mikudagur 14. mai 2014síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 16. mai 2014
17
liga list, á dýrdina, á tað andaliga og
loyndarfulla, men eisini á hin ný
mótans glasveggin, tað reina, ráa, kalda
og ítøkiliga. Á tremur við andsøgnum.
Glasið skapar støðugt andsøgnir,
sum kortini ikki eru andsøgnir, tí
tað evnisliga og óevnisliga eru ikki
andsøgnir, men partar av spenninum
í eini samansettari heild. Har er einki
»antin-ella« í samansettu heildini,
bara »bæði-og«. Tískil umboðar tað
óevnisliga ikki tómleika ella einkisleika.
Tað óevnisliga er til staðar, á tremur
við møguleikum, næstan evnisligt. Tað
óevnisliga er eitt nýtt slag av evni ella
tilfari, segði Jean-Francois Lyotard.
Tilfar, sum ikki neyðturviliga er evnis
tilfar, men okkurt flótandi, sum eingin
kann siga hvat er. Støðufesti í objekt
inum er ikki endaligt, tí objektið er
óstøðugt, broytist altíð, og er óendaliga
torgreitt.
Fortíð, nútið, framtíð...
Sandur, soda og kálk hitast, smeltast,
sindrast, reinskast, javnast, kølast,
storkna og verða til torgreidda
skapleysa tilfarið glas. Síðani verður
glasið virkað á alskyns hættir fyri at
gerast til list. Arbeitt verður við tí og
móti tí. Tað materialiserast, dema
tierialiserast og endurmaterialiserast.
Upploysist, storknar og upploysist
aftur. Tað veksur framaftur í umhvørv
inum, millum áskoðararnar, í sam
bandinum við annað tilfar og við onnur
listaverk. Nýggir møguleikar stinga seg
upp, nýggir týdningar. Men tað er ikki
bert fortíðin, upprunin úr sandi, sodu og
kálki og nútíðar nýtsla í listini, og tess
ævigu broytingar, sum er hugtakandi
við glasi, eisini tað skirvisliga við
glasinum hevur eina hugtakandi megi.
Óvissa framtíðin hjá listaverkinum,
ímyndin av knústum glasi, tilfarið, sum
hvørja løtu kann hvørva sum tilfar,
er ein íbygdur partur av glasinum.
Saman við tí evnisliga og tí óevnisliga,
tí antimatieriella, tí supermateriella, tí
hypermateriella og eini ørgrynnu av
andsøgnum, sum ikki eru andsøgnir,
eru fortíðin, nútíðin og framtíðin allar í
glasinum og kunnu ikki skiljast frá tí.
Ástøðingar, sum Michael Fried og
Theodore Adorno hava lýst tað tings
liga í listaverkinum, tess materialitet,
sum nakað, ið ikki noktar seg, men
eisini sum nakað, sum listaverkið má
stríðast ímóti. Fyri at vera list, má listin
venda sær móti tí tingsliga hjá sær
sjálvari. Listin skal arbeiða ímóti og
virka móti sær sjálvari, dematerialisera
seg sjálva. Tað er ikki nakað serligt
fyri verk gjørd úr glasi, at tað evnisliga
leitar saman við tí óevnisliga, men í
glasinum er tað nærri okkum.
Á summarframsýningin 2014 er til
farið – glasið – grundarlagið undir estet
isku upplivingini, men ein partur liggur
í dematerialiseringini í tilfarinum,
alt tað sum ikki kann forklárast við
evnafrøði ella øðrum vísundagreinum,
óevnisligu
eginleikunum
í tilfarinum,
og hópurin av
margtýdningum
sum eru har,
verða skaptir
og endurskaptir
í samansettu
heildini í
listaverkinum.
Brynhildur
Thorgeirsdóttir:
Moutain. 2008
Tróndur Patursson: Nátturulýsing
Outi Turpeinen: Good Heart. 2011
Piapaluk Lake: Drapery. 2010
Anna Viktoria Norberg: The Object
Stares Back – Camera Obscura. 1999