Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 16. mai 2014 ónandi kann eg eisini tað um 30 ár. Pápi mín Raymund Nielsen er installatør og eisini amatør­musikari, spælir klaver, har­moniku og guitar og flest onnur ljóð­føri, men lesur ikki nótar. Tá eg spældi tónleik saman við honum, var tað tí alt annað enn klass­iskur tónleikur. Og hevði eg ikki gjørt tað, hevði eg óivað ikki verið so tón­leika­liga forvitin, sum eg eri í dag. Fyrstu tankarnar, tá ein flytur heim til Føroyar at búgva eftir lokna útbúgving, er vandin fyri, at alt gerst rutina. Og tá Angelika fyri 6 árum síðani flutti heim hendi nógv sam­ stundis: Hon gjørdist mamma, byrjaði at undirvísa, samstundis sum hon helt áfram at vera kreativur tón­leik­ ari. Sum mamma hevur man vanliga ikki tíð til at sita og fordjúpa seg í tón­ leikaligar smálutir í dagavís. So eitt virkið tónleikalív krevur serliga til­ rættislegging av arbeiði og familjulívi. Tá ein undirvísir, verða tey kreativu tingini koyrd í ein kassa. Tað er serliga umráðandi at ein gevur tað víðari, sum ein sjálvur hevur fingið, tá ein lærir frá sær. Tann góði lærarin má sostatt sjálvur hava fingið holla undirvísing. Hinvegin er tað eisini serliga umráðandi, at tónleikaliga forvitni verður hildið við líka. Og hetta letur seg bert gera við at spæla sjálv - egnan tónleik og saman við øðrum. Angelika arbeiðir dagliga í Tórshavnar Musikk­skúla, har hon undirvísir í Violin og Bratsh, og í Kommunu­ skúlanum í Havn, har hon, við læruháttinum Colour­ strings, undirvísur í teimum yngstu flokkunum í tón­ leiki. Colorstrings roynir at binda saman tað sjónliga – nótar og litir – við hoyrnina – tað klingandi. Tess fleiri sansir tú dregur inn í undirvísingina, tess størri eru lærumøguleikarnir og at fáa øll børnini við. Um tú bara brúkar hoyrnina at læra við kann vera, at tey, sum læra best gjøgnum eygað, detta burtur í millum og fáa ikki ment spírandi tónleikin. Læruhátturin er kendur um allan heimin, og inter­ netið ger tað møguligt hjá næmingum á kommunu­ skúl­anum at spæla og fáa undirvísing saman við næm­ ing­um úr øllum heiminum, til dømis frá navnframum tón­leikarum og konservatoriilærarum. Hetta er ein góð læruháttur, og tað er frálíkt, at lærarar og leiðsla á kommunuskúlanum geva pláss fyri hesari tónleika­ læru. Og hetta átti heilt vist at verið innført í øðrum skúlum í Føroyum. Múrurin millum sjangrurnar er niðurbrotin. Fólk eru meiri upplýst og síggja, at tað eru fyrimunir í øllum, bæði tað at spæla eftir gehør, at duga nótar, at hava ein flottan teknikk og at improvisera. Angelika Nielsen er ein tónleikari, sum illani ber til at seta í bás, tá talan eru um tónleikaligar sjangrur. Hon spælir bæði Violin og Bratsh og er fastur limur í Føroya Symfoniorkestri og í Aldubáruni, umframt at hon spælir í klassiskari strúkikvartett saman við lærarum á Musikkskúlanum. Hennara ljóðførisspæl er eisini at hoyra á fleiri føroyskum útgávum innan rock- og popp­tónleikin. Í hesum sambandi nevnir hon t.d. tónleikin hjá Dánjal á Neystabø, sum kann kallast teatralskur world & rokktónleikur. Í hesum samanhangum er hon ikki ein partur av bólkinum, men er við fyri at koyra »krydd« á tónleikin: Sum heild dámar mær hetta fan­tastiska væl, tí tá sleppur tú at spæla nógvar ymsar sjangrur, og at royna ymsar mátar at arbeiða. Og tú kemur í kontakt við nógv ymisk fólk. Fólkatónleikur man vera sjangran sum fyllir mest beint nú. Angelika er limur í fólkatónleikabólkinum Kvonn, sum spælir fólkatónleik við stórum F – ordiligan fólkatónleik. Harumframt spælir hon við navnframa bólkinum Yggdrasil, sum í nærmastu framtíð gevur nýggja fløgu út. Hesin tónleikur kann kallast bland, tí her verður bæði improviserað og spælt eftir skipaðum formum. Til seinast kann nevnast, at hon hevur eina duo saman við Anna Hüdepohl, sum spælir á akkordion Við hesu serligu ljóðførissamanseting, so spenna tær báðar um eitt breitt og fjølbroytt tónleikaøki. Hetta ætla tær at gera meiri við í framtíðini – upptøkur og fleiri konsertir, eisini uttanlands. Eg eri rættiliga nógv uttanlanda, og tað er serstakliga gott at sleppa burtur, tá ein býr í Føroyum. Tá er tað bara ein sjálvur og tónleikurin, og tann dagliga rutinan við barnagarðinum og at vaska klæðir, verður tikin av og lærari Tónlistafólk V Hans Pauli W. Tórgarð Portrett Angelika Nielsen – Fyrsti tónleikalærari hjá mær var mamma mín Annette Nielsen – ein frálíkur lærari, sum eg havi nógva virðing fyri, serliga tí at hon hevur geistin enn – evnini at síggja nakað nýtt hvønn dag í hvørjum næmingi