Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sálarfrøðingur kannar trivnaðin hjá heimahjálparum Almannaverkið vil loysa trupulleikan, sum leingi hevur verið í heimarøktini í Suðurstreymoy. Hallur Thomsen, stjóri á Eldradeplinum, sigur, at ein sálarfrøðingur er settur at kanna trivnaðin í høvuðsstaðarøkinum Marjun Dalsgaard Almannaverkið vil nú hava greiðu á viðurskiftunum hjá heimahjálparunum í Suður­ streymoy. Áhaldandi ónøgd við skip­ anina av heimatænastuni í høvuðsstaðarøkinum hev­ur verið førd fram av avvarðandi og fak­fe­løg­um, mill­um ann­að áhuga­fe­lagn­ um hjá teimum av­varð­andi, TIGN og fak­feløg­un­um hjá heilsurøktarum og heilsu­ hjálparum. Millum tey avvarðandi sakna tey upplæring, roynd­ ir og fakligheit hjá heima­ hjálp­arunum. Í januar sendi TIGN, sum er felagið hjá teim­um avvarðandi, út eitt tíð­indaskriv, har tey róptu var­skó. Í vikuskiftisblaðnum skriv­aðu vit um ein 95 ára gaml­an mann, sum vanliga lá við somu blæðu í 10 – 15 tím­ar og ikki slapp í bað í 11 vikur, tá hann búði heima hjá dóttrini, Karin Jacobsen, í Havn. Hetta hóast at tað stendir á heimasíðuni hjá Al­ mannamálaráðnum, at fólk skulu fáa røkt og uppvenjing í heiminum ístaðin fyri at fara á røktarheim. Umframt reinføri hjá tí gamla manninum, var trygdin ikki í lagi viðvíkjandi song og lift. Sostatt vórðu bæði lift og song skift út eftir, at ein avloysari av til­ vild var heima hjá pápa Karini. Í sambandi við hetta hava vit vent okkum til Heima­tænastuna fyri at fáa eina við­merking frá dagligu leiðsl­uni, men leiðslan vísti til ovastu leiðsluna í Al­ manna­verkinum. Taka hetta í stórum álvara Stjórin á Eldradeplinum í Al­mannaverkinum, Hall­ur Thomsen, heldur, at roynd­ ir­nar hjá Karini Jacobsen mugu vera eitt eindømi og ein óheppin støða, har so at siga alt er gingið galið. Hann vil helst ikki viðmerkja eitt konkret mál, men sigur, at hann tekur tað í størsta álvara. – Hetta sýnist at vera eitt mál, sum er dottið niður í millum, og tað eru vit sjálvandi sera hørm um, men eg trúgvi, at hetta er eitt ein­ dømi, sigur depilsstjórin. Hann vísir millum annað á, at tað tóktist vera ein mis­skiljing, at tað eitt nú bert var møguligt hjá 95 ára gamla pápa Karini Jacobsen at sleppa í bað mikumorgun. Um hann var illa fyri miku­ morgun, mátti hann bíða eina viku, áðrenn hann slapp í bað. Soleiðis gingu vik­ur­ nar, og eftir 11 vikur heima hjá Karini, flutti pápin á røktarheim í Eysturoynni. Tá hevði hann ongantíð verið í bað, ta tíðina hann búði heima hjá dóttrini. Kanna trivnaðin Hallur Thomsen sigur tó, at Almannaverkið hevur sett eina trivnaðarkanning í verk, sum verður gjørd av einum sálarfrøðingi. – Vit hava sett eina trivn­ aðar­kanning í verk, sum ein sálar­frøðingur stendur fyri, tí vit vilja gjarna hava greiðu á málinum nú, sigur Hallur Thomsen. Leiðslan í Almannaverkinum hevur fyrr spurt starvsfólkið um trivn­aðin, men tá er ikki eydn­ast at fáa nakað svar. Tískil skal ein sálarfrøðingur gera kanningina á ein hátt, sum tryggjar, at fólk svara erliga um viðurskiftini, greið­ ir hann frá. Fakligheitin manglar Í síðstu viku svaraði Ann­ ika Olsen spurningi frá løg­ tingskvinnu, Rigmor Dam, um, hvussu nógvar innan heima­tænastuna hava út­ búgv­ing. Svarið var at 52 % eru ófaklærdar. Ása Holm, forkvinna í Heilsu­hjálparafelagnum, sigur, at tað skal takast við fyri­varni, tí talið av teimum við útbúgving umfatar eis­ ini sjúkrarøktarfrøðingar í leiðsl­uni og tær, sum fara út til heimavitjan. Tað vil siga til tey, ið eru sjúk og skulu hava heilivág. Sostatt eru heimahjálpirnar, sum hava sína dagligu gongd hjá teimum gomlu, í nógv størri mun ófaklærdar og haraftrat eru tær ofta óroyndar, sigur Ása Holm. – Tað eru tveir bólkar av ófaklærdum. Tað eru tær, sum eru upplærdar og hava nógvar royndir, og so eru tað tær, sum ”koma av gøtuni”, sum vit siga. Tað merkir, at tær hava ongar royndir innan­ fakið, sigur Ása Holm. Trupulleikin hevði verið loystur, um álitisfólkið hjá fak­bólkinum hevði verið við til setanarsamrøðurnar, heldur hon. – Tað vanliga er, at álitis­ fólkið hjá heilsu­hjálp­ar­ un­um skal við, um ein heilsu­hjálpari skal setast í starv. Men álitisfólkið hjá heilsuhjálparunum hevur ikki verið við til nakra sam­ røðu í langa tíð, so tað má merkja, at størvini ikki eru lýst leys, sigur Ása Holm. Hon hevur lagt merki til, at helvtin av teimum ófak­ lærdu, sum eru innan økið, eru settar tey seinastu fýra árini. – Kjarnan í hesum er, at tað hava verið nógv fleiri heilsuhjálparar innan heima­hjálpina í Havn fyri nøkr­um árum síðani, men nú eru næst­an ongir. Tað er løgið, tí tey flestu vilja gjarna vera í Havn, og tað verða 40 heilsuhjálparar lidnir um árið. Eg skilji ikki, at tað ikki skal lata seg gera at fáa heilsu­hjálparar í starv, sigur Ása Holm. Hon metir, at 4-5 av 38 heimahjálparum í Suður­streymoyarøkinum, hava eina fakliga útbúgving. tíðindi Sálarfrøðingur kannar trivnaðin millum heimahjálpirnar í Suðurstreymoy Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, metur at 4-5 av heimahjálparunum hava eina fakliga útbúgving