Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 16. mai 2014 Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Inger Smærup Sørensen Grafiskt snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen Tað er í lagi at dálka jørð okkara, um vinningur fæst afturfyri. Tað er í lagi at misrøkta djór, um vit fáa ódýrari mat afturfyri. Tað er í lagi svíkja síni med­ menniskju, um skattalætti fæst afturfyri. Tað er í lagi at fara í kríggj, um fíggjarligir fyrimunir hómast fyri framman. Peningur hevur sett eitt sjáldsamt skilvísi inn í heim okkara, og ikki er tað løgið, at peningur hevur ringt orð á sær millum romantiskar droymarar. Hinvegin hevur list eitt óvanliga gott orð á sær millum romantiskar droymarar. Summir romantiskir droymarar kunnu enntá halda uppá, at list umboðar eitt slag av frelsu. At listin kann skapa frið og sælu í heiminum. Sjálvandi er tað fullamanna møsn. Eins og tað er møsn at gera pengar til rótina til allar heimsins vanlukkur, ja sum heild at seta greið skilarúm millum gott og ónt. So einfalt er tíbetur einki. Men eg haldi ikki, at tað er møsn, at vit øll skulu royna at hugsa eitt sindur meiri romantiskt. At vit ikki bara sita og gena meðan skilvísi penganna stýrir heiminum, vit skulu heldur púra barnsliga romantiskt royna at gera heimin til eitt betri stað at liva. Og tað kann listin í roynd og veru hjálpa okkum við. Í hvussu so er vísa fleiri kanningar, at vit gerast betri medborgarar og virknir samhalds­fastir demokratar, um vit møta listini longu í okkara barndómi. Listin styrkir evnini hjá børnunum til hugdýping. Hon veitir teimum møgu­ leika at hugsa kreativt og gevur teimum frið til refleksjón. Hon lærir tey at verða sjálv­støðug og hava kritiskan sans. Hon hjálpir teimum at loysa ómetaligar avbjóð­ingar í lívinum. Hon mennir teirra sosiala intelligens, hvessir teirra læringar­evni og víðkar teirra sjónarring. Listin gevur okkum menniskjur, ið eru betur útgjørd til at virka í samfelagnum. Í barnarættindasáttmálanum hjá ST verður sagt, at børn hava rætt til list, og at øll børn eiga sama rætt at møta listini. Men hóast hetta og hóast alt tað góða, sum listin gevur børnum, so uppliva tey hana ikki nóg ofta. Tí heldur ikki hetta hendir av sær sjálvum. Vit mugu gera okkurt sjálvi, seta fram politisk krøv. Krøv um, at mentanarstovnar skulu hava førleika til at skapa teir bestu møgu­ leikar at geva børnum ítastu listatilboð, at skúlarnir skulu hava ráð at løna lista­ fólki og tíð til at raðfesta listina, og at pedagogar og lærarar kunna fara á skeið í listfatan og listaformidling fyri børn. Krøv um, at børn hava verið minst fimm ferðir á listasavni, fimm ferðir til sjón­leik, fimm ferðir á konsert, áðrenn tey fara í triðja flokk. Ella at tey hava verið minst fimm vikur saman við rithøvundum, tónleikarum, myndlistafólkum, dansarum ella filmsleikstjórum. Eitt sindur romantiskir dreymar skulu til. ritstjóri Inger Smærup Sørensen Oddagrein »To thine own self be true…« Hjálp – eg eri intolerantur! Mentanartøl Glas Tekstur Sissal Kampmann, myndir Ludvík á Brekku #filmaránetinum#undirhald#nýttíføroyum#ókeypismentan#filmstriben#bókasavn Barnamentanarsíðan Angelika Nielsen - Tónlistafólk og lærari Gev mær penslar gev mær pappír gev mær tíð! Hansina Iversen um Guðrún Einarsdóttir 4 22 6 16 12 18 10 8 14 20 Samrøða: Plakat: Útbúgving: