mánadagur 19. mai 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Tað var 3. desember 2010, at
Føroya Skiftirættur gjørdi
av at koyra Faroe Seafood á
húsagang og tilnevndi advo
katarnar Inga Højgaard og
Eyðfinn Jacobsen sum bú
stjórar.
Umleið 800 fólk starvað
ust í samtakinum og mistu
arbeiðið. Nógv tey flestu
vóru tímalønt arbeiðsfólk,
sum fingu alla sína løn. Men
tey fastløntu – maskinmenn
og tey, ið starvaðust í fyri
sitingini – áttu uppsagnar
løn.
40 milliónir
Í juli í fjør var trotabúgvið
eftir dóttirfelagið Faroe Fish
II, sum átti skipini hjá sam
takinum, endað, og lógu góð
ar 20 milliónir krónur eftir til
móðurfelagið, Faroe Seafood,
tá øll høvdu fingið sítt.
Nú er stutt eftir á mál
við
endaligu
uppgerðini
av øllum búnum, og tað er
greitt, at einar 40 milliónir
krónur verða tøkar at rinda
út, tá avtornar. Lønarkrøvini
eru umleið 15 milliónir krón-
ur til samans. Tað merkir,
at okkurt um 25 milliónir
krónur eru eftir til tey simplu
krøvini. Tær 25 milliónir
krónurnar dekka okkurt um
fjórðingin av øllum teimum
simplu krøvunum.
At Faroe Seafood hevði so
stórt virði, tá tað var koyrt
á húsagang, hevur fingið
onkrar av fyrrverandi lykla
persónunum í fyritøkuni,
sum Sosialurin hevur tosað
við, at ivast í, um tað var
rímiligt yvirhøvur at koyra
hana á húsagang.
Men
bæði
Eyðfinnur
Jacobsen, annar bústjórin,
og Djóni Thomassen, ið um
boðar ein bólk av starvsfólki,
ið eigur lønarkrøv í búnum,
vísa aftur, at tað ber til at
gera ta niðurstøðu, at húsa
gangurin var óheimilaður
ella framdur av órøttum.
Virði broytast
- Tað er so einfalt, um ein
fyritøka ikki megnar at
svara sínar skyldur, kun
nu
kreditorarnir
fara
í
skiftirættin
og
krevja
trotabúarviðgerð.
Skifti
rætturin skal so meta um,
hvørt støðan bara er brá
feingis, soleiðis at fyritøkan
skjótt verður gjaldfør aftur,
ella um væntast kann, at
støðan er varandi. Er hon
tað, so slepst ikki undan
húsagangi. At tað seinni,
tá alt er uppgjørt, vísir seg,
at dekningur var fyri stór
um parti av skuldini, er
ikki argument fyri, at húsa
gangurin ikki skuldi verið
lýstur. Stór virði kunnu eitt
FAROE SEAFOOD Á HÚSAGANG
Múgvandi
trotabúgv
Tó at trotabúgvið eftir Faroe Seafood megnar at rinda øll
lønarkrøvini og fjórðingin av teimum simplu krøvunum, ber
ikki til at siga, at húsagangurin var lýstur av órøttum. Tað
siga bæði bústjóri og advokatur umboðandi kravánarar
Djóni Thomassen, advokatur hjá kravánarum
Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri