Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 16. mai 2014 »Undirvísingin í myndlist hevur til endamáls: ■ at næmingurin mennir og styrkir síni skapandi evni, ■ at næmingurin við at uppliva, sansa, skapa og greina myndamál mennir síni evni á fjølbroyttan hátt at nýta og skilja myndamál sum ein per­són­ligan frásøgu- og samskifismiðil, ■ at næmingurin styrkir sín førleika at kunna ogna sær vitan um og innlit í føroyska og altjóða listasøgu, ■ at næmingurin við eitt nú myndagreining og um­røðu mennir sínar førleikar og síni evni at bera fram egnar áskoðanir og soleiðis vera við til at økja um tali- og skrivifrælsið í samfelagnum ...« Sum so nokkso greið tala. Vegurin at náa málunum er tó so ymiskur. Og tað skal hann vera. Men tað skal bera til at finna hann! Tíðin er knøpp hjá okkum bygdafrellum Í næstu viku eru vitjanir á søvnum á skrá. Fyrireiking skal til. Fyrsta stigið er at kunna meg um, hvør hevur vitjað okkurt savn ella verið á framsýning áður? Ein partur av undirvísingini er at vitja søvn og lista­ skálar. Tíðin er knøpp hjá okkum bygdafrellum, tí vit skulu flyta okkum úr skúlabygdini á søvnini, ið oftast liggja í høvuðsstaðnum. Men tað er ótrúliga neyðugt, at vit gera tað. Tað eru tey fægstu børnini, ið hava vitjað eitt listasavn. Tað er fakta og tí ikki vert at gremja seg um, men bara vert at gera nakað við. Trúliga fara vit tann árliga listatúrin til høvuðs­ staðin. Tað er altíð ein fantastisk uppliving, ið elvir til kjak og prát. Eg gangi millum tey og lurti, sigi eitt sindur, og lurti so aftur. »Tað er akkurát sum man kann fara inní myndina...« »Er hattar list?« »Hattar kunnu øll gera, eg kann gera tað nógv betur...« »Á ja? Og hvør fann so uppá tað, tú kanska?« »Altso, tað snýr seg um at fáa hugskotið døøø...tað er onki fyri at herma...« (gjarna onkur, sum hevur verið túrin áður). »Hasin liturin er ótrúligur, kann man blanda hann?« »Eg verði eitt sindur úss av at síggja hasar...« »Tú, hon kann ikki eiga hasar skógvarnar, teir eru alt ov lítlir...« (stórur áhugi rundan um standmynd hjá Hans Paula Olsen). Man hevur vælsaktans loyvi at vera optimist Eg fari at taka samanum: intentiónirnar so super góð­ar, lógirnar og námsætlanir við. Nokk av góðum, eld­hug­að­ um lærarum. So manglar nakað? Jú, tað hevur gløggi lesarin funnið útav nú, so ikki er neyðugt at vassa meira í tí.  Men eg kann ikki lata vera: Gevið okkum tíðina og eg lovi, at vit øll fáa í posa og sekk afturfyri. Fyrsta úrslitið fer at síggjast aftur í eftirfylgjandi pisakanningum. Var ikki eisini okkurt um eina skúlanýskipan? Man hevur vælsaktans loyvi at vera optimist. Vit liva í eini tíð, har myndir tala. Myndir eru alla­staðni og verða brúktar til alt. Livandi myndir, foto­myndir, málaðar, teknaðar myndir, í heila tikið myndir. Skulu vit verða aktivur partur í okkara samfelag, mugu vit hava førleikar at stýra og navigera í myndaverðini. Myndlist, handverk og list er so eitt av amboðunum at menna slíka læring. Livst so spyrst! Afturkomin úr Berlin er upplagt at siga næming­unum frá um henda litfagra býin, ið er merktur av tví­drátt­inum millum kúgandi harðræði øðrumegin og hinu­megin av menniskjans mentanartráðan og alsk­huga til listina. Her andar hvør steinur av søguni um valds­harrar, ið vóru bangnir fyri listini og bannaðu hana, brendu bøkur og settu listafólk í útlegd í fongsul ella fanga­legur og tóku lívið av teimum. Tað er ein farin tíð, og býurin er ongantíð so livandi sum nú, tí listin doyr ongan­tíð! Nú er rokan í myndlista rúminum. Tríggjar gentur hava dekkað væl av til Pollock, Arge-málarí, funnið penslar fram í ymiskum støddum. Málingin er blandað. Sumt tjúkt og annað heldur flótandi. Tummas og Jóhann hava funnið sær myndir úr bløðum og kjakast um bak­grund og yvirlappingar í collagum, límstift ella flót­andi lím... Fruktfatið er snotuliga samansett av marg­littum fruktum. Næm­ing­arnir hava funnið sær góðan sess við tekni­ brett­unum framman fyri sær. Kolstiftir, grafitt­stiftir og lit­blýantar liggja á borð­ inum. Alt er klárt.