Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 16. mai 2014 16 Glas andur, soda og kálk. Og burtur úr sandi, soda og kálki: siliciumoxid, aluminium­oxid, magnesium­oxid, calcium­ oxid, natriumoxid og kalium­oxid. Ólívrunnin súr­ evni, sum verða hitað, smeltað, sindrað, reinskað, javnað, kølnað, storknað og verða til glas. Glas. Hetta torgreidda, skapleysa tilfar, sum hevur verið evnað til í meiri enn 5000 ár og sum við sínum evna­frøðiligu samanseting, síni søgu, sínum hitamekanisku, mekanisku og ljós­frøðiligu eginleikum, við mátanum ljósið næstan ótarnað fer í gjøgnum tað, við síni styrki og skroypileika, við sínum einsýnda vakurleika og við sínum óendaligu nógvu brúksmøgu­ leikunum, hevur fingið sítt eyðsýnda pláss í listini. Á summarframsýningini 2014 er glas sum tilfar í listini í miðdeplinum. Framsýningin gevur okkum høvi at uppliva møguleikarnar sum liggja í glasinum, tá tað hevur verið í hond­ unum á Tróndi Patursson (FO), Brynhildur Thorgeirsdóttir (IS), Pipaluk Lake (DK), Kristiina Uslar (EE), Outi Turpeinen (FI), Onnu Viktoriu Norberg (SE) og Brandi Patursson (FO). Sjey lista­fólk úr Norðurlondum og Balta­ londum, sum hava glasið til felags. Sjey lista­fólk sum arbeiða við og móti teimum egin­leikum, sum glasið hevur, og sum brúka hetta einastandani tilfar á hvør sín hátt. Myndlist er tilfar, men ikki bara tilfar Myndlist er næstan altíð tilfar. Hóast støðan hjá listaverkinum sum objekt ofta eggjar til atfinningarsamt kjak, so er visuella listin vanliga gjørd úr einum ella fleiri sløgum av tilfari. Lista­fólkið roynir onkursvegna at draga gagn burtur úr teimum egin­ leikum, sum tilfarið hevur, at granska í møgu­leikunum, í náttúrliga feinginum og í sam­spælinum millum tilfar og um­hvørvi. Eisini í óevnisligu listini – tal­gildari list, performance og ymiskum sløgum av konseptlist – er aloftast okkurt slag av tilfari uppí, um ikki annað, so sum dokumentasjón av til­ far­inum. Kanska er listaverkið reinur gerningur, men dokumentasjónin er eitt objekt, onkuntíð enntá ein vøra. Men samstundis er listaverkið ongan­tíð bara tilfar. Sjálvt í teimum verkum, har dentur verður lagdur á til­farið, har við vilja verður víst á bygnaðin og skapið í tilfarinum, sum verður brúkt, heldur enn roynt verður at krógva tað. Sjálvt í verkum, har listin í fyrsta lagi verður allýst sum tilfar, eru óevnisligir lutir: Tað stokkuta og skiftandi í listini, upplivingar­sjónar­ hornið, samskiftið, orkan. Grund­gevast kann fyri, at list altíð er óevnis­lig, tí visuella listin er eitt mál, eitt ósjón­ ligt, óevnisligt mál, ella, at list hevur í sær óevnisligar lutir, tá týdningurin av tilfarinum hvørvur, og týdning­ urin verður lagdur í verksins sosialu, mentanligu og búskaparligu sjónar­ horn. Tilfarið hvørvur ikki, men missur sín týdning, kámast. Tað transsenderar, upploysist ella sublimerast, og lista­ verkið tykist vera meiri standur enn tilfar. Tað evnisliga og tað óevinsliga møtist í glasinum Tað evnisliga er altíð knýtt at tí óevnis­liga. Tey eru knýtt saman við óenda­liga nógvum træðrum. Tey eru knýtt saman, tá ein djypri kærleiki til tingsliga heimin gerst til andatrúgv, eitt hug­skot um at alt tilfar hevur sín egna vilja ella eitt ynski um, at listin gevur deyða tilfarinum sál. Tey eru eisini knýtt saman á umvendan hátt, har talan er um eina fatan, at veruleikin bert finst í fysiska heiminum, og at allir tankar, allar kenslur og gerðir eru knýttar at evisligum tilfari og tilfarið tískil eisinur hevur tað óskilborna í sær. Og tey eru knýtt saman í glasinum. Í glasinum møtist tað evnisliga og óevnisliga. Eins og í allari aðrari list, men øðrvísi. Kanska er tað gjøgnum­ skygnið í tilfarinum, tað undursama at tað er næstan ósjónligt, og at sjónlig list verður gjørd úr nøkrum, sum eygað ikki sær týðiliga. Tað antimateriella. Kanska er tað strukturella funksjónin – kanska teir eyðsýndu byggilistarligu møgu­ leikar sum tilfarið hevur í sær sjálvum. Tað super­materiella. Triðja hugtakið er tað hypermateriella, har alt tilfar - sjónligt ella ósjónligt – gerst eitt tyssi av møgu­leikum fyri kunning, orku og sam­virkan. Tilfarið er ikki einans tilfar. Glasið er ikki einans glas. Glasið er torgreitt. Tað er bæði ítøkiligt og evnisligt og óítøkiligt og skap­leyst. Tað er bæði tað stokkuta og tað varandi, tað óstøðuga og tað óbridg­ liga, tað heila og tað hjómaða. Tilfarið bendir tankarnar inn á átrúnaðar­ S Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum letur upp mentanarnáttin 6. Juni og er opin til sunnudagin 26. August Inger Smærup Sørensen Framsýningin Kristiina Uslar: Flexibility. 2007 Brandur Patursson: Uttan heiti. 2013