mikudagur 14. mai 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 16. mai 2014
øðrum. Um man vil vera tónleikari
í Føroyum, so má man út at spæla
tónleik. Og eg eri øgiliga glað fyri, at eg
havi møguleikan.
Hon er við í bólki, ið kallast Norland
Wind, sum virkar í Týsklandi. Hesin
tónleikur er eisini fólkatónleika
kendur – sokallaður World music
– og minnir ikki sørt um írskan
tónleik. Umframt at Írin Noel Duggan
(Clannad) er fastur limur í bólkinum,
hava tey vanliga eisini fleiri írskar
gestatónleikarar við. Næsta fløguút
gáva í hesum sambandi er tónleikur,
sum Angelika og hørpuspælarin úr
Norland Wind Thomas Loefke, sum
saman kalla seg Norðan, geva út.
Teir fuglar, sum sita tættir, syngja
vanliga skjót og kvik løg. Hetta er
vanliga galdandi fyri bjargafuglin.
Hinvegin hevur heiðafuglurin, sum ikki
kann sigast at líða undir plásstrotið,
tey seinu umfatandi løgini. Tí er tað
ikki undarligt, at lagbygnaðurin í eitt
nú New York altíð hevur ein nógv
stravnari bygnað enn tann meiri seiga,
sum vit vanliga hoyra í Føroyum.
Tað føroyska lagið kann sostatt
vera langdrigið har serliga ljómur
og klangur hevur stóran týdning.
Nógv at tí nýggja føroyska partitur-
tónleikinum, sum verður skrivaður,
er lagkendur burturav. Í hesum
sambandi nevnir Angelika eitt nú
tónleikin hjá Kára Bæk og Atla Petersen, sum eisini
skrivar góðan tónleik fyri strúkarar, sum kanska er
eitt vet meiri rútmiskur. Tá Angelika hinvegin skal lýsa
seg sjálva sum tónaskald, er tað serliga instrumentali
fólkatónleikurin, sum er í miðdeplinum. Hon plagar at
skriva til teir ymsu bólkarnar, sum hon er við í.
Munurin millum klassiskan tónleik og fólkatónleik er
at finna í klanginum. Tá ein spælir fólkatónleik ræður
um at hava ávísan lættleika í huganum, í mun til tann
klassiska. Til dømis hevur klassiska og romantiska
tónaskaldið J. Brahms skrivað fantastiskan tónleik,
fullur í kenslum - Fantastiska deiligur tónleikur. Men
tað er kanska ikki tann, sum mær dámar allarbest at
spæla. Eg seti nógvan prís á tað einfalda í tónleikinum
– tónleikur, sum er reinsaður fyri alt óneyðugt. Brahms
kann í hesum høpi verða øgiliga pyntaður, fullur í
krúllum og framleinging.
Men hinvegin er tað heldur ikki allur klassiskur
tónleikur, sum hevur hendan romantiserandi dámin.
Edvard Grieg er tónaskald, sum heilt týðiliga hevur
samband við fólkatónleikin, og somuleiðis er við
J.S.Bach og tónleikinum, hann hevur skrivað fyri
soloviolin. Hesin tónleikurin tolir lættleikan, sum
vit finna í fólkatónleikinum. Tað er kanska ikki so
undarligt, tá hugsað verður um, at
bygnaðurin í tónleikinum hjá eitt nú
Bach byggir á gamlar fólksligar dansir,
t.d. Menuett, Gigue og Allemande.
Tað er gleðiligt, at spæliteknikkurin,
sum verður lærdur í samband við
klassiskan tónleik, eisini kann brúkast
til fólkatónleik.
Onkuntíð, tá eg eri farin upp um
morgunum, so improviseri eg ein
hálvan tíma, har alt er loyvt. Tað er,
sum at oysa sínar tankar út gjøgnum
ljóðførið. Plagi onkuntíð eisini at oysa
orð á pappír í staðin – morgunsíður -
hevur eitt sindur av somu effekt.
Henni dámar ógvuliga væl at spæla
tónleik, har sum improvisatión er
fastur táttur: Tað er befríandi, og tá
opnar ein upp fyri tí kreativa. Tá man
kann spæla og viðurkenna tað, sum
kemur undan kavi, uttan at døma. Tað
er fantastiskt! Tónleikarin varnast
ting, sum man óivað ikki hevði komið
at, um man bara vandi málrættað.
Improvisatión er sjálvandi eisini
ein táttur innan klassiskan tónleik.
Tónleikarin tekur støði í tí, sum er
niðurskrivað, men annars hevur
tónleikarin hópin av møguleikum at
seta sín persónliga dám á. Tí er tað
eisini týdningarmikið, at tónleikarar
og orkestur halda fram at innspæla og
framføra verkini hjá klassikarunum.
Tað dámar mær eisini væl: at tora at
seta sítt egna fingramerki á tey hevdbundnu verkini.
Tað, at nótarnir og rútmurnar o.a. eru niðurskrivaðar
framandundan, er ikki neyðturviliga ein avmarking.
Heldur kunnu vit tulka tey sum rammurnar, tú
improviserar í.
Eg eri glað fyri at arbeiða við so nógvum ymiskum, og
kenni meg heima í flestu samanhangum. Men um man
gevst at leita, er eingin grund til at vera listafólk.
Møguliga stavar hetta frá einari breiðari útbúgving,
har fleiri sjangrur altíð hava verið við. Og kanska er júst
hetta orsøkin til, at Angelika fæst við so nógv ymiskt –
er so listarliga forvitin.