Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 16. mai 2014 20 Guðrún Einarsdóttir í Listasavni Føroya að er ikki ofta at ein fram­ sýn­ing er so stramt hongd upp, har hvørt einasta verk hevur fingið sítt rætta pláss og øll hanga í fínari javn­ vág, til hvørt annað og til rúmið. Har hanga málningarnir hjá Guðrúni Einars­dóttir, sum perlur á vegg­ inum og har sum eg júst eri komin inn og hyggi niður í salin frá balkongini, stend­ur tann hvíti skilaveggurin berur. Ongin málningur á vegginum,- hvítt! Framman­fyri standa fimm borð, ella tað ið líkist borðum og á teimum liggja fimm máln­ingar. Eg lesi í kataloginum, í tekstinum hjá Nils Ohrt, savnsleiðara, at: »Kantarnir á løriftinum eru altíð málaðir, og myndirnar eru sostatt ikki ætlaðar til at hava rammu. Men ikki bara tað: Takkað veri teimum organisku mynstrunum, sum breiða seg út um allan flatan uttan nakra serliga kós, kunnu hennara málningar hangast bæði upp og niður og upp á longs, ja, teir kunnu eisini vísast liggjandi á bukkum. Har er onki »upp« og »niður« og sostatt heldur ongin avmarking. Einstaki málningurin sipar tískil til, at hann bara er eitt brot av einari endaleysari heild – tað lívgevandi evnistilfarið.« Tá vit báðar Bjørt ganga yvir til trapp­ ur­nar, sum fara oman í salin, hongur ein stórur svartur málningur á enda­vegg­ inum. Ljósið frá vindeyganum gevur málning­inum síðuljós og í málninginum sæst struktutur í tjúkku oljumálingini. Ein horisontal linja býtur oljuflatan í tveir partar. Í ovara partinum fara hárfín bein strok tvørtur um myndaflatan, úr kanti í kant. Í niðara partinum venda beinu hárfínu strokini upp og niður. Máln­ing­urin er brádliga vorðin ein lands­ lagsmynd. Har er myrkt, tað er nátt og vátt í veðrinum og tað er stilt, púrar púra stilt. Eg leggi til merkis svarta steinin, ið liggur á gólvinum undir vindeyganum, skamt frá máln­ ing­inum. Ella er hatta ein steinur? Hann er trill­rundur, nokk so stórur og hann sær fremm­andur út. Kanska er tað ein meteor­ur. Hann er kanska dottin úr lands­ lag­num; men hann er ov tung­ ur til, at eg orki at blaka hann inn aftur í mynd­ina. Seinni lesi eg í kataloginum, har Aðal­ steinn Ingólfsson hugleiðir um listina hjá Guðrúni, at hesir steinar eru gjørdir úr oljurestum og øðrum blandingartilfari, sum listakvinnan brúkar til at skapa lista­verk síni. Tilgongdin tekur fleiri ár, teir størstu hava ligið og torna í 15 ár. Bjørt og eg fara frá einari mynd til aðra og eg royni at spyrja hana, hvat hon sær. »Eg veit ikki« sigur hon, uttan at kenna seg hjálparleysa ella hugtunga. Tað órógvar hana als ikki, at hon ikki veit hvat hon sær. »Hatta er pent« sigur hon um ein málning. Vit ganga longur inn. »Hatta er tað penasta«, sigur hon, og peikar á eina mynd sum er kolasvørt. Men spakuliga birtast hundratals organiskir formar í ljósinum úr loftinum. Máln­ing­urin er ikki longur bert eitt svart hol, men eitt hav av livandi formum, sum mynd­ast av tjúkkum og tunnum løgum av olju­máling, sum ljósið skyggjur á. Nú hugsa tit kanska, at tað bert eru svartir málningar á framsýningini; men tað eru tað ikki. Bert tríggir, annars eru teir í litum, -reyðbrúnir, okker, sapp­ grønir, ljósabláir, gráir, brúnir, reyðir og al­skyns litbrigdi harímillum. Bjørt er komin fram til eina mynd, sum er ljósablá og ljósgráir formar liggja spjæddir um allan mynd­flatan. »Mamma, hatta er ein bjørn, og har er ein taska, og har eitt hjarta.« Eg síggi alt fyri eitt skapini, sum hon sær; men tey hvørva eins skjótt og tey komu. Myndin verð­ur aftur ein miskunn­samur heim­ur, og friður, friður, friður. Tað larmar so ræðu­ liga illa har úti; men her valdar friður og eyguni kunnu hvíla í mjúkum oljuhyljum og fjarum orku­keldum. The silence on the floor of my house Is all the questions and all the answers that have been known in the world The sentimental furniture threatens the space The reflection of a sunset speaks loudly of days Agnes Martin Listaverkini hjá Guðrún Einarsdóttir eru ikki so nógv um náttúru, sum tey eru um til­gongd og tíð, og ikki minst um sjálvt til­farið, ið verður brúkt , -olja, bindievni, turki­evni, oljulitir og lørift. Guðrún ar­ beiðir á uppspent lørift ímeðan tað liggur. Soleiðis savnast tilfarið, ið hon leggur á lørifti í hyljum, sum leggja seg har ein lagd náttúrliga kemur av tyngd­ ini í oljutilfarinum, og tíðin formar struk­ turin á yvirflatanum. Tað er sum um, at Guðrún letur tíðina greiða alt fyri seg, men kortini ger hon ikki tað. Tað er hon sum koyrur oljuna á løriftið og avgerð hvat lutfallið skal vera millum bindievni, turkievni, oljulit og so framvegis, og hvussu leingi tað skal liggja og torna. Hon velur eisini støddina á myndflatanum, format og stødd á ramm­uni. Um hon ikki er nøgd við úrslitið eftir at tað hevur ligið í mánaðir, ella ár og tornað, strýkur hon litir á, sum broyta myndini soleiðis, at hon verður betur at hyggja at. Í veruleikanum er onki til­vildar­ligt í tilgongdini hjá Guðrún. Alt er lagt til rættis, frá byrjan til enda. Taskurnar, bjørnin og hjartað, sum Bjørt sá, eru eisini partur av upplivingini í listasavninum. Vit kunnu altíð kenna formin aftur, og sammeta hann við tað vit kenna frammanundan; men á fram­ sýn­ing­ini hjá Guðrún ber eisini til at sleppa øllum teymum og bara upp­liva kensl­una av tíð og rúmd. Hóast »senti­ mentalu møblarnir«, (sum Agnes Martin nevnir í yrkingini omanfyri), stundum av­bróta upplivingina av longsli og stríðs­huga, føra málningarnir teg aftur í stilla húsið, har teir umgira teg og oysa náttúru og inspiratión útyvir teg. Tá vit vitja listasøvn, hyggja vit ikki bara, vit geva verkinum eitt avgjørt aftur­svar. Meðan vit hyggja at tí, eru vit glað ella kedd, hava frið á okkum ella eru meira hugtung. Eitt listaverk kann stimbra longsil, hjálparloysi, stríðs­huga ella iðran. Spurningurin í aftur­svar­inum kann ikki lesast í lista­ verk­inum. Listafólkið kann ikki hava, og fyrireikar seg heldur ikki til eitt ávíst svar. Listafólkið fylgir rætt og slætt inspira­tiónini og hugsar ikki um aftur­ svarið. Listaverk verða ikki til við teirri ætlan. Aftursvarið er treytað av støðu hyggjarans. Agnes Martin Agnes Martin, 1912-2004. Kanadisk- ameri­konsk listakvinna, abstrakt- ekspressio­nistisk. T Wauw, ein góð uppheinging í listaskálanum! Framsýning Hansina Iversen Framsýningin er opin til 1. juni 2014 Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00