Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Heri Mohr kjak síða Fimm bók­stavir Høgni Hoydal Kjak síða Hvat hendir við ES-boy­ kottinum Í tveimum tíðndasendingum í Degi og Viku í næstsíðstu viku framdi Kring­varpið groft álop á in­te­gre­tet­ in hjá Miðlahúsinum sum tíð­ind­a­ miðil. Kringvarpið førdi fram, at Miðl­a­ hús­ið og Atlantsflog hava gjørt eina av­talu, har Atlantsflog sleppur at stýra tíðindum í Sosialinum. Sum prógv brúktu tey eina avtalu mill­ um Miðlahúsið og Atlantsflog frá 2012, sum tey siga seg hava fingið inn­lit í. Avtalan er ikki fingin frá Miðlahúsinum og ikki frá At­lants­ flog. Sosialurin hevur øll tey 87 ár­ini, blaðið hevur verið til, livað av lýs­ ing­um. Uttan lýsingar, so var einki blað. Tann støðan er ikki broytt fyri Sosialin, hóast hon er broytt fyri Kringvarpið, sum alt­samt meira verð­ur stýrt eftir hand­ils­li­g­um á­huga­málum hjá øðrum enn stovni­ num sjálvum og okkum øllum, sum eru tvungin at gjalda til stovnin. Trúvirðið í søguni hjá Kring­ varp­i­num haltar longu frá byrjan. Pre­missur­in er eitt krav frá Magna Arge um at stýra tíðindaflutningi í Dimmu, ið blað­stjór­in, sum tvær ferðir koyrdi Dimmu á húsagang, »held­ur seg minn­ast« – ella heldur »lá í luftini«. Út frá hesum kon­klu­ d­era tey í Sortu­díki, at so hev­ur sama krav verið til Sosialin – og tað »prógva« tey við at siga, at tá Sos­i­al­ ur­in sel­ur »síð­ur«, so er tað ikki fyri lýs­ing­ar men fyri inni­hald. Onnur premissin er, at Niels Mort­en­sen syrgdi fyri, at nýggi stjór­ in í flogfelagnum segði av­tal­una upp. Sambært KvF varð hon upp­søgd 1. november í fjør. Hetta er bein­leið­ is lygn. Og tað visti Kring­varp­ið, áðr­enn innslagið varð sent. Eingin av­tala er uppsøgd, tvørt­ur­í­móti er nýggj avtala gjørd síð­ani stjór­a­ skift­ið. Men tað pass­aði ikki so væl til »sann­leikan« í Sort­u­díki – so tað varð ikki tikið við. Prógv­ið var tó lagt á borð­ið í Kring­varp­i­num hó­s­dag­in í Pressu­tátt­i­num. Álopið frá Kringvarpinum á Miðl­a­hús­ið livir á ongan hátt upp til góð­an fjøl­miðl­a­sið. Við vilja verð­ur bland­að mill­um hug­tøk sum »lýs­ ing­ar­av­tal­ur« og »stuð­uls­av­tal­ur«, leiðandi spurningar, feiltulkingar og bein­leið­is fak­tu­ellir feilir føra tey til eina niðurstøðu, sum so verður brúkt til at spyrja ein danskara um nakr­ar sjálvfylgiligheitir – sum sam­ bært Kvf ljóða klók­ari á donsk­um. Klóku donsku orðini meta tey so virð­is­mik­il, at tey vórðu endursend fleiri ferðir í gjár – níggju dagar seinni – uttan at spyrja mannin, hvat hann heldur um samanbland við lýsingar í KvF – ella um tað, at eitt skattafíggjað kringvarp selur lýsingar og sponsorat! Eitt skitið álop á priv­ata mið­ilin í Vágsbotni. Lítið sømi­ligt og lít­ið virð­i­ligt. Tá sannleikin er ein lygn Poul Andrias Ziska og Áki Her­álvsson, høvuðskokkar á Koks, høvdu í dag framløgu í stór­ari matráðstevnu í Zür­ ich í Sveis, nevnd »Chef Alps International Cooking Summ­ it«. Talan er um ráð­stevnu, har heimsins bestu kokk­ar lut­taka. Teir flestu eru frá matstovum við tveim­um og trimum Mich­el­in­stjørn­um. – Tað hevur gingið sera væl. Vit hava greitt frá um Før­oyar, um okkara serligu mat­ment­an og um føroysku ráð­vøruna, sigur Poul And­r­i­as Ziska, sum vit hittu fyri løtu síðani í telefonini úr Sveis. – Vit hava verið á pall­i­num í dag. Pallurin var inn­rætt­að­ ur sum ein køkur. Vit høvdu eina powerpoint framløgu, vístu tveir filmar, vit hava gjørt um matstovuna Koks og um, hvussu tað ræsta verð­ur til í Føroyum. Eisini gjørdu vit mat á pallinum, greið­ir Poul Andrias Ziska frá. Teir báðir kokkarnir frá Koks gjørdu eina sjey rættaða mat­skrá við jomfrúhummara, Før­oya Banka toski, skeljum, dess­ert úr grasi, sýru og bóta­ urt og tveir rættir úr røstum kjøti og røstum fiski. Hóast maturin ikki var gjørd­ur til fólk at eta, so vóru tað kortini fleiri, ið smakk­ aðu matin hjá teimum báð­um koks-kokkunum. Og teim­um dámdi sera væl, ser­liga var tað tað ræsta, ið hevði áhuga. – Fleiri hildu, at tað minti nógv um gamlan, sterkan ost, sum tey brúka nógv her í Sveis, greiðir Poul Andrias Ziska frá. Hann sigur eisini, at fjøl­ miðl­arnir hava víst før­oy­ing­ u­num sera stóran áhuga. – Vit hava tosað við einar sjey fjølmiðlar, og blaðstjórin á størsta blaðnum í Sveis, Tag­ es Anzeiger, gjørdi eisini sam­ røðu við okkum. Tey, ið skipa fyri ráðstevnuni brúkti eisini mynd­ir úr Koksbókini til bú­ merk­ið til ráðstevnuna, so vit hava fingið sera nógv burt­ur­ úr, sigur Poul Andrias Ziska. Tað eru ikki hissini kokk­ ar, sum føroysku kokkarnir royna seg í millum. Allir koma frá mat­stovum, sum hava tvær og tríggj­ar Michell­in­ stjørn­ur. Umframt føroysku kokk­ ar­nir, vóru hesir umboðaðir á ráð­stevnuni: Joan Roca (El Cell­er de Can Roca, 3* Mic­ hel­in, Spain), Massimo Bott­ ura (Ost­eria Francescana, 3* Mic­h­elin, It­aly), Jonnie Boer (The Liebrije, 3* Michelin, The Net­h­er­lands), Joachim Wis­s­ler (Vendôme, 3* Mich­ el­in, Germany), Jean-Ge­org­es Klein (L'Armsbourg, 3* Mich­ elin, France), Björn Frant­zén (Frantzén, 2* Mich­elin, Swed­ en) were featured at past ed­it­ ions of ChefAlps Sum­mit. Koks-kokkar millum heimsins bestu kokkar Visit Faroe Islands fegn­ast um úrslitið av altjóða fjøl­ miðl­a­umrøðu. Í sambandi við, at ferðaráðið hevur gjørt árs­frá­greið­ing vísa tey á, hvussu nógv stovn­ur­in og Føroya sum ferða­mann­ a­land hava fingið burtur úr al­tjóða fjølmiðlaumrøðu. – Ein týðandi partur av markn­að­ar­før­ings­ar­beið­i­ num hjá Visit Faroe Is­lands er at skapa umrøðu í út­ lendsk­um miðlum av Før­ oy­um sum ferðamáli. Hetta ar­beiðið setti met í 2013, tá 100 altjóða fjølmiðlar vóru gestir hjá Visit Faroe Islands, sum saml­að sæð gav yvir 20 milli­ónir krónur í PR-virði. Tá er milliónavirðið av all­ ari tí digitalu umrøðuni av Før­oy­um á heimasíðum hjá fjøl­miðl­u­num eins og blogg­um, ikki íroknað. Saml­aða íløgan hjá Visit Far­oe Islands í PR-arbeiðið var um eina millión krónur. Til sam­an­bering vitjaðu um­leið 50 fjølmiðlar í 2012, skriv­a­r Visit Faroe Islands. Fjølmiðlaarbeiðið verð­ ur í høvuðsheitum skipað so­leið­is, at umboð fyri um­ ráð­andi út­lendska­r miðlar verða boðin til Føroyar at skriva greinar ella gera send­ingar um Føroyar sum ferðamá­l. – Hetta er ein sera týdn­ ing­ar­mikil partur av okk­ ara arbeiði, sum í stóran mun er við til at seta Før­ oy­ar á heims­kortið í al­tjóða miðlum, á ein sera kostn­ aðar­effektivan hátt, sigur Guðr­ið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Nógv av teimum fjøl­ miðl­a­fólk­um, sum koma, eru úr størstu miðlahúsum í Europa og USA. Av gest­ um hjá Visit Faroe Islands hetta seinasta árið, eru m. a. umboð fyri BBC, Huff­ ing­ton Post, Der Stand­ard, Corriere della Sera, Fin­anc­i­ al Times, The Guardian, The Independent, The Tim­e­s, Politiken og Svenska Dag­ blad­et. – Vit hava eitt tætt og gott samstarv við vinnuna um hetta økið, sum er sera týdn­ing­ar­mik­ið fyri góða úrs­litið, sigur Guðrið Høj­ gaard at enda. Ein millión gav 20 milliónir krónur Tú mást viðganga tínar feilir – sjálvt um tú ert Kvf