mánadagur 19. mai 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Tó at tað skjótt er eitt ár
síðani, at vissa var fyri,
at
pengar
vóru
til
øll
lønarkrøvini, og at hálvt
fjórða ár skjótt er gingið,
síðani Faroe Seafood fór
á
húsagang,
og
trota
búarviðgerðin byrjaði, so
vísir Eyðfinnur Jacobsen,
advokatur og annar bú
stjórin í trotabúnum, staði
liga aftur, at drál frá bú
stjórunum er orsøk til, at
ikki eitt oyra enn er goldið
úr trotabúnum.
- Talan er um eitt ógvuliga
stórt trotabúgv, helst tað
stórsta í Føroyum nakrantíð
og kann væl samanberast
við, um til dømis A. P. Møller
fór á húsagang í Danmark.
Til samans eru fleiri hundr
að ymisk krøv, og tað sigur
seg sjálvt, at tað tekur tíð at
gera eitt so víðfevnt búgv
upp. Vit hava gjørt so skjótt
av, sum yvirhøvur til ber,
men vit kunnu onki gjalda
út, fyrr enn vit eru fullvís í,
at ikki fleiri krøv koma, sigur
Eyðfinnur Jacobsen.
Umframt hann er Ingi
Højgaard, advokatur, eisini
bústjóri, og teir hava so
aftur havt aðrar advokatar
at umboða seg í Skiftirætti
num, tá teir ikki sjálvir hava
kunnað møtt.
Nóg mikið til
Men tað hevur leingi verið
greitt, at ríkiligt av peningi
vóru
til
tey
sonevndu
priviligeraðu krøvini. Tað eru
krøv, í fyrsta lagi lønarkrøv,
ið hava framíhjárætt, tá virð
ini í einum trotabúgvi skulu
lutast út. Onnur krøv verða
nevnd simpul krøv.
Helst hevur tað verið
greitt væl áðrenn tað, men
tá búgvið eftir Faroe Fish
II - dótturfelagið sum átti
skipini hjá Faroe Sefood-sa
mtakinum - var liðugt upp
gjørt í fjør summar, var tað
í øllum førum púra vist,
at meira enn nóg mikið
var av peningi til at gjalda
lønarkrøvini. Tey eru nevni
liga umleið 15 milliónir krón
ur, og móðurfelagið fekk
umleið 20 milliónir krónur
úr búnum eftir Faroe Fish II.
Í fjør summar var búgvið
eftir Faroe Fish II gjørt upp.
Faroe Fish II var dótturfelag
hjá Faroe Seafood, og stóð
sum ánari av skipunum hjá
samtakinum. Móðurfelagið
var nógv tann størsti kredi
torurin hjá Faroe Fish II og
fekk góðar 20 milliónir krón
ur úr búnum.
Kortini var onki goldið
út tá, og heldur ikki, tá Eyð
finnur Jacobsen 3. desember
í fjør – trý ára dagin fyri
húsaganginum
hjá
Faroe
Seafood – alment segði, at
nóg mikið var av pengum til
lønarkrøvini og nakað aftur
at. Hann seg tá við Kring
varpið, at tað væntandi fór at
bera til at enda trotabúgvið
Ingolf S. Olsen
At fáa dóm fyri, at ein eigur
pengar til góðar í einum
trotabúgvi, og at búgvið
eisini væl og virðiliga er ført
fyri at rinda peningin, er ikki
nóg mikið til at fáa pengar
nar útgoldnar.
Tað kann Suni Simonsen
í Vestmanna vátta.
Hann, sum í dag er for
maður
í
Føroya
Hand
verkarafelag, var maskin
maður á virkinum hjá Faroe
Seafood í Vestmanna, tá
samtakið fór á húsagang 3.
desember 2010. Hann hevði
arbeitt í fyritøkuni í 26 ár og
hevði rætt til seks mánaðar
uppsagnartíð.
- Tað var rættiliga skjótt
eftir húsagangin, at tað
frættist, at har var nóg mik
ið av pengum til at rinda
lønirnar, men onki hendi.
Tá glið í fjør endiliga kom á
gongdina við at gera krøvini
upp, var mítt mál valt út at
vera royndarklútir í rætti
num. Ikki tí, at eg í fjør var
blivin formaður í Føroya
Handverkarafelag, men tí,
at partarnir hildu, at mítt
mál umboðaði allar tær
serligu støðurnar, ið fast
løntu starvsfólkini á Faroe
Seafood kundu koma í eftir
húsagangin,
sigur
Suni
Simonsen.
Hann var nevniliga bið
in aftur til arbeiðs – nú fyri
trotabúgvið – eftir, at húsa
gangurin
var
formligur,
og tó at hann 13 desember,
10 dagar eftir húsagangin,
eisini fekk eina formliga
uppsøgn. Hann arbeiddi fyri
trotabúgvið allan desember
2010 og januar 2011, og fekk
løn fyri hetta arbeiðið. Eftir
hesar
báðar
mánaðirnar
fór hann so í ALS, til hann
í august 2011 fekk fast starv
aftur.
Viðhald í rættinum
Í málinum, sum Føroya
Handverkarafelag
vegna
Suna Simonsen royndi í
Føroya Rætti, og hvørs úrslit
síðani skuldi verða grundar
lag fyri avgerðunum í øll
um hinum krøvunum, varð
kravt, at búgvið skuldi rin
da honum vanliga løn fyri
desember 2010, tá hann
fekk uppsøgnina, og upp
sagnarløn í seks mánað
ir frá 1. januar til 30. juni
2011 – 26.066 krónur um
mánaðin. Av hesum skuldi
eisini roknast frítíðarløn
og eftirløn. Samlaða kravið
ljóðaði sostatt á 230.924
krónur.
Rætturin
gav
honum
viðhald í kravinum, men av
gjørdi tó eisini, at lønin, sum
Suni Simonsen hevði fingið
frá trotabúnum fyri desem
ber 2010 og januar 2011 – til
samans slakar 52.000 krón
ur – skuldi mótroknast.
Tað merkir, at trotabúgvið
nú skyldar honum slakar
180.000 krónur.
Dómurin varð sagdur í
Føroya Rætti 26. desember
í fjør, men enn hevur Suni
Simonsen ikki sæð eitt oyra
og heldur ikki fingið nakra
formliga váttan frá búnum
fyri, at tað viðurkennir at
skylda honum hesa upp
hædd.
Vánalig viðferð
- Eg haldi meg og øll hini,
sum eiga løn til góðar, hava
fingið eina sera vánaliga við
ferð frá búnum. Vit mistu
okkara arbeiði, síðani gingu
fleiri ár, har vit onki frættu,
so vit eisini fingu ta fatan,
at heldur onki hendi. Tá eg
so fái ein dóm fyri, at eg eigi
tað, eg krevji, so hendir kort
ini onki, og nú er eitt hálvt
ár síðani, at Føroya Rættur
talaði, sigur Suni Simonsen.
Hann leggur dent á, at
hann stutt eftir dómin á
einum fundi enntá fekk at
vita frá Jógvani Páll Lass
en, advokati, ið var møttur
á fundinum fyri Inga Høj
gaard,
annan
bústjóran,
at pengarnir fóru at verða
goldnir um einar tvær vikur
frá tá av.
- Eg havi konfronterað
hin
bústjóran,
Eyðfinn
Jacobsen, við hetta, men
hann kveistrar tað bara frá
sær við at siga, at Jógvan
Páll Lassen ongan rætt
hevði at siga nakað um,
nær búgvið var til reiðar at
rinda pengar út, sigur Suni
Simonsen.
Óvissa um krøv
Jógvan Páll Lassen sjálvur
ásannar, at tað, hann segði
á hesum fundinum, kundi
fatast soleiðis, sum Suni
Simonsen fataði tað.
- Men tað var eisini tað,
sum meiningin var tá – at
avgreiða lønarkrøvini sum
skjótast – men so stakk
ósemja seg upp um støddina
á onkrum krøvum, og øll
gongdin er vorðin seinkað
av hesum. Tað er harmiligt,
men í næstum verður so
sett punktum, tí nú verður
proklama lýst, so nú fari eg
neyvan skeivur, um eg sigi,
at lønarkrøvini verða út
goldin tíðliga í summar, sig
ur Jógvan Páll Lassen.
Suni Simonsen gevur tó
ikki nógv fyri hesa umber
ingina.
Kravánarar illir
Hálvt fjórða ár eftir, at Faroe Seafood fór á húsagang
hava starvsfólkini, ið áttu løn og uppsagnarløn í
fyritøkuni ikki fingið eitt oyra, tó at tað í langa tíð
hevur verið greitt, at nóg mikið av pengum eru í
búnum til at rinda lønirnar og nakað væl afturat
Bústjóri: Vit hava skundað okkum
Tað tekur tíð at gera eitt so stórt trotabúgv sum
tað hjá Faroe Seafood upp, og bústjórarnir hava
ikki drálað. Tað hava umboð fyri onkran bólk av
kreditorum hinvegin gjørt, sigur Eyðfinnur Jacobsen,
annar bústjórin í trotabúnum eftir Faroe Seafood.
Nú verður proklama lýst við freist til 11. juni
FAROE SEAFOOD Á HÚSAGANG
- Tað er óskiljandi fyri meg, at tað nú eru gingin trý og eitt hálv ár, síðani Faroe
Seafood fór á húsagang, uttan at eitt oyra er goldið út úr trotabúnum. Men
vit, sum próvfast eiga pengar í búnum, fáa bara onki gjørt við tað, staðfestir
Hans Blaasvær, sum var KT-leiðari í Faroe Seafood-samtakinum