mikudagur 14. mai 2014síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 16. mai 2014
Skal Jenis meldast?
Tolsemi er ikki bara ein ábyrgd, sum liggur á mótpart
inum. Á teimum hinumegin hegnið, sum ein er ósamd/
ur við. Tolsemi snýr seg eisini um at góðtaka, at onnur
finnast at ella enntá niðra tað, sum ein sjálv/ur um
boðar.
Tí hevur illbrýnti maðurin í Norðurlandahúsinum
ongan rætt til at krevja eitt alment rúm, sum er reinsað
fyri øllum tí, sum hann ikki brýggjar seg um. Og limirnir
í LGBT kunnu heldur ikki gera krav um eitt alment rúm
uttan kritiskar ella enntá niðrandi útsagnir. Tí fegnaðist
um, at LGBT ikki valdi at melda Jenis av Rana fyri
tað, sum hann segði við donsku avísina Information í
oktober í fjør. Eftir mínum tykki er tað skeivt at tosa
um lógarbrot og rættarmál, hvørjaferð onkur markerar
eitt ósympatiskt ella niðrandi sjónarmið. Eitt dømi
var, tá Jógvan Páll Lassen, advokatur, proklameraði á
forsíðuni á Sosialinum í 2010, at Jenis av Rana hevði
brotið § 266b, tí hann ikki vildi eta døgverða saman
við fyrrverandi íslendska forsætisráðharranum, sum
var lesbisk, og sum hevði makan við í Føroyum. Eftir
mínum tykki er tað fullkomiliga láturligt at geva avboð
til ein slíkan døgverða við hesi orsøk, men tað er skeivt
at tosa um lógarbrot. Tá er man ikki petti betri enn Bill
Justinussen, tá hann meldaði Ole Wich fyri umstrídda
listaverkið, HomoFObia, afturi í 2006. Sami Bill hevði
stutt frammanundan spurt, um tað mundi vera ein
samanhangur millum eina Gay Pride í New Orleans
og ódnina Kathrinu, sum tók lívið av 1836 fólkum og
rak fleiri túsund frá húsi og heimi. Bill spældi altso við
tankan um, at ræðuliga ódnin var Guds revsing fyri
eina homo-skrúðgongu, og tað er nokk tað mest víð
gongda, sum eg til dags dato havi hoyrt í kjakinum um
samkynd. Men Bill skal hava loyvið til at bera fram sína
hugsan.
Intolerant fólk finnast allastaðni, og dysturin um
frumrættin til at vera tað størsta offrið flytir einans
fokus frá tí veruliga spurninginum: hvussu skipa vit
eitt rættvíst og rúmligt samfelag? Tað einasta, sum ein
fær burturúr at melda, er at gera síni mótstøðufólk til
offur og pínslarváttar. Ein heiður og eitt upmerksemi,
sum tey sjáldan hava uppiborið.
Stóra bretska skaldið, Oscar Wilde, varð settur í
fongsul orsakað av sínum samkyndleika í Bretlandi
seint í 1800-talinum. Í einum modernaðum varianti
af fjallatalu Jesusar segði umstrídda skaldið einaferð:
»Always forgive your enemies, because nothing
annoys them so much!«
Um eg vil hava loyvi til at siga mína hjartans hugsan
– og tað vil eg – so má eg eisini tola, at mín mótpartur
hevur sama rætt. Tað er prísurin fyri at liva í einum
pluralistiskum demokratii, har meiningar bresta saman
á tí demokratiska vígvøllinum. Hetta hóast eg eri til
vitaður um, at tað ikki kann vera lætt at leggja oyra til
niðrandi talu, serliga um tú ert ein ungur og óavklár
aður persónur, sum hoyrir til ein seksuellan minniluta.
Um »ekstremistisk«, »ósympatisk« ella »miðaldarlig«
sjónarmið ikki sleppa fram í ljósið, so verða tey heldur
ikki konfronterað í tí almenna ljósinum, og so kunnu tey
liva sítt trygga lív í tí privata og tí dulda. Ein almenn
útsøgn er altíð eitt kærkomið høvi at grundgeva ímóti.
Tí er tað ein illusión at halda, at mótstøðan ímóti
seksuellum minnilutum kann kriminaliserast í hel.
Einki er vunnið, um ein við revsilógini í hondini tvingar
fólk til at úttala seg á ein hátt, sum ikki endurspeglar
teirra sjónarmið. Sum veljari vil eg fegin hoyra, hvat
okkara politikarar innast inni hugsa, tí tástaðni veit eg,
hvørji sjónarmið hesir politikarar í veruleikanum um
boða. Vit kunnu sostatt velja ímillum eitt autentiskt
kjak, sum endurspeglar tað, sum bylgist í fólkinum, ella
eitt óautentiskt pseudo-kjak, sum ofta endar við einum
kjaki um kjakið. Tað er í tí opna, frælsa og stundum sær
andi kjakinum, at tey mentalu, sosialu, politisku og løg
frøðiligu mørkini verða flutt.
Tí má eg góðtaka nakrar yvirskipaðar spælireglur.
Og í teirri løtu, at eg ikki longur unni mínum politiska
mótparti somu grundleggjandi rættindi, sum eg sjálvur
geri krav um, so koppa leiklutirnir á høvdið, og tey, sum
rópa harðast um toleransu, gerast ironiskt nokk tey
mest intolerantu.
Var Mandela tolerantur?
Men hetta merkir ikki, at toleransan eingi mørk hevur.
Toleransa uttan mørk er jú bara eitt annað orð fyri
líkasælu. Ghandi var ikki tolerantur yvir fyri bretskari
imperialismu. Martin Luther King fann seg ikki í rasu
diskriminatión. Ayan Hirsi Ali talar harðliga ímóti um
skering av gentubørnum. Og Nelson Mandela góðtók
heldur ikki apartheid. Hesar hetjur umboða eftir mínum
tykki positiva intoleransu mótvegis tí, sum ikki skal
tolererast.
Nógvar teoretiskar bøkur eru skrivaðar um hesa
andsøgnina, sum í filosofiini verður rópt »The Paradox
of Intolerance«, og tað finst eingin teoretisk loysn (til
nørdarnar kann eg viðmæla »The Open Society and Its
Enemies« eftir Karl Popper). Tey menniskjuni, sum ikki
eru »intolerant« í mun til okkurt, eru bæði amoralsk
og líkasæl. Tann avgerandi munurin er tí ikki, hvør er
mest tolerantur ella intolerantur, men hvat vit tolerara
og ikki, hvørjum vit berjast fyri og ímóti, hvussu vit
legitimera okkara sjónarmið, og hvørji amboð vit
brúka. At býta heimin upp í tolerant og intolerant er tí
ein innantóm lýsing av teimum sonnu, virðispolitisku
ósemjunum.
Eftir mínum tykki áttu samkynd at fingið somu
rættindi sum tann heteroseksuelli meirilutin. Og eg
undrist á tey, sum halda, at samkynd skulu hjálpast,
broytast, lekjast og fyri alt í verðini ikki legitimerast
politiskt. Ein slík lóggávubroyting hevði gjørt Føroyar
til eitt rættvísari, rúmligari og betri land, og sambært
meiningakanningum ynskir ein trivaligur meiriluti av
føroyingum eisini hesa broyting.
Men tey, sum hava onnur sjónarmið, mugu for
ólukkan sleppa at tala frítt og uttan hóttanir um stevn
ingar og rættarmál.
Hósdagin 24. apríl lat framsýningin Gay Greenland upp í Norðurlandshúsinum, Gay Greenland er søgan um væleydnaða Gay Pride átakið í Grønlandi.
Norðurlendski stovnurin, Napa, í Grønlandi hevur tikið stig til framsýningina, og endamálið er at fortelja, hvussu samkynd uppliva veruleikan í Grønlandi