Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 16. mai 2014 øroyingar hava tikið væl móti skipan­ in, so væl at tað føroyska mán­aðar­haldið fyri apríl var brúkt upp longu hálvan apríl, og nú hevur Býar­bóka­savnið sett filmskvotuna niður. Fyrr var bar til at læna tíggju filmar um mánaðin, men nú er er tað lækkað niður í seks filmar um mánaðin fyri hvørt lánikort. Býarbókasavnið ynskir at veita hesa tænastu til øll í landinum, men skipanin er dýr. Tað kostar Býarbókasavninum millum 9 – 18 krónur hvørja ferð, vit læna ein film á »Filmstriben«. – Tí kann tað koma upp á tal, at tað i framtíðini bara verða borgarar í Tórshavnar kommuna, sum fáa ókeypis filmar á internetinum, sigur Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, leiðari á Býarbókasavninum í Havn. Fyribils er filmar til øll, og her er eitt sindur av íblástri til, hvat man kann velja. Amour. 2012 Franskur filmur eftir Michael Haneke. Pætur Marjunarson Dahl skrivaði millum annað soleiðis, tá filmurin var at síggja í biografinum sein­asta summar: »Amour er eitt satt meistaraverk, ein ný­klass­ iskari, sum tekur ein ger­andis­ sorgarleik og hevjar hann upp til filmslist. Hetta er alt annað enn ein banalur sam­ felags­kritikkur av misrøkt á eldra­økinum. Hetta er ein ávaring um teir eksistentielle spurningar, sum koma krúp­ andi við aldrinum og samstundis ein fagnaður av veru­ ligum kær­leika. Eg vil staðiliga viðmæla øllum at hyggja eftir Amour. Hann er eitt íkast fyri lívið.« Atlantic Rhapsody – 52 myndir úr Havn. 1989 Fleiri filmar, bæði spælifilmar og dokumentarfilmar eftir Katrin Ottarsdóttir er at finna á ”Filmstriben”. Atlantic Rhapsody er ein ferð í gjøgnum eitt sam­ døgur í 'heimsins minsta høvuðsstaði', Tórshavn. Ferð­ in er sum ein stafettrenning, har ein persónur, eitt ting ella okkurt annað í einari senu førir okkum víðari til næstu senu við nýggjum persónum og hendingum. Burtur úr hesum spyrst ein kaleidoskopisk søga við bæði gerandis og meiri dramatiskum hendingum, sum undir­haldandi og við ironi lýsa føroyingar, útlend­ingar í Føroyum og føroyska samfelagið sum heild. Atlantic Rhapsody er fyrsti føroyskt fram­leiddi spælifilmur, ein sonevndur no-budget film­ur, har næstan 200 leikarar og onnur arbeiddu ólønt til tess, at filmurin kundi gerast veruleiki. Tá film­urin var sýndur í Leikhús Bio, sló hann øll áskoðara­met og yvirhálaði bæði Rambo og Karen Blixen-filmin 'Out of Africa'. Drive. 2011 Um filmurin Drive skriv­aði Birgir Kruse so­leiðis á bloggi sín­um: »Nú er tað so, at Drive er ikki ein hvør sum helst film­ur. Hetta er nýggj­asti filmur hjá danska Nicolas Winding Refn (f.1970), ið varð kosin besti leikstjóri í Cannes í 2011. Men hann hevur eisini harðrendu Pusher filmarnar í við­før­inum. Og nýggi filmurin skrivar seg inn í eina røð av filmum um skjóttgangandi bilar á nátt, Gone in 60 Seconds frá 1974, sum Nicolas Cage gjørdi umaftur í 2000, The Fast and the Furious við Vin Diesel í 2001 og sum á sætta sinni fer at koyra á okkara náttarleiðum í 2013. Men hesin filmur, Drive, fer nógv radikalari til verka enn hesir innantómu rasarafilmar, nevndir oman­fyri. Drive leitar til hálvthundrað ára gomlu film- noir sjangruna við asfalti og neon á nátt, nemur við Taxi Driver (1976) og leggur seg síðani trygt í hjólfarið hjá Steve McQueen í Bullitt (1968). Meistar­ligt, bæði sum pastisja og sum sjálv­støðugur filmur.« Býurin við heimsins enda. 2011 Filmsfelagið Klipp sýnir fyri tíðini norðurlendskar films­perlur fram, og hevur sett eina skrá saman av nýggjum, norðurlendskum spælifilmum, sum hava hug­ #filmaránetinum# undirhald#nýttíføroyum #ókeypismentan# filmstriben#bókasavn F Inger Smærup Sørensen Allir føroyingar – uttan mun til, hvar tey búgva í landinum – kunnu nú umvegis Býarbókasavnið í Havn fáa atgongd til donsku filmsheimasíðuna »Filmstriben«. Sostatt kunnu vit ókeypis og uttan at lyfta okkum úr sofuni fáa atgongd til umleið 2000 filmar – einasta sum krevst er eitt lánikort frá Býarbókasavninum í Havn og ein skíggja, sum kann setast til internetið Filmar