Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 16. mai 2014 tikið í biografunum, fingið góð ummæli og vunnið bæði heimligar og altjóða virðislønir. Á »Filmstriben« eru nógvir danskir filmar, men ikki so nógvir aðrir norðurlendskir. Men nakrir eru, til dømis grønlendski filmurin Býurin við heims­ ins enda eftir Sarah Gavron. Filmurin er ein stutt­lig, kløkkandi og sera jalig vangamynd av eini avbyrgdari bygd í Grønlandi, har tað móti øllum líkindum ber til hjá 59 fólkum og 100 sletu­hundum at yvirliva. L’enfent d´en haut. 2012 »Filmstriben« hevur eitt fantastiskt úrval av góðsku­ filmum til børn og ung. Ein teirra er L’enfent d´en haut/ Drongurin av fjallinum eftir Urslua Meier. Filmurin verður roknaður sum ein tann besti ungdómsfilmur nakrantíð og snýr seg um 12-ára gamla Simon, sum býr saman við stórusystur síni í einum betongbyggjarí í einum sveisiskum dali. Hann fær teimum pengin og mat við at taka lyftina upp til dýru skístøðini, har hann stjelur og selur víðari dýra skíútgerð. Men Simon hevur nógv hóvasták at systrini, sum er rættuliga vill. Filmurin er á fronskum við donskum undirtekstum. Líka so fantastiskt tað er, at føroysk børn og ung hava ókeypis atgongd til góðdskutilfar frá teirra bókasavni, eins keðiligt er tað, at tey mugu duga danskt fyri at skilja filmin. Kanska fær politiska skipanin skjótt eyga á hendan trupulleikan. Midnight in Paris. 2011 Kjakið um siðalagið hjá Woody Allen hevur aftur tikið seg upp hetta várið, og nógv fólk halda tað vera skeivt at stuðla Woody Allen við at hyggja eftir hansara filmum. Kortini var Midnight in Paris eftir Woody Allen fyrsti filmurin, eg havi sæð á »Filmstriben«. Sigst at man antin hatar ella elskar Woody Allen, eg haldi ikki, at tað er soleiðis hjá mær. Eg hvørki elskaði ella hataði filmin, men eg helt hann var stak undirhaldandi. Í Midnight in Paris er Gil Pender og unnusta hansara á frítíðarferð í Paris, saman við svigarforeldrunum. Hann er í holt við at skriva sína fyrstu skaldsøgu, og so hendur eitt undur: Gil er brádliga í 1920'unum saman við tátíðar listafólkum. Gertrude Stein lesur hansara skald­søgu pg leggur hon lag á saman við Ernest Hemingway. New York Times skrivaði millum annað um Midnight in Paris: Einki nýtt er at síggja, men hví skuldi tað eis­ ini verið tað? Hinvegin er heldur ikki nógv gamalt at síggja. Mr. Allen dugur at royna okkurt nýtt, meðan hann endurtekur seg sjállvan. Hetta er ikki fyrstu ferð, men fyrstu ferð leingi, at hann rakar eina sannførandi bland­ing av skemti og vísdómi. Memoria de mis putas tristes. 2011 Fyri styttri enn einum mánaða síðani doyði nobel­ virðis­lønti, kolumbianski rithøvundurin Gabriel García Márquez. Tveir filmar, sum byggja á hansara søgur, eru at finna á »Filmstriben«. Annar er Kærleiki í kolera-tíðini, sum Mike Newell hevur leikstjórnað. Ein kærleiksfilmur, sum helst setur kílar millum kynini. Filmurin snýr seg um tann unga, fávitskuta Florentino, sum elskar Fermina av øllum sínum hjarta. Også eftir, at hon ger tað endaliga liðugt og giftist einum ríkum lækna. Men eftir hálvt hundrað ár, er tann nú ovurríki Florentino aftur á biðlaferð. Hin er Memoria de mis putas tristes/Minni um mínar syndaligu skøkjur, sum Henning Carlsen hevur leikstjórnað. Tá journalisturin og lívsnjótarin El Sabio fyllir 90 ár, gevur hann sær sjálvum eina nátt á skøku­ húsi saman við eini ungmoy í føðingardagsgávu. El Sabio hevur ongantíð verið giftur, men hevur nøktað sín tørv á skøkjuhúsi. Náttin saman við ungmoyini gongur ikki, sum hann hevði væntað. Memoria de mis putas tristes