mikudagur 14. mai 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hósdagur 15. mai 2014 · Nr. 55
tíðargrein
Tórbjørn Jacobsen
fyrrverandi landsstýrismaður
Tórbjørn
Jacobsen
Karin
Kjølbro
Hans Pauli
Strøm
Sámal Petur
í Grund
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Jógvan
við Keldu
Drepur uppi undir Tinganesi
T
íðin hon rennur sum
streymur í á. Hin stóri
róðurgangarin, onkustaðni
har úti undir væðingini, ytst úti
undir hválvinum, heldur skil á
knøttunum á tí stóru kommando
brúnni soleiðis, at Skapanarverkið
melur sum tað skal. Tíbetur sleppa
vit ikki at fjasast uppi í hesum.
Annars hevði onkur strategiskur
ella taktiskur snillingur í eini veik
ari løtu í ovfarakæti sprongt alt í
luftina. Okkara lutur er avmáldur
til at røkja lítlu tillutaðu kram
búðina Føroyar sum frægast. Til
tað hava vit m.a. eina politiska
skipan.
Nú havi eg ongantíð verið
befongdur við tí ringu sjúkuni,
sum longsul er, men havi siglt
saman við monnum, sum næstan
hava mist vitið av hesi sálarligu
sótt. Nú eru trý ár gingin síðan
tann skilagóða avgerðin varð
tikin, ikki at stilla upp aftur til
løgtingsvalið í 2011, - og merkist
bara ein farri av drátti og longsli
innar í tað høpið aftur, so er
frægasti heilivágurin at skrúva
upp fyri Tingvarpinum eina
løtu, so er lekidómurin vísur.
Hugsjónarliga er tað sum at seta
undir klett, har sprettur ikki ein
nýggjur tanki, lok er lagt á alla
framdrift, smyrjioljan er guvað
burturúr gearkassanum og sterk
asti maðurin í landsstýrinum
stjórnar øllum. Parlamentariska
skipanin tykist hava sáttað seg
við leiklutin sum politiskur
húsavørður hjá donsku maktini í
Føroyum og sum asnaryggur undir
Jørgeni Niclasen, sum aftur er
asnaryggur undir áhugamálunum
hjá stórkapitalinum í Føroyum.
F
øroyar eru eitt danskt
heimastýri, tað hava tær
verið í meira enn 66 ár.
Hetta hevur sjálvandi ment ein
heilt serligan politiskan kultur,
ið virkar eftir yvirskipaðum
fyritreytum, sum aðrir hava sett
okkum. Inni í hesi hermetiskt
lokaðu kringekjuni - karrusellini
- eru nú 7 flokkar av fólki, sum
hvør í sínum lagi hava eina ætlan
um, hvussu danska politiska
húsavarðatænastan skal røkjast
sum frægast. Hugsjónarliga
eru flokkarnir nú so líkir og
merglopnir annars, at menn
ganga so hissini ímillum, alt eftir
tørvi og persónligari fáfongd,
hurðarnar eru lopnar úr lási og
farnar upp á víðan vegg í politiskt
heimastýrandi íbúðini. Orðið ella
hugtakið stragtegi finst ikki, alt
er nú bara tann beri og blektaði
taktikkur, sum bert røkkur
fram til ta løtuna, táið tú skal
taka í reyvina á tí næsta henta
idiotinum í skipanini tær sjálvum
og stuðlandi áhugamálunum til
fyrimunar. Hvør er dagsaktuella
støðan so, - eftir 66 ára stjórnmáls
liga tómgongd?
H
álvttriðja ár er nú farið
av valskeiðnum, og tá
tingið kemur saman aftur
á Ólavsvøku, fer danska húsa
varðabrigadan og breyðpolitikarar
úr øllum flokkum og úr báðum
kynum at positionera seg til
uppaftur eitt nýtt heimastýrisval,
sum í seinasta lagi verður hildið
29. oktober 2015. Gamalt var, at
tað sum ikki var komið á skaftið í
fyrra helmingi av einum valskeiði,
tað kundi tú skjóta ein hvítan ørv
eftir, frustratiónirnar breiða seg,
og ongin tekur støðu til nakað, í
hvussu er ikki til eitthvørt, sum
kann vera darvandi fyri endurvali
teirra, sum framhaldandi ætla sær
leiklutin sum pedellar hjá donsku
maktini í Føroyum. Harvið skulu
vit rokna við, at valstríðið so smátt
er farið av lunnum.
T
vær veljarakanningar komu
støkkandi út í almenna
rúmið, at kalla dag um dag, í
vikuni sum fór. Gallup hevði evnað
aðra til gamla Dimmustjóran
Árna, ímeðan Lóður hevur gjørt
hina fyri Sjúrð Skaale, tingmann
Javnaðarfloksins á Danatingi.
Ikki óvæntað varpa kanningarnar
eina torpedo inn í búkin á ABH-
samgonguni hjá Kaj Leo og
Jørgeni. Umsíðir tykist veljarin
hava skilt, at hetta púrgjørda
regime ikki kann halda fram,
skaðin av ránunum og vina- og
kenningapolitikkinum og stjórn
málsligu tómgongdini er somikið
stórur, at samfelagið stendur
ikki undir ABH-vektini eitt
valskeið afturat. Tað hendir ikki
meira fram til ætlaða valdagin,
til tað er comatøsi tilstandurin
hjá Sambandinum av veljara
kanningunum ov fepurkendur.
Fólkaflokkinum eru meiningar
kanningar eitt feitt, við smáum
fintum megna teir altíð at snúgva
sær onkursvegna uppá turt, og
samkomuklientellið hjá Miðflokk
inum man vera rímiliga statiskt
og røkkandi til tveir tingmenn.
Pensiónsfíggjaði flatskatturin,
gávubúðin hjá Vestergaard og
eldrarokningin, sum nú skal
turkast upp í ermarnar á komm
ununum, varð úrslitið, sum
megnar at manna 14 tingsessir
av 33 sambært Lóður-kanningini
hjá Sjúrði. Kanska verður tað
uppaftur verri, tá totalfriðaði
loyniligi miðlainformanturin í
Vinnumálaráðnum fer ígjøgnum
vaskimaskinuna hjá landsstýris
málanevndini. Men tak onki fyri
givið, aðrar staðir gerast menn
politisk halgimenni av at offra
seg fyri eini søk, í Føroyum verður
tú tað fyri tað mesta av at spæla
hund. Eisini eitt heilt serligt
heimastýrissyndrom.
Tann stóri spurningurin er
so, um tað finst nakað eintýðugt
alternativ. Ella er núverandi
andstøða møguleikin, sum vit
skulu dúva uppá? Mikla politiska
apatiin í fólkinum er ikki bara
avleiðing av ABH-politikkinum,
men í minst líka stóran mun ein
avleiðing av áhaldandi knarrinum
og yppa-kivinum hjá andstøðuni í
mun til sitandi meiriluta. Kanska
sita hesir við einum politiskum
konseptið fyri, hvussu Føroyar
skulu stjórnast tey næstu árini,
men tað er í hvussu er væl og
virðiliga dult fyri monnum.
Partíeigarin Poul Michelsen
tykist onkursvegna at hava funnið
eina rók í veljaraskaranum, har
hann heldur fast og væl tað. Ein
nýggjur flokkur skal ikki taka
hædd fyri eldri kulturum og
siðvenjum innanfloks, tí kann
floksformaðurin stýra sum
hann vil. Poul er tiltikin íðin og
arbeiðssamur maður, og onkurs
vegna hevur hann løtt Framsókn
við nøkrum grundvirðum, sum
kunnu fara at halda, og sum bera
inn í eina samgongu og samstarv.
A
ksel Vilhelmsson hevur
buktað skopuningin út
um grindina, og hevur
í seinastuni megnað at hildið
fokus á nøkrum stakmálum, eitt
nú um manningarásetingar í
lógini um vinnuligan fiskiskap,
og so hevur hann retoriskt
yvirtikið fiskivinnupolitikkin
hjá Tjóðveldinum, hóast
Javnaðarflokkurin onki ítøkiligt
uppskot hevur um hetta. Hetta
einsamalt gevur ikki ein vøkstur
á 8%. Orsøkin skal heldur finnast
í taktiska spunaðinum hjá Sjúrði
og honum, har Javnaðarflokkurin
fram til valið skal liggja íhaldnu
megin Sambandsflokkin í
ríkisrættarmálum, nú taka teir
eisini undir við eini vaksandi
ríkisveiting, bara soleiðis
halda teir fast um læntu,
frustreraðu og fornermaðu
sambandsatkvøðurnar. Og bara
soleiðis endurvinnur Sjúrður
fólkatingssessin, tá kann tað
kanska vera líkamikið hvat Aksel
annars kann brúka Javnaðar
flokkin til, tá valhølini í seinasta
lagi lata aftur í oktober mánaða
næsta ár. Politisk strategi er ongin
at hóma, taktiskt ráksnúni er
kreddan, sum stýrt verður eftir.
G
allup-kanningin er
lítið hugalig fyri Tjóð
veldisflokkin og Lóður-
kanningin er meiri at kalla
katastrofal. 2,5% í vøkstri eftir 10
ár í andstøðu og við eini politiskt
hopleysari samgongu, tað ber
boð um trupulleikar. Formaðurin
segði, refererað frá Flokstinginum
í Sandavági, at hann nú fór eftir
løgmanspostinum í heimastýrin
um, men heldur ikki tað gav
nakra effekt. Annaðhvørt spreiðir
politiska høglbyrsan hjá Høgna
ov vítt ella ov neyvt. Tað tykist
sum hevur flokkurin í drúgva
tíð ikki havt orku til annað, enn
at stríðast fyri rættindunum hjá
teimum samkyndu, væl verið tað
kortini, og so til nakað av tristum
knarri andvegis uppskotum hjá
Jørgeni & Co, sohvørt politiskt
knái seyrvingurin varpar tey
oman á Vaglið. Fiskivinnupoli
tikkurin, sum altíð hevur verið
hitt sterkasta kortið hjá flokk
inum, fóru valevnini longu at
ivast sjónliga og stórliga um,
undir valstríðnum í 2011, og
man fótaði sær líkasum ikki
aftur á hesum mótinum, og tað
hevur Vilhelmsson sjálvandi
gjørt sær dælt av. Ein vaksandi
bági er eisini, at flokkurin ikki
longur er til norðanfyri Hóris
gøtu, avmannaður, bæði parla
mentariskt og organisatoriskt.
Er onkursvegna vorðin eitt
metrosexuelt fyribrigi, við onkr
um undantakið og glotta, eitt nú
Sirið Stenberg, ein Bernadette
Devlin týpa, sum rann upp sum
runnur úr turrari jørð. Og man
tað vera so galið blivið, at hendan
frælsisfylkingin frá 1948 eisini er
farin at trívast sum húsavørður í
danska heimastýrinum?
S
tøðan og veljarakanningar
nar gera greitt, at politiska
landslagið í landinum eftir
næsta løgtingsval verður fløktari
enn nakrantíð at fáa greiði á.
Sitandi samgonga kann ikki
halda fram. Javnaðarflokkurin,
sum nú er sambandskari enn
Sambandsflokkurin, kann skipa
samgongu við Sambandinum
og onkrum hissini hjáputri frá
smáu flokkunum. Fólkaflokkurin
er tilsýnilátandi nakað skerdur
og Tjóðveldisflokkurin hevur
møguliga tveir kostir í at velja,
og hvørgin teirra er mjúkur.
Annaðhvørt fara teir í eina ultra
sambandska samgongu saman við
Javnaðarflokkinum og onkrum
øðrum, ella satsar flokkurin uppá
eina fullveldissamgongu saman
við Fólkaflokkinum, sum ikki
eigur glóðina av frælsisneista eftir
í sínum politiska kroppi og høvdi.
Í fyrra førinum doyr Tjóðveldi, og
í hinum anir hann kanska víðari
fram.
Vindarnir blása magnfullir inn
ímóti politiska berginum, men
tað drepur uppi undir Tinganesi.
Orsøkin er stjórnmálsliga støða
Føroya, sum hevur ment eina
sjáldsama húsavarðatænastu
á Vaglinum, sum yvirskipað er
undirgivin donskum ásetingum,
sum aftur hevur við sær eitt
óneyðuga stórt dimensiónsbýti,
sum er orsøkin til hetta rúgvis
mikla talið av flokkum, sum aftur
er orsøkin til, at tað við tíðini gerst
alsamt truplari at stjórna danska
heimastýrinum Føroyar.
E
inasti politiski heilivágurin
er ein Republikk, har
landið verður stjórnað
samsvarandi egnum fyritreytum,
vilja, tørvi og málum. Ikki fyrrenn
politiska skipanin bara skal taka
støðu til okkara egnu mál út- og
inneftir, sum vanligur partur
av heimssamfelagnum, fæst
logikkur og rationalitetur aftur í
høpið, helst við færri flokkum, tá
vinstra-høgra ásin verður tað sum
føroyskur politikkur fer at snúgva
seg um í tjóðlaðingini av føroyska
statinum.