Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 16. mai 2014 men man vil ikki, at tað skal kóka meira, so koyrir mann tað bara á ta aftastu plátuna.« »So hatta sárbæri er næstan ein plikt hjá einum listafólki?« »Ja, annars er mann óloyalur fyri tí, sum man faktisk hevur flættað inn í allan sín …also…eksistens.« Hon steðgar aftur á eina løtu, tykist nærum, sum hyggur hon at setningunum har inni í høvdinum einaferð aftrat, nikkar fyri seg sjálva, og smílist upp á meg. »To thine own self be true, and it must follow, as the night the day, thou canst not then be false to any man.« »Shakespeare?« »Hamlet« »Tvs at um mann er erlig, móti sær sjálvari, so ber tað ikki til at vera følsk móti nøkrum?« »Ja, og faktisk stendur tað eisini onkustaðni í Bíbliuni eitt sindur hatta har, to be true to your own self… ehm« Hon tekur telefonina, og googlar eitt sindur. »Men kann tað ikki eisini blíva nokkso hart at eksistera, um mann allatíð skal vera so sonn móti sær sjálv­ari og øðrum?« Meðan hon googlar víðari, hugsi eg um, hvat eg akkurát havi spurt, og hví mann setur øðrum spurningar, sum man átti at sett sær sjálvari. Hon leggur telefonina frá sær. »Ja, sjálvandi, tað er nógv sum eg slett ikki tími at snakka um, tí at sjálvt um eg gjarna vil vera erlig, so vil eg helst ikki særa nakran, tí eg havi tað forbannaða, at eg fái so ræðuliga lætt skyldsfølilsir…« »So tú tigur ting burtur eisini?« »Ja onkuntíð… fyri frið skyld tú veist.« »Men er tað so ikki næstan sum um okkurt brotnar innií ?« Eg hoyri ikki ordiliga, hvat tað er eg havi spurt, fyrr enn hon hyggur kátoygd uppá meg, og so flenna vit báðar aftur. Tað melodramatiska kann ljóða so ótrúliga komiskt viðhvørt. Hatturin á apotekinum Sofaborðið er so reytt sum ein brandhurð, Lena fær sær eina turkaða aprikos at bíta í, meðan eg hugsi meg um, og skrivi okkurt niður. Mitt á stovugólvinum liggur eitt persiskt teppi, á stødd við tað hjá Alladin, og á teppinum standa fimm gittarar. Tey fara kanska flogtúrar um náttina, hugsi eg, Lena og ljóðførini, kanska Niclas sleppur við. Nei, eg má seta henni onkran spurning, okkurt heilt banalt. »Hvussu ber tað til at tú so ofta gongur í hatti Lena, er tað ikki alt for kool at búgva í Føroyum og ganga í hatti?« Hon hyggur púra býtt at mær, og so froysir hon útúr at flenna. »Á halt kjaft við tær, sovorðið hoyrir man eisini ofta, man stendur har við onkran disk onkustaðni, ja kennir tú ikki handan mátan at rósa uppá, í Føroyum, so­leiðis øgiliga óbeinleiðis, og tað er helst eitt sindur píl niður­eftir enn uppeftir. Ein dagin stóð eg á apotekinum í kø, og so lat í einari, sum stóð við diskin heilt yviri í hinum enda­num: ‘ÍJØSSUS DEILIGT AT SÌGGJA ONKRAN GANGA VIÐ HAATTT!’ og eg sá væl at eg var tann einasta, sum var í hatti inni har, so eg rokni við at hon tosaði við meg, uttan at hon yvirhøvur hugdi upp á meg, hon bara hugdi runt og segði: ‘DEILIGT AT SÍGGJA ONKRAN GANGA VID HAATTT!’ Og so legði hon aftrat, at tað var so ræðuliga langt síðan, at tað var moderna, also at hon ikki hevði sæð nakran ganga við hatt í fleiri fleiri ár…« Lena flennir aftur ein ljósan látur, eitt ljóð sum flýgur uttan um hana, og lendir á litføgru pyntilutunum í stovuni. Eg flenni við henni, hugsi hatta er ein fín yvirskrift, tað er sku’ deiligt at síggja onkran ganga við haatt. Men tað sum eg ætlaði við spurninginum, var kanska meira at vita, hví hon og Niclas hava valt Føroyar, sum tað so populert eitur. »Hví vit eru her?« »Ja.« »Ehmm…eg haldi at tað er tí at eg havi flutt so nógv, at eg havi bestemmað meg til at ikki halda, at grasið er grønari nakra aðra staðni. Tí tað er tað ikki. Eg haldi eisini, tað kann verða strævi at dissa Føroyar so nógv, og blíva so uppslúktur av, hvat ið ikki er her, ístaðin fyri at síggja, hvat ið er her« »So tit verða verandi?« »Vit hava faktisk verið eitt sindur in limbo í fleiri ár, og snakkað um, at alt er bara fyribils, tú veitst hatta har: ‘Life is what happens to you while you’re busy making other plans.’ Ja, vit eru flytifuglar, men eg havi tørv á onkrum í øllum hesum rokinum og eitt sindur av stabiliteti, so hetta er basan beint nú.« Hon steðgar á, og hyggur uttan um seg. »Tað, sum eg eisini haldi er interessant, er, at um eg ikki hevði møtt Niclas, so veit eg ikki, um eg hevði verið her, sum eg eri. Tá ið eg fann hann, so fann eg eisini tónleik. Veist tú hvat eg meini? Vit fingu eyga á nakað í hvørjum øðrum.« Eg taki dik á meg og seti henni tann seinasta spurningin, sum eg havi skrivað niður. »So tú ert lukkulig?« Hon leggur høvdið á skák, eitt vet undirhildin av tí alt ov óinnpakkaða spurninginum, eins og eg væntaði. Hon snarar gullringin við roykbláa steininum ein umgang áðrenn hon svarar: »Eg haldi lukkuligheit er eitt sindur sum eitt hjartabílæti, eitt sindur soleiðis upp og niður…« Á veg heim spæli eg »And Life Carries On« á fløgu­ spælaranum, og hoyri litin, haldi meg eisini síggja eitt leysrivið eitttal fara syftandi framvið bilinum. Smílist. Myndir: Niclas Johannesen