mikudagur 14. mai 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 16. mai 2014
10
mentanarsíðan
Barna
Beinta Johannessen
Í familjuni Bergvik eru trý børn, Dávur,
stórasystirin Sissal og lítlibeiggin Tór.
Børnini ferðast saman við mammuni,
pápanum og Viljormi pápabeiggja
víða kring knøttin og vitja fjarskotin
lond. Vit lesa og læra um mentan og
landalæru, alt meðan familjan stríðist
móti eitt nú mutraðum politistum,
svangum krokodillum og náðileysum
skálkum. Høvuðsfíggindi teirra er tann
óndi og vitleysi Stig Svartvik, sum
bæði vil brúka tey at stjala virðismiklar
dýrgripir fyri seg, og sum samstundis
roynir at gera av við tey.
Verða jagstrað
Tað at familjulimirnar bæði eru teir,
sum verða jagstraðir, og teir, sum
loysa gáturnar, ger bøkurnar ógvuliga
spennandi at lesa. Og høvuðspersón
urin Dávur livir fult upp til leiklutin
sum barnabókadetektivur, tí hann
roynir sum oftast at loysa trupulleikar
nar sjálvur heldur enn at biðja tey
vaksnu um hjálp.
Meira enn bara action
Men bøkurnar eru meira enn bara
spennandi lesnaður, tær eru eisini
upplýsandi. Landalæra, mentan og
list verður ein náttúrligur partur av
søgugongdini, tí bæði ferðamálini og
brotsgerðirnar leggja upp til tess. Aftast
í bókunum er eisini eitt minileksikon
við hentari vitan um ymisku støðini,
tey vitja, og eitt kort.
Stuttligt myndamál
Eitt annað, sum eisini riggar væl við
bókunum, er, at myndamál og lýsingar
ofta vísa til filmar og aðrar (kular)
bókafigurar, sum lesarin helst kennur
frammanundan, t.d. James Bond,
Mission Impossible, zombiar, Tintin
og Star Wars. Tað, at bæði høvuðsper
sónurin og myndamálið er
nokk so ‘dreingjaligt’, er helst ein av
orsøkunum til, at røðin er ógvuliga
væl umtókt millum norskar dreingir.
Nógvar tekningar eru í bókunum,
og realistiski teknistílurin hjá Trond
Bredesen ger tað lætt at kenna aftur
bæði ferðamál og teir ymisku persón
arnar. Tekningar stuðla væl upp undir
spennandi søgurnar og gera bøkurnar
lættar at lesa.
Síðan Loyndar
málið í Venezia
kom út á
norskum í 2000,
er ein bók komin út um árið.
Loyndarmálið í Trondheim
(2014) er fimtinda og fyri
bils síðsta bókin í røðini.
Loyndarmálini á føroyskum eru:
Loyndarmálið í Venezia (2012),
Loyndarmálið í Luxor (2013),
Loyndarmálið í Angkor (2013) og
Loyndarmálið í New York (2014).
Nú hevur granskarin Aasta Marie
Bjorvand Bjørkøy kannað handritini
hjá Thorbjørn Egner og hevur funnið
útav, at Baktus ætlaði at giftast í fyrsta
uppkastinum hjá høvundanum.
Fyrstu ferð, søgan um Karius og
Baktus var útgivin, var í 1941. Tá var
ein genta við; hon æt Karolina og stóð
har so fitt og smíltist í prikkutum kjóla.
Vóru gamlir
at byrja við
Karius og Baktus líktust í fyrstuni
heldur ikki teimum, vit kenna í dag.
Í fyrstu útgávuni vóru teir báðir
tunnhærdir, nøsin var long, og teir
sóu gamlir út. Í aðru útgávuni í 1949
vóru teir báðir reyðhærdir, men líktust
annars trøllunum, vit kenna í dag.
Foreldur ringdu
at kæra sína neyð
Tá ið Karius og Baktus var
sent sum hoyrispæl í norska
útvarpinum í 1946, ringdu
fleiri foreldur inn og kærdu
sína neyð, tí børnini høvdu
grátið so illa, av tí at teir báðir
verða skolaðir niður ígjøgnum rørið í
vaskinum og út á sjógv. Tíbetur fingu
teir í seinni útgávum ein flaka, har teir
høvdu bjargað sær upp at sita.
Karolinu hoyrdist onki til longur. Í
staðin fyri at giftast og byggja sær ein
bý og fáa nógv børn, sum Baktus hevði
sagt fyri Kariusi, sættaðist Baktus við
at byggja sær eini hús uppi í einari
kinnton, har hann kundi sita sum ein
kongur og hyggja út yvir allan býin.
Í útgávuni frá 1958 fekk Karius
fingið svart hár og onnur klæðir enn
beiggin, so at teir báðir fingu sína egnu
persónligheit, og hetta er útgávan, sum
allar komandi bøkurnar hava bygt á.
Erling Simonsen hevur týtt hesa
fólkakæru søguna um teir báðar Karius
og Baktus til føroyskt. Hon er 42 bls. og
innbundin.
Runt heimin við listdetektivunum
Baktus og Karolina
Røðin hjá Bjørn Sortland um Listdetektivarnar er ein tann størsta norska
barnabókasuksess í nýggjari tíð. Higartil eru 14 bøkur í norsku røðini.
Fýra av bókum eru á føroyskum, og tann fimta kemur út í heyst
Søgan um Karius og Baktus er ein einaferð
uppafturprentað. Síðan bókin kom út á føroyskum
fyrstu ferð í 1961, er hon prentað upp aftur seks ferðir
Nýggjasta bókin um listdetektivarnar á føroyskum
Karolina, gentan hjá Baktusi
Soleiðis sóu Karius og Baktus út, tá ið
Thorbjørn Egner teknaði teir á fyrsta sinni í 1941
Karius og Baktus í 1949. Her líkjast teir
trøllunum, vit kenna, men báðir hava
teir reytt hár
Bjørn Sortland
Tekstur:
Beinta Johannessen
Tekningar:
Trond Bredesen
Tekstur:
Marna Jacobsen
Tekningar:
Thorbjørn Egner