Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 16. mai 2014 6 Hagtøl Kelda: Hagstova Føroya Mentanartøl á kunnu vit menna ment­ anar­lívið, og ikki minst so kann mentanar­politikkurin í løgtingi og lands­stýri gerast meira til­vitaður. Alt hevur týdning. Tað hev­ur týdning at vita, hvussu ofta vit fara í biograf ella á lista­ savn, ella hvussu ofta vit lána eina bók á bókasavninum. Tað hevur týdning at vita, hvussu mentanarkrónurnar verða brúktar, hvussu nógv fólk arbeiða við mentan, og hvussu nógv mentanartilboð er fyri børn um alt landið. Nógv av hesum hagtølunum eiga vit ikki, men Hagstova Føroya hevur nakað av tilfari um mentan, sum er vert at dvølja við. T Inger Smærup Sørensen Øll vitan er týðandi, eisini tá vit tosa um mentan. Vit hava brúk fyri at granska og greina, og vit hava brúk fyri hagtølum so vit vita, hvat vit tosa um, tá vit kjakast Vitjandi á Listasavni Føroya Listasavni Føroya hevur hagtøl frá 2001 til 2012. Frá 2001 til 2007 vaks talið á vitjandi úr 10.443 upp í 16.173, men árið eftir lækkaði tað, og í 2012 vóru 8.567 fólk og vitjaðu Listasavn Føroya. Tað er ein helvtarminking í fimm ár – frá 2007 til 2012. Hinvegin er vert at leggja til merkis, at nógv fleiri børn hava vitjað Listasavnið. Úr 860 í 2001 upp í 2.566 í 2010. Bókasøvnini og bøkur Øll bókasøvnini lata hagtøl inn hvørt ár. Í 2012 áttu bókasøvn­ ini 810.205 bøkur – tað vóru 516.980 fleiri enn í 1990. Vit læna eisini fleiri bøkur nú, enn vit gjørdu tá. Men norðurlendsk hagtøl vísa, at vit læna nógv færri bøkur enn tey gera í hinum Norðurlondum. Á heimasíðuni www.norden.org ber til ókeypis at taka niður »Nordisk Statistisk Årbog«. Áskoðarar og sjónleikur Bæði tá tað snýr seg um áhuga­leiklist og yrkisleiklist sveiggja áskoðaratølini nógv. Metárið var 2000, tá heili 33.831 vóru til sjónleik. Í øðrum lond­um hevur tað víst seg, at fleiri fara til sjónleik, tess bíligari tað er, og tí hava nógv lond gjørt stuðulsskipanir, so leik­húsini kunnu seta prísirnar á atgongu­merkjum niður. Norðurlandahúsið Norðurlandahúsið hevur síðani 1997 ført hagtøl yvir vitjandi í húsinum. Norðurlandshúsið er mentanarhúsið her á landi, sum hevur flest tiltøk og flest vitjandi. Í 2013 var heili 435 tiltøk og 58.537 fólk vitjaðu. Flestu árini hava verið nærum 300 tiltøk. Talan er um framsýningar, dans, verksskeið, sjónleik, film og konsertir. Kon­sert­irnar plaga at vera flestar. Bókaútgávur Tey hagtøl Hagstovan hevur um bókaútgávur vísa, at meiri enn helmingurin av tí sum kemur út á før­oyskum eru týðingar. Næstan helmingurin av upp­runa bókunum eru yrkisbókmentir – meiri enn helm­ingurin um lærubøkurnar verða taldar við. Í 1985 komu 93 bøkur út og í 2012 komu 262 bøkur út. Mentanargrunnur Landsins Her ber til at síggja, hvussu stuðulskrónurnar eru býttar millum tey ymisku listasløgini. Um starvslønir ikki verða roknaðar við – tær eru nærum helmingurin av samlaðu játtanini – sæst, at tónleikurin er listaslagið, sum fær flestar stuðulskrónur. Í 2012 fóru 1.242.000 krónur av 2.965.000 krónum til menning av tónleiki. Í 1995 og nógv ár fram, vóru bókmentir tað listaslagi, sum Mentanargrunnurin gjørdi størstu íløgur í. Biografur Í 2012 vóru vit í biograf 82.054 ferðir. Men tað eru nógv færri ferðir enn 10 ár frammanundan – 21.723 ferðir færri. Kanska kunnu Netflix og aðrar nettænastur hava sína ávirkan, men hetta er ikki gongdin í hinum Norðurlondum, har veksur talið á fólkum, sum ganga í biograf. Á heimasíðuni hjá svenska filmsinstituttinum www.sfi.se eru nógv áhugaverd hagtøl um film.