjóðveldi kunnu samstarva
um so nógv annað enn full
veldispolitikk, og rætt er
tað. Teir kunnu endurstovna
Landsbankan, broyta hjúna
bandslógina o.s.fr. Men eing
in má halda, at Tjóðveldi,
aftaná 12 ár í andstøðu, fer
í eina samgongu, sum ikki
tekur stór stig á fullveldisleið.
Tað hendir ikki.
So tá Aksel Johannesen
meldar greitt út, at hann ikki
fer í samgongu við Fólka
flokkin, so verður hann
eisini noyddur at melda líka
greitt út, hvussu langt hann
vil fara (ella vónandi ikki vil
fara) á fullveldisleið saman
við Tjóðveldinum.
Høgni vil vera
løgmaður
Hin stóri vinnarin í veljara
kanningini er Tjóðveldi, sum,
eins og Javnaðarflokkurin,
stendur til at fáa átta ting
menn.
Á seinasta flokstingi, sum
var hildið í Sandavági í mars
mánaði, meldaði flokkurin út,
at hann vildi hava landsins
leiðslu (løgmann) og at málið
var at “skipa einar frælsar
Føroyar”.
Tjóðveldi
hevur
ikki
frammanundan
avskrivað
at samstarvað við nakran
flokk, men eg havi varhugan
av, at “kemiin” millum Tjóð
veldi og Fólkaflokkin er
ikki góð í løtuni. Men aftur
her kann útmeldingin hjá
Akseli Johannesen um at
útiloka Fólkaflokkin spæla
inn. Fólkaflokkurin endar
næstan altíð í samgongu, og
við undantaki av nøkrum
mánaðum í 2008, hevur
hann sitið í samgongu út í
eitt seinastu 18 árini.
Rekur Fólkaflokkin
til Tjóðveldi
Fólkaflokkurin er í teirri
støðu, at Javnaðarflokkurin
hevur avskrivað hann sum
samgongufelaga, og verð
ur Sambandsflokkurin ikki
størri enn tað sum veljara
kanningin vísti, so hevur
Fólkaflokkurin
bara
ein
møguleika, og tað er at fara
í eina fullveldissamgongu
saman við Tjóðveldi.
Tjóðveldi skal tí velja mill
um samríkispolitikk saman
við Javnaðarflokkinum ella
fullveldispolitikk
saman
við Fólkaflokkinum. Saman
við
Sambandsflokkinum
fer hann ikki, tí har veit
hann, hvat hann fær. Tann
sum slakar mest mótvegis
Tjóðveldi í tí spurninginum
vinnur slagið um skrivstov_
urnar í Tinganesi. Sostatt
kann útmeldingin hjá Akseli
Johannesen um at útiloka
Fólkaflokkin blíva beinleiðis
orsøk til, at vit fáa eina full
veldissamgongu
millum
Tjóðveldi og Fólkaflokkin,
meðan
Javnaðarflokkurin
sum størsti flokkur endar í
andstøðu.
Eingin fær Tjóðveldi at
reka sambandspolitikk
Ilt er at spáða um framtíðina,
men sigast má, at nýggja
veljarakanningin
reisir
í
hvussu so er nakrar áhuga
verdar spurnigar og Aksel
Johannesen má melda út,
hvussu langt hann vil slaka
mótvegis Tjóðveldi í full
veldisspurninginum.
Bara
at siga at flokkurin kann
samstarva um nógv annað,
dugir ikki, tí tað verður tann
ríkisrættarligi spurningurin,
sum í seinasta enda verður
avgerandi.
Eg trúgvi í hvussu so er
ikki, at nakar fær Tjóðveldi
at reka sambandspolitikk.
Veljarakanningar undirhald
Zakarias Wang
Herfyri hava vit havt tvær
veljarakanningar. Tær vóru
ógvuliga ymiskar, men hava
givið fjølmiðlunum nógv av
tilfari at skriva um.
Tað er júst hetta, sum er
endamálið við veljarakann
ingum.
Vit vilja øll fegin kaga
inn í framtíðina. So hevur
altíð verið, og spámenn hava
altíð havt ein ávísan áhuga.
Grikkar tóku ongantíð stórar
avgerðir uttan at spyrja
oraklið í Delfi, hóast tað
mangan mistók seg.
Felags fyri allar veljara
kanningar er, at tær eru
skeivar. Men tær eru heldur
ikki annað enn undirhald.
Skulu tær vera statistisk
álítandi, eru tær dýrar, tí
spyrjast skulu 2990 fólk.
Men tað spurt verður um,
er hvat ið viðkomandi hevði
atkvøtt, um val var í dag.
Hetta broytist dag frá degi,
og tað sæst eina best av, at
tá veljarakanningar verða
gjørdar
sjálvan
valdagin,
víkja tær frá valúrslitinum.
Longri tíðin er til næsta val,
størri gerst munurin millum
kanningina og valúrslitið.
Eru vit greið yvir henda
veruleika, so er einki forgjørt
í at skemta sær við veljara
kanningum, tí mangt kann
vera nýtt til dagdvølju, og
hendan er ein av mongum.
Men hví er eingin kanning
gjørd av, hvat ið føroyingar
halda um avlurtingarpakkan?
Tað hevði kanska komið illa
við hjá onkrum skemtarum!