mikudagur 14. mai 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 16. mai 2014
own self
be true…
on tosar um ein lit, sum eykennir sálina.
Tað er ein grundleggjandi kensla, sigur
hon, ikki sorg beinleiðis, men kanska
eitt slag av melankoli, nakað, sum er har
allatíðina, og sum litar tað ið hon fæst við.
Vit sita í einum sofahorni í eini rúmligari
stovu, hava tosað eina løtu um alt millum
himmal og jørð. Eg síggi yvir á víð vindeygu, út á ein
blágráan himmal, tað er vindur og sirm, men ein klárur
dagur kortini.
Nr. 1
Tá ið eg skrivaði til Lenu, og spurdi um eg kundi gera
eina samrøðu við hana, gekk bara ein løta, og so beyð
hon mær niðan í húsini, sum hon og Niclas leiga í løtuni.
»Tað er nummar 11,« skrivaði hon, »men tað stendur nr.1
uttan á, tí at hitt 1 talið er flogið burtur í eini hvirlu.« Eg
varnaðist spølni í boðunum, og her eg siti yvirav henni,
síggi eg tað í eygunum á henni.
»Var tað, kanska tí at tú hugsaði meira um tingini,
at tú føldi tú teg øðrvísi sum barn?« Hon steðgar á, og
hugsar um spurningin eg havi sett henni. So hoyri eg
spølnið í røddini á henni eisini. »Ja, eg havi altíð verið
so forbiðið djúp.« Hon flennir hjartaliga, og smittar meg
sum einki.
Lena tekur ikki seg sjálva serliga hátíðarliga, men
hinvegin tosar hon djúptikin um tónleikin, tað er eyð
sýnt tað hon brennir fyri. Mær dámar væl kombinatión
ina. Tað er eisini sjarmerandi, at hon blandar ensk orð
uppí viðhvørt, tá ið hon tosar.
»Eg flutti til Føroyar, tá ið eg var seytjan, so tú mást
fyrigeva mær mínar bendingar.« Hon leggur høvdið á
skák, og sær næstan eitt sindur smæðin út. Og so tosar
hon um ein lit aftur, um litin í løgunum, um hvussu
tekstur og lag mugu hóska saman, at tey mugu... serve
each other... tæna hvørjum øðrum.
»Eg skrivaði einaferð ein hálvavegna politiskan
tekst, aftaná at hava sæð eina sending um eina høsna
fabrikk. ‘Chicken For Cheap,’ var heitið, og handlaði um
hetta, at man finnur seg í at djór hava eitt sovorðið
ússaligt lív, bara fyri at tú ikki skalt betala meira
enn ein dollara ella tveir fyri 5 ella 8.« Hon steðgar
á, snerkir, sum sær hon myndirnar frá dokumentar
sendingini fyri sær. »Niclas hevði skrivað ein so
ræðuliga søtan melodi, tað passaði als ikki saman, so
tá fekk eg eyguni upp fyri, at tað eru ikki allir melodiir
sum rúma øllum søgum ella orðum.«
Hon knýtir nevan, tá ið hon roynir at greiða mær frá,
hvussu hon føldi seg sum barn. »Soleiðis,« sigur hon, og
letur tummilfingurin peiggja út til síðuna. »Eitt sindur
uttanfyri tað heila.« Hon hevur ein gullring á ringfingr
inum, síggi eg, ein steinur er festur í, eg royni at raka á
litin. Roykblátt? Eg knýti litin í eitt minni um ein lakku
stein úr glasi, minnist, hvussu vakrir teir vóru heilt
blankir og óbrúktir, men hvussu skjótt teir skøvaðust
og hvítnaðu, tá ið man sum barn lakkaði paradís.
»Men tað var kanska tí at vit fluttu so nógv runt, tá
ið eg var barn, eg var kanska eitt sindur sárbær.« Hon
skeinkir mær kaffi upp í ein lítlan hvítan haldleysan
kop, hann er prýddur við svørtum snúðningmynstrum
bæði uttan og innan.
»Tað er kanska eitt sindur sterkt, ger tað nakað?«
»Nei, nei, nei.« Eg svari uttan at smakka mær á. »Eg
fái mær mjólk útí, so tað gongur nokk.«
Hon smílist til mín. »Also, tað er ikki tí, at eg haldi at
tað at vera sárbær er nakar veikleiki.«
Einstein í damuskóm
Knappliga kemur ein stórsmílandi kona inn á gólvið,
hon leitar eftir Niclas, sum skal gera eina jinglu fyri
seg. Lena reisist og fer við henni oman í kjallaran at
leita. Á stovuvegginum hava tey hongt nøkur stuttlig
postkort upp, frá tí eina smílist Einstein til mín, hann
er av onkrari orsøk í damuskóm.
Lena loypir beint inn í samrøðuna aftur, tá ið hon
hevur tikið sær av jingludamuni. »Tað sum eg meini, er,
at tá ið tú letur teg sjálva vera… vunerable, so kanst tú
eisini verða ultimativt kreativ, og…. og ikki doyva ein
part av sær sjálvari, tí tað kann man ikki, man kann ikki
selektivt doyva ting í sínum lívi ha?«
Eg má líka sleppa mær úr eygnafestinum hjá
Einstein og spola aftur, jú tað var tað vit tosaðu um, at
vera sárbær er ikki nakar veikleiki.
Hon spyr meg, um eg havi sæð ein fyrilestur um
evnið inni á internetsíðuni TedTalks, og tað havi eg
faktisk. Daman, sum greiddi frá, eitur Brené Brown, og
fyrilesturin eitur ‘The Power of Vunerability.’ Tað var
ein góður fyrilestur, tað minnist eg, men hvat var tað
við teoriini sum fangaði Lenu?
»Hon fekk meg at hugsa um at…at man má liva tætt
at síni intuitión, og tað má man serliga, tá ið man skal
skapa nakað, tí fyri nettup at kunna skapa, so mást tú
føla tað, sum er har, tað stoffið, sum tú vilt brúka. Veist
tú hvat eg meini við?«
Jú, eg haldi meg skilja, men spyrji, um tað ikki er
freistandi bara at gera seg harða viðhvørt, at lata seg í
eitt tjúkt skal, tá ið mann er ólukkulig?
»Ja, men tað, sum so hendir, er nemliga tað, at skalið
fer rundan um alt. Tú kanst ikki bara koyra hart skal
her og her og her.« Hon peikar á vangan og armin og
hjartað. »Bara koyra skal á, har sum tú hevur ilt, tí tað
fer jú út yvir alt tað heila, og kanska skapar tað eitt slag
av…« Hon steðgar á og hugsar. »Tað verður ein sovorðin
grázona í lívinum ella so. Tá ið tú so skalt peaka, so
peakar tú ikki ordiliga, sum tú burdi ella so ha?«
»Jú,« eg lurti, og fái mær ein smakk av kaffinum. Tað
er nokkso sterkt.
»Mann kemur til at koyra lívið á the backburner,
sum tað eitur á enskum, kennir tú tað?«
»Nei«
»Also, tá er tað, at okkurt bara líka skal simra, tað
er ikki meira enn, tú veit, akkurát komið upp á kók,
H
– Eg syngi saman við Lenu í mínum grøna bili, koyri hart frá, og
spyrji: »Who Am I?« Ein spurningur av teimum heilt stóru, men eg
giti at henni dámar sovorðnar. Í dag fari eg at kanna málið
Samrøða við Lenu Andersen, tónleikari
Marjun Syderbø Kjelnæs
To thine