Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 um seinføri fyrra hálvár í ár, og tað fer helst at halda. Kravánarar drála - Ein skal altíð ansa eftir, hvat ein sigur, og tað er sjálv­ andi altíð skeivt at siga nak­ að við vissu, fyrr enn tað eisini er púra vist. Vit hava konkurslógina at halda okk­ um til og skulu rinda út eftir einum ávísum leisti. Her hava vit so rent okkum í tann trupul­leikan, at har eru seks lønar­krøv, sum vit ikki enn ken­na endaligu støddina á. Men tað eru kravánararnir sjálv­ir ella teirra umboð, ið hava fingið hetta í drag og ikki vit, sigur Eyðfinnur Jacob­sen. Aðra staðir her á síðu­ num sigur Suni Simonsen, for­maður í Føroya Hand­ verkara­felag, sum í nov­em­ ber í fjør fekk dóm fyri, at hann eigur løn til góðar – og hvussu nógv hann eigur – at hann á einum skifti­rætt­ar­ fundi eitt sindur eftir dómin fekk at vita frá Jógvani Páll Las­sen, ið umboðaði Inga Høj­gaard á fundinum, at peng­ar­nir fóru at verða útgold­nir innan tvær vikur frá tá av. - Eg kann ikki taka á meg, tað sum Jógvan Páll Lassen sig­ur. Um hann hevur sagt so­leiðis, sum endurgivið er, so er tað ein feilur. Men seint í fjør høvdu vit góðar grundir at vænta, at alt skjótt var kom­ið upp á pláss og semja varð um krøvini, soleiðis at tey kundu gjaldast út fyri 1. juli 2014, sigur Eyðfinnur Jacob­sen. Seinkingar Hann sigur, at umframt tey seks lønarkrøvini, sum nú verður bíðað eftir at fáa enda­liga staðfest upp­hædd­ ina á, so hava verið ymisk viður­skifti, ið hava gjørt, at trota­búar­viðgerðin hevur ging­ið seinni enn væntað. Til døm­is hava rættarmál verið um onkur krøv. - Teoretiskt kunnu nýggj krøv knappliga koma, nær tað skal vera, meðan eitt búgv verður gjørt upp, og vit skulu vera heilt vís í, at nú kemur ikki meira, áðrenn vit luta út lønarkrøv ávegis, áðr­enn trotabúsviðgerðin annars endar og endalig út­ lut­ing kann fara fram, sigur bú­stjórin. Nú verður tó ikki leingi eftir at bíða hjá starvs­fólk­ unum, ið eiga løn til góðar, lovar hann, tí í næst­um verð­ ur proklama lýst í sam­b­andi við trota­búar­við­gerðina. Tað merkir, at ein endalig freist verður sett øllum, ið halda seg hava nøkur krøv í búnum, um at koma við teirra krøvum innan eina ásetta freist. - Vanliga lýsa vit ikki pro­ klama í trotabúgvum, men nú vilja vit hava hetta búgvið avgreitt og goldið pengarnar út. Tí verður proklama lýst ein av næstu døgunum við freist til 11. juni. Eftir tað verða ongi nýggj krøv góð­ tikin, og vit kunnu enda búgvið, sigur Eyðfinnur Jacob­sen. Proklama Men hví lýstu teir so ikki proklama beinanvegin, tað var greitt, at nóg mikið av pen­ingi var til lønarkrøvini? - Vanliga vilja vit hava alt liðugt uppgjørt í senn, so øll krøv – bæði priviligerað og simpul – kunnu gjaldast út samstundis. Vit hava jú lein­gi væntað, at vit skjótt kun­du enda hetta búgvið, men so hevur okkurt stung­ ið seg upp, sum hevur seinkað gongdini. Við at lýsa proklama nú, kunnu vit, tá freistin er farin, rinda priviliger­aðu krøvini út bein­an­vegin, tey eru liðugt gjørd upp, sjálvt um restin, tey simplu krøvini, kanska ikki eru púra liðugt viðgjørd. Tú skalt minnast til, at alt verður ávirkað, um óvissa er um okkurt – tí mugu tey privilig­eraðu krøvini verða púra liðugt uppgjørd, áðrenn vit neyvt vita, hvat er eftir til onnur, simpul krøv, sigur Eyð­finnur Jacobsen. Hann væntar, at tað fer at ganga stutt tíð, frá tí at freist­in at koma við nýggjum krøv­um er úti 11. juni, til tey, ið eiga løn til góðar, fáa sínar peng­ar. - Tað kann væl vera, at óvissa hevur stungið seg upp um onkur krøv, men tey allar flestu eru púra greið og hava verið tað leingi. Og tá vit samstundis vita, at ríkiligt av pengum er til at gjalda hesi krøvini, so skilji eg ikki, at tað ikki bara verð­ur gjørt. Og man má for sørin kunna ganga út frá, at bústjórarnir kenna ábyrgd av niðurstøðum og úttalil­s­um, sum advokatar, ið bústjórarnir sjálvir hava sent í býin at umboða seg, koma við, sigur hann. Líkist ongum Tað er ikki bara Suni Simon­ sen, ið er ótolin og ørkymla­ ður av, at tað skal taka so langa tíð at fáa peng­ar­nar, sum búgvið skyldar, út­ goldnar. Tað eru teir flestu krav­ánararnir og í øllum før­ um tey, ið eiga løn til góðar. Ein teirra er Hans Blaa­ svær, ið var KT-leiðari hjá Faroe Seafood. Hann var eisini ein teirra, ið setti peng­ar í fyritøkuna, tá henni tørv­aði eginpening í 2008. - Allir teir pengarnir eru sjálv­sagt mistir, so tað nyttar onki at brúka orku upp á teir. Men tað ger tað bara verri at góð­taka, at pengarnir, sum eg av røttum eigi í búnum, ikki verða goldnir út. Tað líkist ongum, fyri at siga tað milt, sigur Hans Blaasvær. Hann ivast ikki í, at um hann og ein fyrrverandi starvsfelagi á Faroe Seafood ikki høvdu langa nevan í borð­ið í fjør vár, so var trota­ búar­við­gerðin ongan veg komin enn. - Vit høvdu hoyrt um, at fundir vórðu hildnir í Skifti­ rættinum av og á, men at lít­ið og onki hendi. Tí møttu vit upp á einum fundi í mai í fjør og gjørdu vart við okkara ónøgd. Tá vísti tað seg, sum at onkur vaknaði, og glið kom á. Tað var eftir henda fundin, at avgerð varð tikin um at velja eitt mál við lønarkrøvum út sum royndarmál (málið hjá Suna Simonsen, red.), og tey krøv­ini fingu eisini viðhald í rættinum. Men síðani sovn­ aði alt aftur, tí nú er eitt hálvt ár gingið síðani dómin, og onki er hent, staðfestir Hans Blaasvær. Ríkiligur dekningur Hann undrast á, at trota­ búgvið eftir Faroe Seafood ikki langt síðani hevur syrgt fyri at fingið avgreitt lø­n­ar­ krøv­ini. - Bara fáar mánaðir eftir húsa­gangin í desember 2010 var tað greitt, at nógvir pengar vóru í trotabúnum og meira enn nóg mikið til at dekka bæði lønar- og rentu­ krøv. Tí er tað óskilj­andi fyri meg, at tað nú eru ging­in trý og eitt hálv ár, uttan at eitt oyra er goldið út. Men vit, sum próvfast eiga pengar í bún­um, fáa bara onki gjørt við tað. Eyðfinnur Jacobsen, advokat­ur, sum saman við Inga Højgaard, advokati, er bú­stjóri fyri trotabúgvið eft­ir Faroe Seafood, sigur aðra staðir her á síðunum, at óvissa er um onkur lønar­ krøv, at tað er orsøkin til, at trotabúarviðgerðin ikki enn er endaliga liðug, og at búgv­ið ikki fær goldið nakað út, fyrr enn full vissa er um stødd­ina á øllum krøvunum. Hans Blaasvær heldur tó, at tað mátti borið til at gold­ ið tað út, sum vissa er um, tá tað samstundis er púra vist, at dekningur er fyri øllum løn­ar­krøvunum – eisini tá tey, sum óvissa er um nú, eru endaliga gjørd upp. Óvanlig mannagongd - Vanliga verða simpul krøv og privilegerað krøv av­greidd hvørt sær, tí tey simplu krøvini ávirka ikki lønar­krøvini á nakran hátt, men í hesum førinum vil búgv­ið tvinna tey saman, so at einki verður útgoldið, fyrr enn alt er klárt. Bæði hetta og sakin við Suna Simonsen er óvanlig mannagongd, sum ikki er sædd fyrr. At Jógv­an Páll Lassen sigur, at tað verður útgoldið fyr­ st í summar, er ein bílig undanførðsla, tí tað er sagt síðan síðst í 2011, at lønirnar skuldu útgjaldast innanfyri tríggjar mánaðir, og soleiðis hevur tað verið í meir enn tvey ár. Fyrst var ósemja við ALS orsøkin, síðani sakin hjá Suna, og nú skal proklama lýsast. Proklama hevur so einki við lønarkrøvini at gera, og heldur ikki ósemjan við ALS, sum bara var ein mannagongd, sum skuldi fáast uppá pláss. Hvørt av hesum hevur tikið umleið eitt ár at fáa greitt, so tað gongur sera seint, sigur ein bersøgin Hans Blaasvær. s- Búgvið eftir dóttirfelagið, sum átti øll skipini hjá Faroe Seafood (Faroe Fish II, red.), var endaliga uppgjørt í juli í fjør, men tað rindaði lønarkrøvini út í 2012, fyri tveimum árum síðani. Tað er eitt gott prógv um, at tað ber væl til at rinda lønarkrøv út, áðrenn alt búgvið er gjørt upp, og sum eisini er tað vanliga at gera. Og eftir at tað felagið hevði svarað hvørjum sítt, lógu altso 20 milliónir krónur eftir til móðurfelagið. Lønarkrøvini eru væl minni enn tað til samans, so tað hevði borið væl til at goldið út, um bara vilji var til tess, sigur fyrrverandi KT-leiðarin hjá Faroe Seafood. FAROE SEAFOOD Á HÚSAGANG Eyðfinnur Jacobsen, annar bústjórin í búnum eftir Faroe Seafood, vissar um, at teir ikki hava drálað í viðgerðini. Nú verður proklama lýst við freist til 11. juni at koma við nýggjum krøvum. Stutt eftir tað fáa tey, ið eiga løn til góðar, sínar pengar, lovar hann - Eg haldi meg og øll hini, sum eiga løn til góðar, hava fingið eina sera vánaliga viðferð frá búnum eftir Faroe Seafood. Vit mistu okkara arbeiði, síðani gingu fleiri ár, har vit onki frættu, so vit eisini fingu ta fatan, at heldur onki hendi. Tá eg so fái ein dóm fyri, at eg eigi tað, eg krevji, so hendir kortini onki, sigur Suni Simonsen, fyrrverandi maskinmaður á Faroe Seafood og núverandi formaður í Føroya Handverkarafelag