mánadagur 19. mai 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Óhappið, tá Skansanes rendi
á landi í Storfjorden við
Ålesund Dýra biðidag, er nú
endað á borðinum hjá før
oyska
Sjóvinnustýrinum.
Skansanes er undir føroysk
um flaggi, skrásett í FAS, og
tí eru tað føroysku myndug
leikarnir,
sum
í
kjalar
vørrinum á óhappinum krev
ja skipið afturhildið.
- Tað gera vit, soleiðis at
klassin kann koma umborð
at kanna trygdina og um alt
er í lagi, sigur Hans Jóhann
es á Brúgv, stjóri á Sjóvinnu
stýrinum, sum umsitur FAS.
Sjóvinnustýrið viðger í
løtuni, um tey sum myndug
leiki skulu krevja sjófrágreið
ing um óhappið.
- Fáa vit eina nøktandi
frágreiðing frá reiðarínum,
so kann tað vera nóg mikið í
sær sjálvum. Annars verður
sjófrágreiðing hildin har yvi
ri í Norra, sigur Hans Jóhan
nes á Brúgv.
Sjóvinnustýrið
hevur
fyribils fingið eina skaðafrá
boðan frá reiðarínum.
Sambært norskum fjøl
miðlum
sigldi
Skansanes
tætt framvið einum ali
brúki har á leiðini, sleit eina
ankring til aliringar, áðrenn
skipið rendi á land. Tilburð
urin fór fram stutt áðrenn
klokkan 13 Dýra biðidag.
- Slapp fiskurin úr ali
nótini, kundi verið talan um
eina náttúruvanlukku, sigur
alarin Roar Kjølås við lokala
Sunnmøre Posten.
Átaksleiðarin á staðnum,
Trygve Ødegård, segði við
blaðið eftir óhappið, at eftir
øllum at døma var skiparin
sovnaður.
Ein meting, ið reiðarin á
Skansanesi váttaði fyri in.fo
leygardagin:
- Skiparin var sovnaður,
og so rendi báturin á land,
segði Emil Gert Nielsen við
in.fo leygardagin.
Sambært Emil Gert Niel
sen var tað bara kúlustevnið
á Sekstant, ið fekk skaða. Tað
er reiðaríið Sekstant, sum
eigur Skansanes. Reiðaríið
er heimahoyrandi í Havn.
Afturvendandi
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
reiðaríið Sekstant er endað
á borðinum hjá Sjóvinnu
stýrinum,
tí
skipini
hjá
reiðarínum hava verið fyri
óhappi.
9. november í fjør rendi
skipið Tinganes á land við
lítlu bygdina Nesje í Møre
og Romsdal. Skipið stóð
langt uppi í fjøruni, tá fólk
á staðnum vaknaðu henda
leygarmorgunin. Ta ferðina
viðgekk skiparin, at hann var
sovnaður á vakt.
Sambært Hans Jóhannes
á Brúgv vóru fleiri fundir
við reiðaríið eftir óhappið í
november. Hann vil kortini
ikki upplýsa niður í smálutir,
hvat hesir fundir snúu seg
um. Men evnið var trygdin
umborð.
Hóast skip hjá Sekstant
hava siglt á land í Norra,
tvær ferðir innan rímuliga
stutta tíð, so vil stjórin á
Sjóvinnustýrinum ikki bein
leiðis tosa um hert eftirlit við
reiðarínum.
- Vit mugu gera okkara
metingar, frá máli til mál, sig
ur Hans Jóhannes á Brúgv.
Stjórin
á
Sjóvinnu
stýrinum váttar tó í sama
viðfangi, at tá talan er um
tveir tílíkar tilburðir eftir
lutfalsliga stuttari tíð, so
verður neyðugt at taka tað
við í viðgerðina.
Tað bar ikki til at fáa fatur
á reiðaranum á Skansanesi,
Emil Gert Nielsen, til blaðið
ídag. Vit vildu fegin tosa við
hann um óhappið Dýra biði
dag og hvat reiðaríið hevur
gjørt fyri at forða slíkum,
síðani óhappið við Tinganes
9. november í fjør.
Sosialurin hevur verið
í samband við skiparan á
Skansanesi, men hann hevur
ongar viðmerkingar til málið.
jonbrian@sosialurin.fo
Afturvendandi trupulleiki
-Skansanes verður hildið aftur, meðan trygdin umborð verður kannað, sigur Hans Jóhannes
á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, sum nú skal taka støðu til, um føroysku myndugleikarnir
skulu krevja sjófrágreiðing eftir at føroyska skipið sigldi á land í Norra
Skansanes
á video
Ein norskur alari tók video,
tá Skansanes fór við fullari
ferð skamt framvið nakrar
alarar og rendi inn í bergið
- Her kundi verið talan
um eina vanlukku. Tað
sigur alarin hjá Fjordlaks,
Roar Kjølås, sum stutt fyri
klokkan 13 sá Skansanes
koma siglandi við fullari
ferð inn móti alibrúki
num.
- Hevði skipið rent inn í
aliringarnar, so kundi ver
ið talan um eina náttúru
vanlukku,
sigur
Roar
Kjølås við lokala blaðið
Sunnmørsposten.
Alarin tók alt upp á
video, og tí ber til at síggja
tilburðin á fleiri norskum
og eisini føroyskum, fjøl
miðlum.
Sum nevnt í aðrari
grein her á síðuni er
skiparin eftir øllum at
døma sovnaður.
jonbrian@sosialurin.fo
Myndir: Sunnmørsposten