Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 15. mai 2014 · Nr. 55 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Landsstýrið er endað í einum prinsipiellum stríðið um ta grundleggjandi rættarverju, ið føroyska lógin um upp­ havs­rætt skal tryggja. Stríð­ ið snýr seg um rættin til eitt projekt fyri góðar 200 milli­ ónir krónur. Upphavsrætturin kom á føroyskar hendur 1. januar 2010, men føroyska lóggávan kom ikki uppá pláss fyrr enn 6. mai í fjør. Júst henda lógin verður tik­in fram í málinum um nýggja havrannsóknarskipið, sum er á veg av almennum yvir á privatar hendur. – Vit hava teknað skipið til tað almenna at byggja. Men vit eru ikki so glaðir fyri, at myndugleikarnir nú ætla at lata alt upp í hendurnar á einum triðjaparti, siga Leon Smith, Regin Kristiansen og Mourits Mohr Joensen. Teir tríggir starvast all­ ir á Havstovuni, sum í ára­ vís hevur bíðað eftir ein­um avloysara til Magnus Heina­ son. Í sínum starvi á Hav­stov­ uni hava teir havt uppgávuna at finna útav, hvussu eitt nýtt havrannsóknarskip skal síggja út, soleiðis at skipið á bestan hátt nøktar tann tørv, ið Havstovan hevur við einum havrannsóknarskipi. Teir hava gjørt kravspecifikatiónir og skitsur, og skipasmiðjan Mest hevur leypandi gjørt sjálvar tekningarnar eftir hesum. Arbeiðið endaði við einum neyvum og lidnum detailprojekti, ið varð handað landsstýrismanninum í fiski­ vinnumálum 30. mars í 2012. Við hesum tilfari var klárt at bjóða út arbeiðið at byggja havrannsóknarskipið eftir tí lóggávu, sum løgtingið sam­ tykti í mai 2011. Men síðani vendu politisku vindarnir. Lógin frá 2011 skal setast úr gildi, og í staðin skal landsstýrismaðurin við lóg fáa heimild at lata onkr­an privatan byggja eitt hav­rann­ sóknarskip til tað almenna. Upphavsrættur – Fyri okkum tríggjar er mál­ ið ógvuliga principielt. Vit føldu okkum eiga okkurt í hesum, og tí fóru vit at kanna reglurnar um upphavsrætt, sigur Leon Smith. Saman við Regini Krist­ian­ sen og Mourits Mohr Joensen hevur hann fingið sær løg­ frøðiliga hjálp at kanna regl­urnar. Niðurstøðan hjá Sig­mundi Poulsen, advokati, er greið. Kravspecifikatiónir og tekningar til nýggja hav­ rannsóknarskipið lúka treyt­irnar um verkshædd og eru vard av grein-1 í lógini um upp­havsrætt. Tí kunnu hvørki kravspecifikatiónir ella tekn­ingar brúkast og skipið kann heldur ikki smíð­ast uttan loyvi frá upp­ havs­rættarhavara. Sambært advokatinum hjá teimum trimum hevur Havstovan brúksrætt til tilfarið, men tað kann ikki latast øðrum at brúka. Og løgtingið kann heldur ikki uttan víðari lóg­ geva ræðisrættin ella ognar­ rættin til onnur at brúka, tí tað stríðið ímóti sjálvari grund­lógini. – Vit starvast allir tríggir á Havstovuni og hava gjørt hetta arbeiðið fyri okkara arbeiðspláss. Og landið kann brúka tekningarnar sum tað vil, bara í egnum regi, sigur Leon Smith. Brævið við løgfrøðiligu niðurstøðuni um upp­havs­ rættin var latið Fiski­mála­ráð­ num, áðrenn lógaruppskotið um havrannsóknarskipið kom til 1. viðgerð í løg­ting­ in­um. – Vit hava einki úti­stand­ andi við nakran, men kendu okkum noyddar at vísa á, at her var galið við lógar­ uppskotinum, sigur Leon Smith. Higartil hevur brævið elvt til tvey broytingaruppskot, ið bæði eru at rokna sum royndir at sleppa undan upp­havsreglunum. Fyrst vildi Fiskimálaráðið broyta lógar­tekstin, soleiðis at hav­ rannsóknarskipið skuldi ”byggj­ast samsvarandi krøv­um frá Havstovuni”, og millum tingviðgerðirnar kom uppskot um at broyta tekstin til at havrannsóknarskipið skal byggjast ”samsvarandi teim­um krøvum, ið skipið skal brúkast til.” Tá avtornaði varð lógar­ upp­skotið beint aftur í Vinnu­nevndina, har tað ligg­ ur enn. – Tað eru framvegis iva­ spurn­ingar um upphavs­ rætt­in. Vit mugu lýsa, hvussu nógv skipið kann líkj­ast teimum upprunaligu tekn­ ingunum, uttan at vit gera okkum inn á reglurnar um upphavsrætt, segði Al­fred Olsen, formaður í Vinnu­ nevnd­ini, við Sosialin mána­ dagin. Stýringin Á Havstovuni óttast teir tríggir, Leon Smith, Regin Kristiansen og Mourits Mohr Joensen, at myndugleikarnir við verandi gongd missa stýringina. – Kemur eitt privat reiða­ rí inn, so vil tað óivað broyta projektið til sín tørv. Vit missa stýringina, og vit kunnu tí bara spyrja, hvat skip vit tá fáa burturúr. Í løtuni tykist tað sum um øll verkætlanin hvørvur millum hendurnar á okkum, sigur Leon Smith. Íkomna støðan er løgin, heldur hann: – Jú, tað er ein undarlig støða at koma í. Vit hava jú teknað júst hetta skipið til tað almenna, og nú er líkt til at onkur privatur skal gera eitt heilt annað skip, sigur Leon Smith. Teir tríggir halda tað vera munandi greiðari, um tað almenna sjálvt bygdi skipið. – Nú sær út til at vit fáa eitt annað reiðarí inn, sum fær ræðisrættin til eitt skip, samstundis sum Havstovan fær brúksskilduna. Higartil hevur eingin funnist at, hvussu vit á Havstovuni hava rikið Magnus Heinason øll árini. Hví so taka ein triðjapart inn, spyrja teir tríggir. Fíggjarligu argumentini hava teir ikki stórvegis við­ merkingar til. – Nei, tað er ikki okkara borð. Men støðan er væl tann, at tað almenna kortini kem­ur at gjalda skipið, so ella so, sigur Leon Smith. Higartil hevur tað al­ menna brúkt umleið átta mill­ i­ónir krónur til at fyri­reika, tekna og projektera nýggja havrannsóknarskipið. Spurn­ ingurin um upphavsrætt kann í ringasta føri hava við sær, at neyðugt verður at byrja av nýggjum. Í Sosialinum mánadagin við­gekk formaðurin í Vinnu­ nevndini, at í ringasta føri eru tær átta milliónirnar, ið tað almenna higartil hevur brúkt uppá at tekna og projektera nýggja havrannsóknarskipið, tí farnar fyri skeytið. – Ja, verður eitt havrann­ sóknarskip bygt av privatum, og verandi tekningar ikki kunnu brúkast, so er tað væl støðan, sigur Alfred Olsen. Óvissa Leon Smith, Regin Kristi­an­ sen og Mourits Mohr Joensen duga í dag ikki at siga, hvørja lagnu teirra detailprojekt fær. Og teir hava heldur ikki gjørt sær greitt, hvussu langt teir eru til reiðar at fara fyri at verja sín upphavsrætt. – Nú mugu vit taka ein dag í senn, og framvegis eru spurningarnir hypotetiskir, siga teir tríggir og vísa á, at enn er málið ikki avgreitt í løg­tinginum. – Fyri okkum hevði tó verið greiðast, um tað almenna sjálvt bygdi skipið. Tá hevði spurningurin um upp­havsrætt als ikki verið aktuellur, siga Leon Smith, Regin Kristiansen og Mourits Mohr Joensen við ein munn. Skipið er tikið úr okkara hondum – Vit hava teknað havrannsóknarskipið til tað almenna at brúka. Men í løtuni tykist tað sum um øll verkætlanin hvørvur millum hendurnar á okkum, siga starvsfólk á Havstovuni, sum minna tað almenna á sína egnu lóg um upphavsrætt TÍÐINDI Tað var ein errin stjóri á Havstovuni, sum 30. mars í 2012 handaði Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, útbjóðingartilfarið til nýggja havrannsóknarskipið. Sama dag vórðu játtanarkarmarnir lagdir fram í Fíggjarmálaráðnum, og tá stóð øllum greitt, at politiskt var havrannsóknarskipið offrað í telvingini um almennu íløgukrónurnar, tí eingir pengar vóru settir av til skipið. Detailprojektið er nú endað sum eitt stríð um upphavsrætt. Spurningurin, hvørt talan er um leigu ella fíggjarliga leasing, elvir somuleiðis til ørkymlan í løgtinginum og millum fakfólk