Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 16. mai 2014 ltso – kann man ikki fáa frið?« Ein argur maður seinast í tretivunum ristir við høvdinum og stappar lítlu billett­ina í tronga buksu­ lumman við diskin í Norður­landa­ hús­inum. Á veggjunum kring okkum hanga stórar portrett-myndir av sam­kyndum grønlendingum, og tað er hendan fram­sýn­ingin – Gay Greenland við kenda mynda­mann­inum Jørgen Chemnitz – sum fær mannin at ilskast. »Hví so intolerantur?«, spyr ein kvinna, sum heldur ikki er komin at hyggja at fram­sýn­ingini. Maðurin vendir sær á, smílist fyrst og verður so álvarsamur aftur. »Tað eri ikki eg, sum eri intolerantur. Tað eru tey! Eitt øvugt orð um at broyta hjúna­bands­lógina, og tú verður skírdur bæði homo­fobur og fundamentalistur!« Javnrættindi eru ikki fiskirættindi Samtalan í Norðurlandahúsinum ein fyrrapart í mai nertir við ein grundleggjandi spurning, sum nógvar bøkur og akademiskar ritgerðir eru skrivaðar um. Hvat merkir toleransa? Hvar ganga mørkini fyri tolerans­ uni? Nær verður toleransa til líkasælu? Eru vit ikki øll intolerant yvir fyri tí, sum býður okkum ímóti? Er toleransa neyðturviliga ein dygd? Týski filosoffurin Ludwig Wittgenstein segði eina­ ferð, at orð og hugtøk av og á mugu sendast á reinsarí. Tí orð hava tann eginleikan, at tey við tíðini útvatnast og missa ítøkiligan týdning. Til seinast eru summi orð skralltóm í sjálvum sær og kunnu brúkast og mis­ brúkast av øllum hugsandi áhugamálum. Eitt orð, sum trongir til eina grundleggjandi høvuðs­ reingerð, er orðið »frælsi«. Hetta pluss-orðið, sum øll taka undir við, sum eingin kann vera ímóti, men sum verður so nógv brúkt og misbrúkt, at orðið í sjálvum sær er púra tómt. Ein einføld definitión av hugtakinum »frælsi« er tann banali rætturin til at liva sítt lív, soleiðis sum einum lystir, so leingi sum ein ikki ger seg inn á rættindi hjá sín­um næsta. Men í aktuella kjakinum merkir »frælsi« stundum frælsið til at diktera, hvussu øðrvísi hugsandi skulu vera og liva. Í føroyskum lesarabrøvum seinastu mánaðirnar hava fólk tvíhildið um, at uppskotið um at geva samkyndum loyvi til sivil giftarmál er einki minni enn ein hóttan ímóti trúarfrælsinum. Men tað verður ongantíð grundgivið fyri, hvussu ólukkan ein sivil vígsla á eini býráðskrivsstovu millum tvey vaksin fólk av sama kyni kann hótta trúarfrælsið hjá nøkrum. Hetta sjónarmiðið avdúkar eina vanskeplaða útgávu av frælsishugtakinum, sum vil vera við, at mítt frælsi um­fatar rættin til at definera tað góða lívið – ikki bara fyri meg, men eisini fyri teg. Trúarfrælsið er í fyrsta lagi hótt, um onkur blandar seg aktivt í tín gerandisdag og forðar tær í at liva og praktisera tað, sum tú trýrt á. Og trúarfrælsið snýr seg forrestin ikki bara um rættin til at trúgva og praktisera ein átrúnað. Trúarfrælsið snýr seg eins nógv um rættin til at sleppa undan religión ella ávísum átrúnaðarligum tulkingum, um tað er tað, sum ein ynskir. Títt frælsið endar, tá mítt frælsið byrjar – og umvent. Og tá vit sleppa hesi einføldu meginregluni, kann mítt frælsi gerast títt fongsul, og títt frælsi verður mítt fongsul. At sláa manngarð um hvønn einstakan borgara er essensurin í einum liberalum rættarstati. At tryggja hetta frælsið millum einstaklingar, sum arbeiða fyri grund­leggjandi mótstríðandi sjónarmiðum, er ein trupul balansugongd, tí onkur vinnur, og onkur tapir. Men hetta samfelagsmodellið merkir eisini, at tá ein teolog­ isk doktrin krevur harradømi yvir øllum, sum fegin vilja sleppa undan, so er tað religiónin, sum eigur at baðka og víkja og kenna sítt pláss. Summi vilja vera við, at hugtakið »sekularisma« er ein anti-religiøs megin­regla, sum ynskir at týna allan átrúnað. Men veru­leikin er tann øvugti. Hendan skipanin er ein vernd ímóti makt­ini og ein fortreyt fyri sonnum trúarfrælsi fyri øll – ikki bara fyri komandi og farandi meirilutum. Eitt og hvørt sunt samfelag rúmar mótstríðandi áhuga­málum, og tí má øll makt hjá komandi og farandi meiri­lutum tálmast og regulerast. Tí freistist eg ofta til at halda, at rættarstaturin er týdningarmiklari enn frí val fjórða hvørt ár. Um frí val verða hildin í einum juridiskum og moralskum tómrúmi, so endar tað sum oftast við, at summir bólkar og einstaklingar eru við skerdan lut. Tað hava vit óteljandi aktuell dømi um kring heimin. Demokrati er altso ein pakkaloysn við fleiri ingrediensum. Sum LGBT Føroyar hevur víst á, so eru javnrættindi ikki sum fiskirættindi. Summi kunnu vinna, uttan at onnur tapa. Eingin missur nakað, um samkynd fáa pappír uppá hvønn annan. Og samstundis fegnist eg um, at felda uppskotið um at broyta hjúnabandslógina snúði seg um sivilar og ikki kirkjuligar vígslur. Løgtingið eigur ikki at diktera interna kirkjuliga praksis. Eg fari ongantíð at skilja ein prest, sum ikki ynskir at víga samkynd, men eg má sjálvandi góðtaka rættin til at lata vera. eg eri intolerantur! Hjálp A Sjálvandi eiga samkynd eisini at fáa rættin til at giftast. Men tað er skeivt at stevna og hótta við rættarmálum orsakað av niðrandi útsagnum og beiskum álopum. Dysturin um tað góða samfelagið má fara fram í tí opna og stundum særandi kjakinum Heini í Skorini