mikudagur 14. mai 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 16. mai 2014
ey liggja, standa, hoppa, smsa og
lurta eftir tónleiki á telefonini. 15
eru tey, úr 4., 5., 6., og 7. flokki. Ein
ólíka bólkur. Mest gentur. Tá eg komi
eftir gongini, spyrja tey í munnin á
hvørjum øðrum: hvat skulu vit gera í
dag? Felags? Ella kunnu Lív og eg sleppa at mála
við hondunum? Kunnu Sólrún og eg so sleppa at
sletta máling líka sum hasin amerikanarin?
Myndlistina hava
tey sjálvi valt
Vit fara innar í myndlistahølið. Stakkar av
føroyskum og øðrum listabókum liggja frammi
á fyrsta borðinum. Á samvirknu talvuni er ein
myndarøð við Jackson Pollock. Hann lærdu og
tosaðu vit um seinastu viku, tá Sólrun og Jóna
vórðu púra vekk í at sletta við máling. Sjálvsagt
at ríka teirra upplivingar við myndagerðini og
víðkað teirra vitan og sjónarring um list og listafólk, um
samfelag og menning av list. Og hvat er meira upplagt
enn at leggja leiðina framvið, enn okkara egna Tommy
Arge.
Ímyndi mær mangan, hvussu hugaligt tað hevði
verið, at næmingarnir tóku aðrar lærugreinar til sín
við slíkum eldhuga Ein munur er, at myndlistina hava
tey sjálvi valt, meðan vanligu lærugreinarnar, eg her
tosi um, ikki eru valdar í sama mun. Námsætlaninar
leggja upp til ávís tímatøl til allar disiplinir innan hesar
lærugreinar, ið hava fingið heitið Handverk og list og
Myndlist. Tað er bara so, at tímarnir eru ikki har til alt.
Óansæð hvussu vit mingilera. Her í Vestmanna minn
ast vit enn, hvat hendi, tá vit á røttum stað gjørdu
vart við okkara ónøgd við tímajáttanum til kreativu
lærugreinarnar. Nú eru aðrar tíðir og aðrir siðir. Men
broytingar eru tó ringar at fáa eyga á.
Øll velja ikki myndlistina. Okkara samfelag hevur
gjørt av, at ikki allir borgarar landsins skulu fáa lut í
tí, vit kalla musisku-kreativu lærugreinarnar. Eg hoyri
ongi mótmæli, tí tey skulu ikki pisakannast í myndlist
beinleiðis, og digitalar landsroyndir er heldur ikki talan
um, enn.
Skrivað stendur, at næmingarnir skulu gerast
virknir borgarar í einum demokratiskum samfelag. Og
í vælúrhondum greiddu námsætlanum blóma sokallaðu
kravdu lærugreinarnar og listin lið um lið. Føgur orð
og fagrar ætlanir. Eg haldi, at eg vil samanbera náms
ætlaninar við vitar, ið vísa veg. Betri kann eg ikki siga
tað, og eg haldi, at samanberingin er á góðari leið.
Lóg 125 er okkara lóg, fólkaskúlalógin. Mær dámar
so ómetaliga væl stk.3 í endamálsorðingini. Her eru
karmarnir snøgt og væl smíðaðir. Og innan hesar skulu
vit virka. Her er rúmligt og fjálgt:
»Stk. 3. Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við for
eldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og
siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari
mentan menna kunnleika næminganna um føroyska
mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og
samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næm
ingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi
og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.
Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera
grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og
fólkaræði.«
Uppgávan
er
væl
lýst.
Við
foreldrum
og
øllum
samfelagnum
annars
at
fylla
karmarnar. Allarhelst er tað eisini her, at ymiskar
tulkingar og mótstríðandi áhugamál síggja
dagsins ljós. Tað er ikki negativt í sjálvum sær.
Kann vera av størsta týdningi og leggja upp til
fjøltáttaða undirvísing við nógvum møguleikum.
Leggja upp til kjak.
Fjandans tvætl
og ónyttugt vas
Í
mínum
myndlistatímum,
sum
í
øllum
mínum læraraverki, royni eg at liva upp til
endamálsorðingina. Við støði í egnari mentan fata
aðrar mentanir, samspæl við náttúruna, innlivan,
samavgerð, samábyrgd, fólkaræði, andsfrælsi, tollyndi,
javnvirði og fólkaræði.
Stórar ætlanir, kann man siga, fyri eina so lítisvirda
lærugrein, men eg meini veruliga, at um enn hon er
lítið vird millum tey, sum ráða og lóggeva, so er hon
ein tann størsta millum næmingar og lærarar - sum
meg t.d.
Fjandans tvætl og ónyttugt vas, hoyri eg onkran
teska.
Støðgað, støðgað sigi eg. Hugsa teg um og gev gætur
heldur enn at ganga her og órógva listarligu menning
ina.
Verða vit heil menniskju uttan listina, tónleikin,
dansin og sjónleikin?
Verða vit meira dugnalig og andsfræls, tollyndin og
ábyrgdarfullir samfelagsborgarar uttan?
Svarið kemur av sær sjálvum!
Í endamálsorðingini fyri myndlist lesa vit hesi føgru
orð (í brotum):
penslar gev
mær pappír
gev mær tíð!
Gev mær
T
Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen
Útbúgving